mikudagur 8. februar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Mánadagin og í gjár fingu
næmingar í framhaldsdeild
ini høvi at royna seg sum
politikarar.
Tað hendi tá ið Ungdóms
ting var hesar dagarnar, har
næmingar úr fýra skúlum
mannaðu teir 33 tingsessir
nar.
Tilsamans vóru níggju
uppskot til viðgerðar og av
teimum vóru seks uppskot
samtykt og trý vórðu feld
eftir at hava verið til viðgerð
ar í nevndum.
Teir skúlar, sum vóru um
boðaðir á Ungdómstinginum
hesuferð vóru skúlin í Vági
og í Vestmanna, Nám-X á
Eysturskúlanum og Miðvágs-
Sandavágs Skúli.
- Vit kundu hugsa okkum,
at fleiri skúlar vóru umboðir,
men tað kunnu vit so vóna
næstu ferð, Ungdómsting
verður, segði Jógvan á Lakju
ni, løgtingsformaður, tá ið
hann endaði tingið.
Ungdómsstingið endaði
við at tinglimirnir fingu høvi
til at seta landsstýrisfólkum
spurningar og hugurin at
spyrja var stórur, tí tað vórðu
heili 30 spurningar settir.
Og evnini vóru fjølbroytt,
tí landsstýrisfólkini vórðu
spurd um alt frá treytunum
at fáa koyrikort til prutl til,
hvussu
uttanlandsskuldin
verður afturgoldin.
- Endamálið við ungdóms
tinginum er at kunna ung
um, hvussu týðandi okkara
fólkaræðið er, segði Jógvan
á Lakjuni.
Hann staðfesti, at tey
høvdu til fulnar liva upp til
tær mannagongdir, sum eru
galdandi í Løgtinginum og
hann ivaðist ikki á, at fleiri
av limunum í ungdómstingi
num verða at síggja í tí veru
liga politiska lívinum seinni.
aki@sosialurin.fo
Tað verður neyvan ókeyp
is at koyra ígjøgnum
undirsjóvartunlarnar, tá
ið teir eru goldnir
Tað staðfesti Kári P.
Højgaard,
landsstýris
maður í innlendismálum
fyri Ungdómstinginum í
gjár.
Seinnapartin
í
gjár
høvdu tey, sum mannaðu
Ungdómstingið, høvi til at
seta landsstýrisfólkunum
spurningar.
Í hesum sambandi vil
di næmingarnir hava at
vita, hvussu gongur við at
gjaldinum til undirsjóvar
tunlarnar.
Kári
P.
Højgaard
svaraði, at tað eru góðar
60 milliónir eftir at gjalda
av Vágatunlinum og 95
milliónir eftir at gjalda av
Norðoyatunlinum.
Annars staðfesti hann,
at
undirsjóvartunlarnir
eru dýrir í rakstri og hann
væntaði ikki, at tað verður
ókeypis at brúka tunlar
nar, ikki í nærmastu fram
tíð, í øllum førum.
Hann vísti á, at po
litiska skipanin arbeiðir
við ymsum loysnum fyri,
hvussu okkara samferðs
lukervi skal útbyggjast.
Ein loysn er at leggja
allar tunlar í eitt felag og
brúka inntøkurnar til at
halda fram við útbygg
ingum.
Neyvan
ókeypis
at koyra
ígjøgnum
undir
sjóvar
tunlarnar
Stóðu royndina sum
ordiligir politikarar
UNGDÓMSTING Mánadagin og í gjár sluppu
skúlanæmingar at royna seg sum løgtingslimir