mikudagur 8. februar 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Bað samarnar
um umbering
Finska kirkjan hevur
biðið landsins samar
um umbering fyri, at
kirkjan í 1930-árunum
loyvdi granskarum at
taka beinagrindir upp úr
fleiri samiskum gravum,
so granskararnir kundu
gera lívfrøðiligar kann
ingar av teimum.
Á einari ráðstevnu í
býnum Ivalo um viku
skiftið gav biskupurin
Bottom of Form 1
Samuel Salmi sam
unum
eina
almenna
umbering fyri tað, sum
hann kallaði eina illa
umhugsaða
avgerð.
Biskupurin
viðgekk
eisini, at kirkjan hevur
verið við til at seta tað
samiska málið til viks.
Sunnudagin var tjóð
ardagur hjá samunum.
Hann verður hildin tann
6. februar til minnis
um, at tann 6. februar
í 1917 hildu samarnir
úr
ymsum
londum
fyri fyrstu ferð ein so
kallaðan landsfund.
Minsta arbeiðs
loysið í Evropa
Tað er so nógv at gera
hjá norðmonnum, at nú
hevur einki land í Evropa
so lítið arbeiðsloysi sum
Noreg. Tølini vísa, at um
mánaðarskiftið januar-
februar vóru 71.000 fólk
arbeiðsleys. Tað er 12
prosent færri enn fyri
einum ári síðani, og
norska arbeiðsloysið er
sostatt 2,8 prosent.
Norska kringvarpið
sigur, at tað er støðugt
veksandi
eftirspurn
ingur eftir arbeiðsmegi,
og í síðsta mánað vórðu
29.500 størv lýst leys.
Hanne
Bjurstrøm,
arbeiðsmarknaðarráð
harri, sigur við NRK, at
gongdin ber týðiliga boð
um, at búskaparkreppan
í Evropa hevur havt sera
avmarkaða ávirkan á
viðurskiftini í Noregi.
Hon ávarar tó um, at tað
er als ikki vist, at hetta
verður varandi.
IMF ætlaði at lata
Tjóðleikhúsið aftur
Tá íslendingar í 2009
samráddust við Altjóða
Gjaldoyragrunnin, IMF,
um at fáa grunnin at
hjálpa landinum burtur
úr
fíggjarkreppuni,
skutu
umboðini
hjá
grunninum upp at lata
fleiri almennar ment
anarstovnar aftur, teirra
millum Tjóðleikhúsið í
Reykjavík.
Tað kom fram, tá
Katrín
Jakobsdóttur,
mentamálaráðharri,
svaraði
einum
fyri
spurningi í Altinginum
seinasta fríggjadag.
Í svari hennara sæst,
at IMF-umboðini vildu
hava íslendsku stjórnina
at lata Tjóðleikhúsið,
Listasafn
Íslands
og
Þjóðminjasafnið
aftur
í eitt trý ára skeið. Men
íslendska stjórnin segði
nei.
Í Nuuk eru embætisfólk í fiski-
og landbúnaðarmálaráðnum
farin undir at orða nýggjar
lógir, sum skulu rudda slóð
fyri
vinnuligari
aling
á
sjógvi og á landi. Lóggávan
fer millum annað at umfata
fiskaaling, kræklingaaling og
framleiðslu úr tara.
Ane Hansen, landsstýris
kvinna í fiskivinnumálum,
segði í Landstinginum í
síðstu viku, at landsstýrið
heldur stórar møguleikar
vera í einari komandi ali
vinnu, men at lóggávan fer
at umfata nógv annað enn
vanliga fiskaaling.
Lógaruppskotini, sum ætl
andi verða løgd fyri Lands
tingið í heyst, skulu eisini
umfata matvørutrygdina í
sambandi við aling.
Grønland fyrireikar seg til
eina fjølbroytta alinvinnu
Sum er er fiskaaling bara nevnd í teirri grønlendsku landbúnaðarlógini,
men nú skal leggja lunnar undir eina veruliga alivinnu
Skotar kunnu enda
uttan fyri ES
Bretska stjórnin hóttir nú við at seta Skotland uttan fyri ES,
um skotar velja at loysa frá hinum partinum av Bretlandi
Tað stendur skotum frítt
at velja loysing frá hinum
partinum av Bretlandi, men
so skulu teir ikki kenna seg
vísar í at varðveita støð
una sum limir í Evropasam
veldinum.
Tíðindastovan Scotsman
endurgevur eitt skjal hjá
uttanríkisráðnum í London,
har ráðið viðger tann møgu
leika, at Bretland kann nýta
sýtingarrættin í ES ímóti
einari umsókn frá einum
sjálvstøðugum Skotlandi um
limaskap í samveldinum.
Skotski forsætisráðharrin,
Alex Salmond, hevur sagt, at
Skotland heldur fram sum
partur av ES, eftir at landið
hevur loyst frá hinum part
inum av Bretlandi. Men
hesum hava bretskir politik
arar, teirra millum fleiri í
tí
konservativa
stjórnar
flokkinum, víst aftur. David
Cameron, forsætisráðharri
og formaður í konservativa
flokkinum,
hevur
heldur
ongantíð dult fyri, at hann
er ímóti skotskari loysing,
og hann hevur beinleiðis
mælt skotum frá at atkvøða
fyri loysing, tá fólkaatkvøða
verður um spurningin.
Talsmaðurin
hjá
Alex
Salmond sigur hinvegin, at
Skotland er partur av ES-
økinum, borgarar landsins
eru ES-borgarar, og at tað er
einki, sum bendir á, at hesi
viðurskifti verða broytt, um
Skotland verður sjálvstøðugt
land.
Tjóðleikhúsið í
Reykjavík
Skotski forsætisráðharrin, Alex Salmond, er ikki samdur við
bretska starvsbróðuri sínum um loysing og ES
Mynd: Polfoto
Sambært grønlendska
landsstýrinum eru stórir
framtíðarmøguleikar í aling
bæði á sjógvi og landi
Mynd: Polfoto