mikudagur 8. februar 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vatnsoyrar: Ein seks ára
gomul
ætlan
hjá
Vága
kommunu er nú vorðin veru
leiki: Stutt undan jólum var
vatnleiðingin úr Miðvági til
Vatnsoyrar liðug, soleiðis at
nú fáa allir borgarar í Vága
kommunu sóttreinsað vatn.
Av fyrstu tíð var ætlanin
at gera pumpustøð og reinsi
verk niðri við Vatnið. Tá
kom ein av borgarunum í
kommununi, Leivur Natte
stad við tí hugskoti, at leggja
rørleiðing frá vatnverkinum
í Miðvági til vatnbrunnin í
Vatnsoyrum. Á henda hátt
slapst undan at hava tvey
reinsiverk - eitt í hvørji bygd.
Sum sagt, so gjørt.
Samlaði
prísurin
fyri
vatnbrunnar, pumpuverk og
pumpuleiðing liggur um 2,5
milliónir krónur, nú allir teir
1950 borgararnir í kommun
uni hava atgongd til sótt
reinsað vatn.
snorri@sosialurin.fo
Sóttreinsað vatn
fyri 2,5 mió
Strendur: 1. mars broytast
leiguprísirnir í Bygdarhúsinum.
Ítrótturin rindar 180 kr/t, meðan tað
t.d. kostar 5000 kr. fyri eitt brúdleyp.
Sandur: Niels Johannes Tjaldrastein
eigur lægsta tilboðið – av trimum - at
útbyggja barnagarðin á Teigi. Bygdaráðið
avger málið seinni í mánaðinum.
(sandportal.fo)
Norðoyggjar: 30. januar
undirskrivaðu allir borgarstjórar
undir nýggja samstarvsavtalu um
barnaverndarøkið, sum nú fevnir
um allar kommunur í økinum.
Vágur: - Ætlar Johan Dahl
at endurreisa Farmaleiðir?
Tað vil tingkvinnan, Sirið
Stenberg fegin hava svar uppá
í munnligum fyrispurningi.
Vit brúka teir spælarar, sum
venja í felagnum
(Jógvan Martin Olsen,
Víkinga-venjari)
Skipað tiltøk
í ferðavinnuni
Sandoy: Fríggjakvøldið
verður óalmennur fund
ur í Frítíðardeplinum í
Skálavík, við tí fyri eyga
at samskipa øll tiltøkini
í ferðavinnuni í summar.
Tað er onkutíð komið
fyri, at fleiri av tiltøku
num í oynni fella um
somu tíð. Hetta er eisini
óheppið, tí tað ofta eru
somu fólk, ið eru við ella
skipa fyri.
- Ynskiligt hevði tí
verið um sýslan onkus
vegna kundi havt eina
felagsskrá, har øll tiltøk
vóru skrásett, so man til
eini hvørja tíð kundi sæð
nær ymsu tiltøkini eru,
verður sagt úr Sandoyar
Kunningarstovu
og
Frítíðardeplinum.
Tey eru tí heldur ikki
í iva um, at hetta hevði
verið ein stórur bati
fyri sýsluna og hevði
gjørt tað mikið lættari
at planlagt ymiskt, ið
hendir gjøgnum árið.
Fundurin er fyri at
skapa enn betur sam
starv í oynni, tá talan er
um planlegging, tiltøk
og annað
snorri@sosialurin.fo
Mikladalur: Eftir herviligu
ódnirnar í vetur er rættiliga
nógv upptak í viðarlundini
í Mikladali. Neyðugt er tí
at tynna, tilskera og í aðrar
mátar røkta í tí eftirverandi
vøkstrinum.
- Umframt hetta er tørv
ur á at fáa gjørt eina gøtu
skipan í hesi viðarlundini,
soleiðis at tey vitjandi
betur kunnu njóta økið,
verður sagt úr kommununi.
Í farnu viku vóru fólk
frá býargartnaranum hjá
kommununi, saman við
fólki
frá
Skógrøktini
í
viðarlundini í Mikladali og
arbeiddu.
- Hetta felags átakið
hevur gingið væl betur enn
væntað. Enn er tó langt
á mál, til alt er tikið upp
og fingið aftur í fullgóðan
stand, upplýsir Hans Hjalti
Skaale, býargartnari.
Miðað verður eftir, at
fólk aftur skulu kunnu
njóta hesar báðar perlurnar
ótarnaði fram móti vári.
snorri@sosialurin.fo
Gera grønu perlurnar enn vakrari
kring landið
Skógrøkt Klaksvíkar kommuna eigur tvær grønar perlur, og sum
nú skulu gerast uppaftur meiri vinarligar mótvegis teimum vitjandi.
Hesi bæði økini eru úti í Grøv í Klaksvík og viðarlundin í Mikladali
RØKT
Menn frá Klaksvíkar kommunu og Skógrøkt
Landsins til arbeiðis í viðarlundini í Mikladali
Mynd: klaksvik.fo