mikudagur 8. februar 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
- Valrættaraldurin skal lækka
niður í 16 ár
Tað halda limirnir í fram
haldsdeildini, sum mándagin
og í gjár hava mannað ung
dómstingi á Føroya Løgtingi.
Tað vóru næmingarnir í
Miðvágs-Sandavágs
Skúla,
sum løgdu uppskot fyri Ung
dómstingið um at lækka val
aldurin so at rætturin til at
velja verður lækkaður niður
í 16 ár.
Men tað var við teprum
meiriluta, at uppskotið varð
samtykt, tí 17 atkvøður av
teimum
33
tinglimunum
vóru fyri
Tey, sum eru ímóti at
lækka valaldurin halda, at
tey eru ikki myndug fyrrenn
tey eru 18 ár og at tað er hósk
andi, at valaldurin fylgir tí.
Ongan rætt
Hinvegin
siga
uppskots
stillararnir, at vallógini hev
ur einki krav um at vera
búgvin politiskt ella hava
serstakan intelligens fyri at
taka eina
politiska støðu og valald
urin snýr seg júst um tað: At
taka støðu.
- Tað verður væntað av
teim ungu, at tey taka avleið
ingar sum vaksin, og tey krøv,
sum samfelagið setir teim
ungu, eru ikki í samsvari við,
at vælrættaraldurin er 18 ár.
- Sum dømi um hetta
kann nevnast, at vit longu
í 8. flokki í fólkaskúlanum
skulu velja fak, sum kunnu
fáa avleiðingar fyri restina
av lívi okkara.
- Annað dømi er arbeiðs
marknaðurin. 16 ára gomul
eru vit flest øll í størri ella
minni mun knýtt at arbeiðs
marknaðinum. Har eru ong
ar sersømdir fyri ung, annað
enn at vit fáa minni løn.
- Viðvíkjandi tí kriminella
lágaldrinum, er eitt vanligt
prinsipp í demokratinum,
at fólkið sjálvt skal gera av,
hvørjum lógum tey verða
dømd eftir. Í lógaverkinum
verður hildið, at vit eru nóg
vaksin at verða dømd sam
bært lóg, tá ið vit eru 16, men
samstundis skulu vit bíða, til
vit eru 18, áðrenn vit kunnu
ávirka, hvussu lógirnar vera.
- Vit halda, tað vera bein
leiðis
ódemokratiskt
og
órættvíst, at vit eru nóg
vaksin at dømast, og átti tað
tí at verið minsta krav, at vit
eru nóg vaksin til
at gera av, hvussu lógin
skal verða, siga tey, sum vilja
lækka valrættaraldurin.
Nú skal ein loysn fáast á
trupulleikanum, at sigl
ingin hjá Strandferðslu
ni verður løgd lamin, tá
ið verkfall ella verkbann
eru.
Tað tvíheldur Johan
Dahl, landsstýrismaður í
vinnumálum um á Ung
dómstinginum í gjár.
Tá
ið
næmingarnir
fingu høvi at seta lands
stýrisfólkunum
spurn
ingar, var tað ein ung
dómstinglimur, sum vildi
hava at vita, hvat hann
ætlaði at gera við hetta
vandamál,
sum
rakar
bæði vinnu, ferðavinnu og
áhugan at búsetast kring
landið.
Johan Dahl staðfesti
enn einaferð, at verður
strandferðslan hótt av
verkfalli, fer hann at
leggja uppskot fyri Løg
tingið, sum áleggur skipu
num at sigla.
Kortini vísir hann á,
at nú friður verður aftur
á arbeiðsmarknaðinum,
væntar hann, at Jørgen
Niclasen, sum hevur hetta
málið um hendi, fer at
taka samráðingar upp við
fakfeløgini.
Men eydnast tað ikki,
fer hann at leggja lógar
uppskot fyri Løgtingið
um at áleggja Strand
ferðsluni at sigla, skuldi
tað aftur komið hartil, at
siglingin verður hótt at
ósemju á arbeiðsmarkn
aðinum.
Strandfara
skipini skulu
sigla tá ið
verkfall er
Aldurin at fáa valrætt
skal lækkast niður í 16 ár