mikudagur 8. februar 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Kappingarráðið vil nú sleppa
at kanna um føroysku pen
ingastovnarir taka ov høgar
rentur og ov høg ómaksgjøld.
Men hetta er ein so um
fatandi kanning, at rúm er
ikki fyri eini slíkari kanning
við teirri játtan, stovnurin
hevur á fíggjarlógini.
Tí hevur Kappingarráðið
biðið landsstýrismannin í
vinnumálum um eina eyka
játtan upp á eina millión til
at gera kanningina fyri.
Í umbønini um eykajáttan
staðfestir
Kappingarráðið,
at talan er um einas umfat
andi kanning, at tað verður
neyðugt við samstarvi við
eina serliga greiningarfyri
tøku.
Í hesum sambandi er
ætlan in at fáa avtalu í lag
við ”Copenhagen Economics”
í Danmark, sum er ein altjóða
greiningarfyritøka og sum
hevur gjørt fleiri kanningar
fyri kappingarráð í øðrum
norðurlondum,
Endamálið við kanningini
er at staðfesta um tað er
neyðugt við almennum inn
trivum í føroyska fíggjar
marknaðin.
Ætlanin er eisini at al
mannakunngera úrslitið av
kanningini.
Eitt endamál við at al
mannakunngera
úrslitið
er at bøta um kunnleikan
hjá vanliga brúkarunum til
fíggjarmarknaðinum og so
statt at bøta um førleikan
hjá at vera meiri krevjandi
og kritisk ímóti bankunum.
Kappingarráðið metir, at
tað fer at taka næstan eitt ár
at gera kanningina.
Fløkt og
ógjøgnumskygd
Kappingarráðið
staðfestir,
at ómaksgjøldini og rentu
støðið í Føroyum hevur verið
afturvendandi kjakevni sein
astu árini.
Tað hevur tað eisini ver
ið á tingsins røðarapalli, har
tinglimir úr at kalla øllum
flokkum hava lagt á bank
arnar og kalla teir bæði líkt
og ólíkt, tí teir skulu vera
ov grammir við rentuni og
ómaksgjøldunum.
Ein kanning, sum Heri
á Rógvi gjørdi við stuðli frá
Kappingarráðnum vísti, at
bankar í Føroyum krevja
nógv
hægri
rentur
enn
danskir bankar við tað, at í
Føroyum er innlánsrentan
væl lægri og útlánsrentan
væl hægri enn í Danmark.
Hinvegin eru ómaksgjøld
ini eisini so fløkt og ógjøg
numskygd, at tað krevur eina
neyva kanning at samanbera
tey.
Tigandi avtala
Kappingarráðið heldur, at
ein orsøk til, at prísstøðið í
føroyska fíggjargeiranum er
so høgt, kann vera, at pen
ingastovnarnir eru so fáir.
Hetta
merkir,
at
teir
kunnu eygleiða atferðini hjá
kappingarneytunum og hava
eina tigandi avtalu um ikki
at kappast.
Kappingarráðið
heldur,
at hetta er eitt fyribrigdi,
sum stundum er komið fyri
á føroyska fíggjarmarknaði
num, har teir ymsu peninga
stovnarnir heilt skjótt fylgja
eftir, tá ið ein peningastovn
ur hækkar ella lækkar rentu
na ella ómaksgjøld.
Tað eru óivað fleiri orsøkir
til, at rentur og ómaksgjøld
eru so høg í Føroyum og tað
eru hesar orsøkirnar, ætlanin
er at finna, sigur Kappingar
ráðið í umbønini um eyka
játtan.
Hinvegin heldur Kapp
ingarráðið eisini, at vandi er
fyri at ringar tíðir og bygnað
urin í føroyska fíggjarmark
naðinum kunnu elva til eina
kappingaravmarkandi fram
ferð hjá bankunum.
Johan Dahl, landsstýris
maðurin
í
vinnumálum,
er sinnaður at lata Kapp
ingarráðið fáa eina millión
í eykajáttan til at kanna
føroyska fíggjarmarknaðin,
soleiðis sum greitt er frá í
hinari greinini her á síðuni.
Hann sigur, at ein eyka
fíggjarlóg verður lagt fyri
Løgtingið í apríl og tá verð
ur peningurin settur av.
Talan er um eina millión
krónur, sum Kappingarráðið
fær í eykajáttan at kanna
um renturnar og ómaks
gjøldini, føroysku peninga
stovnarnir krevja, eru ov ov
høg.
Johan Dahl sigur, at hann
tekur grundgevingarnar hjá
Kappingarráðnum fyri at
gera kanningina, til eftir
tektar.
Sjálvur er hann ein av
teimum politikarum, sum
hevur funnist hvassliga at
føroysku peningastovnun
um.
Í oktober 2009 staðfesti
hann av tingsins røðarapalli,
at Føroyska vinnan doyr, tí
bankarnir mergsúgva hana
við teirri høgu rentuni, sum
teir taka fyri at læna pening
út.
Hann var eisini lands
stýrismaður í vinnumálum
tá og hann helt, at tað var
hansara uppgáva at átala, at
rentustøðið í Føroyum er ov
høgt aftur ímóti rentustøð
inum í okkara grannalond
um, sum vit kappast við.
- Onki samfelag kann
liva við tí, sum tað føroyska
samfelagi í løtuni er útsett
fyri, tá ið tað kemur til rent
ur í mun til okkara grannar,
segði Johan Dahl tá.
Kanna ómaksgjøld og
rentur hjá bankunum
DÝRIR BANKAR Í vár fer landsstýrismaðurin í vinnumálum at játta
Kappingarráðnum eina millión krónur til at kanna um føroysku
bankarnir eru ov grammir at krevja rentur og ómaksgjøld
Fáa pengarnar til bankakanningina
Teir kunnu eygleiða atferðini hjá
kappingarneytunum og hava eina
tigandi avtalu um ikki at kappast
Ein orsøk til, at prísstøðið í føroyska
fíggjargeiranum er so høgt, kann vera, at
peningastovnarnir eru so fáir
Grammir ella ikki?
Bankarnar hava javnan staðið fyri skotum seinastu árini, men í apríl mánaði fær Kappingarráðið eina
millión krónur til at kanna um føroysku bankarnir krevja ov høga rentu og ov høg ómaksgjøld
Vandi er fyri
at ringar tíðir og
bygnaðurin í før
oyska fíggjarmark
naðinum kunnu elva
til eina kappingar
avmarkandi framferð
hjá bankunum