Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Allan Skaalum og Niels Winth­er Poul­sen komu væl frá upp­gávuni sum sem­ ings­menn millum Fíggjar- mála­ráðið og Kommunala Ar­beiðsgevarafelag øðru­ megin og Maskin­meist­ara­ felagið hinumegin. Semingin byrjaði ein fríggja­dag klokkan 16, og longu leygarkvøldið skriv­ aðu part­arnir undir. Men sjálvt ein skjót semja kostar. Semingsmenn brúka nak­að av tí at seta seg inn í viðurskiftini, og tað gjørdu hesir báðir eisini. Tímatalið hjá sem­ings­ monnunum kom tí sam­an­ lagt upp á 148 tímar. Sambært rokningini varð avtalað frammanundan, at tímaløn teirra skuldi vera 1300 krónur. Rokningin frá semings­ monnunum Allan Skaalum, stjóra í Rúsdrekkasølu Land­sins og advokatinum Niels Winther Poulsen bleiv harvið 192.000 krón­ ur og býta í helvt mill­um partarnar. Maskin­meist­ ara­felagið skal gjalda 96.200 krónur, og Fíggjar­ mála­ráðið og Kommunala Arbeiðs­gevarafelagið skulu til­samans gjalda 96.200 krón­ur. Aðrir krevja meira 1300 krónur er høg tímaløn, men semingsmenn hava onk­untíð skrivað størri rokn­ingar. Fyri góðum ári síðan, tá ið semingsmenninir Terji Sigurðsson og Hákun Stein­grímsson, skrivaðu sína rokn­ing fyri seming á arbeiðs­marknaðinum, tóku teir meira rívan til. Teir kravdu 1500 krónur um tíman hvør. Snorri Fjalsbak, leið­ari á lønardeildini í Fíggjar­mála­ ráðnum, mundi svímað, tá ið hann fekk ta rokningina, tí frammanundan høvdu sem­ ingsmenn tikið 1000 krónur fyri tíman. Men einki var at gera, tí semings­menn­inir ásettu sjálv­ir tíma­løn­ina. Hesa­ferð varð tíma­lønin ásett framm­an­ undan. 192.000 krónur fyri semju Randi Jacobsen Almennu Føroyar senda hvørt ár 20 føroyingar til Danmarkar at fáa skurð­ viðgerð fyri ovurfiti. Men tað verður skjótt søga. - Vit arbeiða við at taka tær viðgerðirnar heim á sama hátt, sum vit hava tikið aðrar viðgerðir heim, sigur Tumm­as í Garði, varastjóri á Lands­sjúkrahúsinum. Higartil hevur Lands­ sjúkra­húsið sent ovurfeit fólk á privatsjúkrahúsið Ham­let í Danmark, men tað sam­starvið endar nú. Tað verða læknar úr Århus, sum koma til Før­ oya at læra læknar á Lands­ sjúkrahúsinum upp til at gera hesar viðgerðir, sum á lækna­máli eita Gastric By­ pass. Viðgerðirnar eru kikara­ skurðviðgerðir, og á Lands­ sjúkahúsinum eru nakrir læknar, sum hava førleika í skurðviðgerðum við kikara. Teir skulu bara hava nakað av upplæring í júst hesum slagnum av skurðviðgerðum, áðrenn teir kunnu taka yvir. Tummas í Garði heldur, at tað er nógv at vinna bæði fyri Landsjúkrahúsið, sjúklingar og landið við at taka hesar skurðviðgerðirnar heim. Hvør skurðviðgerð kos­ tar millum 60.000 og 70.000 krónur umframt ferða­ útreiðslur. Nógv at spara Við at taka skurðviðgerðirnar heim fara pengarnir til Lands­ sjúkrahúsið og ikki av land­ inum, pengarnir vera verandi í landinum og skattaðir her, og ferðaútreiðslurnar verða spardar. Sjúklingurin sleppur frá at fara av landinum. - Fólk skulu kenna seg trygg, tí vit taka ongar við­ gerðir heim, fyrr enn fakliga góðskan er i lagi, sigur Tummas í Garði. Hann veit ikki neyva talið fyri, hvussu nógv fólk bíða eftir at fáa skurðåviðgerð fyri ovurfiti. Fleiri teirra, sum hava staðið á bíðilista, hava valt at fara av sínum eintingum av landinum og goldið sjálv fyri viðgerð og ferð. Tummas í Garði metir, at 60 fólk bíða. Sami bíðilisti Tá ið hesar skurðviðgerðir eru tiknar heim, skulu tey á bíðilistanum ikki vænta at sleppa skjótari framat. Tey kunnu heldur ikki vænta, at privatar viðgerðir fara at verða gjørdar á Lands­ sjúkrahúsinum. - Tað er ikki siðvenja hjá okkum, og tað er eisini ein politiskur spurningur. Eingin fer at kunna keypa seg fram um onnur, sigur Tummas í Garði. Hann er greiður yvir, at øll neyvan eru fegin um at skula skurðviðgerast á Landssjúkrahúsinum heldur enn á einum donskum sjúkra­ húsi. - Nógvar føroyingar hava ta turkarúgv, at bara tey sleppa til Danmarkar, fáa tey bestu viðgerðina. Tað eru kanska mest tey yngru. Men tey eldru eru sum oftas egin um at sleppa frá at ferðast til eitt land, har tosað verður eitt annað mál, og umhvørvið er fremmant, sigur Tummas í Garði. Landssjúkrahúsið hevur tikið fleiri aðrar viðgerðir heim seinastu árini, fyri einar fimm milliónir krónur. Tað er eisini farið at síggjast aftur í talinum av sjúklingum, sumverða sendir av landinum at fáa serviðgerð. Ovurfeit skulu viðgerast í Føroyum Seinni í ár fer at bera til at fáa skurðviðgerð fyri ovurfiti á Landssjúkrahúsinum Næstan 100.000 krónur kostaði tað Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelag at fáa semingsmenn at loysa trætuna við Maskinmeistarafelagið, sum hevur fingið líka stóra rokning