mikudagur 8. februar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Til minnis um
Jákup Andrias
Hentze
f. 19.01.67 - d. 11.01.12
Ikki vardi tað meg, tá ið telefonin ringdi 11. januar og
eg fekk at vita, at tú ikki var ímillum okkum longur.
Tá steðgaði alt upp.
14. september í farna ári var tú í Skálavík og hugdi
eftir arbeiðinum, ið tit skuldu gera her. Vit fingu eitt
orduligt klemm frá tær, og tú tosaði um øll tey góðu
minnir, ið tú hevði her frá. Tú segði; fastur eg komi
skjótt aftur. Men so skuldi ikki verða.
Útlongsul hevur tú altíð havt. 14 ára gamal var
tú í Venezuela við einum hjálparfelagskapi. Tú
gloymdi tó ikki okkum, men keypti tinganest heim
við, og er hetta okkum eitt gott minni í hesi sváru
tíð. Eitt skifti arbeiddi tú í Afrika, har tú hitti konu
tína Olgu. So seint sum í desember í fjør vóru tit ein
túr í Egyptalandi.
Kona og børn, foreldur og systkin, Harrin hjálpur
tykkum at koma víðari.
Hvíl í friði.
Fastir tín, Bodil
"Saknið tungan harmin vekur
at so dátt vit mistu teg
Harrin gevur, Harrin tekur
ei vit skilja Harrans veg.
Ei á foldum finnist tann
lívsins gátu grunda kann
best sum sólin fagrast skínur
deyðin inn um dyrnar trínur."
Nøvn
TØKK
90 ára føðingardagur
18. februar fyllir Oddvald Sømark í Skálavík 90 ár. Dagurin
verður hildin í bygdarhúsinum “Kelduni” í Skálavík
sunnudagin 19. februar. Borðhaldið byrjar stundisliga kl. 14 og
endar kl.17. Tey, ið ynskja at verða við til føðingardagshaldið
verða biðin um at tekna seg áðrenn 12. februar hjá dóttrini
Jóhannu Sømark, tlf 281396.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 8. februar verður Tórur Olsen 80 ár. Dagurin
verður hildin saman við børnunum.
70 ára føðingardagur
Leygardagin 11. februar fyllir Jóannes Gøthe, Norðragøta,
70 ár. Dagurin verður hildin í Gøtubrá eftir kl. 18. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Nógv eru tey, ið altíð hava
kallað ølið hjá Føroya Bjór
Einar´s øl.
Starvsfólkið hevur valt
at heiðra stjóran við einum
serligum heiðursbryggi, kall
að Einar´s Special. Hettar í
samband við føðingardagin
hjá Einar, og at hann hevur
starvast á Føroya Bjór í fleiri
enn 40 ár.
Einar Waag, stjóri á Før
oya Bjór, er sonur gamla
Einar Waag og Onnu Malenu
Joensen úr Sørvági. Pápi
gamla Einar, Símun í Vági,
var giftur Karin, ættað úr
Funningsstovu í Havn. Sím
un í Vági tók stig til Føroya
Bjór og fór at bryggja í 1888.
Í dag starvast umleið 40 fólk
á Føroya Bjór runt um alt
landi.
Einar Waag virkar í dag
sum stjóri á eini av elstu
fyritøkum í Føroyum, sum
hann hevur havt undir hond
seinastu 42 árini.
Eftir lokið Studentsprógv,
fór Einar undir útbúgving
sum bryggjmeistari og fekk
hann prógv í Munchen í 1968.
Tvey ár seinni, í 1970 tók Einar
við sum leiðari á Føroya Bjór
bara 23 ára gamal. Í hansara
leiðslutíð hevur bryggjaríið
ment seg frá einum minni
virki til í dag at vera eitt
nýmótans ídnaðarvirki.
Einar giftist Elisu Holm
úr Havn í 1974, og eiga tey
dóttrina Anniku.
Einar hevur altíð verið
virkin, har íðnaðurin er
galdandi, og hann er sera
nærlagdur, tá tað kemur til
góðsku. Tí er ikki so løgið, at
Einar´s øl eisini hevur fingið
góð skoðsmál uttanlands.
Hjartaliga tillukku við
føðingardegnum og takk fyri
gott samstarv.
Ynskja,
Starvsfelagar á Føroya Bjór
Heilsan frá Starvsfólkunum
á Føroya Bjór
Eina Einar's øl - hjartaliga tillukku
Einar´s Special
Einar´s Special er ein
gylt bjór við góðari
samanseting av fleiri
ymiskum maltsløgum,
humlu og tí besta savnað
úr føroysku nátturuni.
Einar Waag hevur ein
serligan tokka og stóra
vitan um føroysku
nátturuna, fuglar,
plantur og alt livandi. Tí
hava starvsfelagarnir á
Føroya Bjór valt føroysku
náttúruna sum íblástur til
Einar´s Special.
Í fjør varð savnað eitt
úrval av urtum og
plantum úr føroysku
náttúruni, hettar gevur
Einar´s Special eitt eykað
krydd.
Bert ein avmarkað
nøgd er bryggjað fyri
at heiðra Einar Waag á
føðingardegnum.
Fakta