mikudagur 8. februar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Høgni Hoydal hevur enn
einaferð verið úti við sínum
afturvendandi
pástandum
um hvussu lítlan týdning
ríkisveitingin hevur fyri Før
oyar. Hann nevnir nakrar
sokallaðar
”staðfestingar”
og sigur, at ein og hvør kann
eftirkanna og meta um tær.
Eg havi tikið hann uppá
orðið, og havi eftirkannað
nakrar av staðfestingunum,
og mín niðurstøða er, at har
er lítið skil á. Eg skal greiða
frá, hví eg eri komin til hesa
niðurstøðuna.
Gloymir sína egnu
samgongu
Fyrsta staðfestingin sigur,
at Sambandsflokkurin og
Fólkaflokkurin hava sitið
saman við politiska valdinum
í Føroyum í knapt níggju
ár. Tað er ikki rætt. Tað var
nevniliga eisini eitt tíðarskeið
í 2008, tá tann sokallaða CHE-
samgongan sat við valdinum,
og júst í 2008 setti vøksturin
í almennu útreiðslunum met.
Eg skilji væl, at Høgni roynir
at látast sum um at tann
samgongan ongantíð hevur
verið til.
Spardu danskan blokk
Næsta ”staðfestingin” sigur,
at Tjóðveldi gav frá sær
ein landskassa í 2003, har
skuldin var niðurgoldin, og
2,3 mia. spardar upp. Eisini
sigur Høgni, at øll árini,
meðan
Tjóðveldi
hevði
ábyrgdina, var yvirskot hjá
landskassanum, og hvørt ár
rindaði landskassin 323 mió.
til donsku stjórnina í rentum
og avdráttum.
Um vit hyggja í rokn
skapartølini fyri hesi árini,
so síggja vit, at samlaða
avlopið frá 1998 til og við
2003 var 2,6 milliardir krónur.
Tað var úrslitið aftaná at
fullveldislandsstýrið hevði
fingið meira enn 5 milliardir
í blokkstuðuli umframt aðrar
ríkisveitingar,
sum
liggja
uttanfyri blokkin. Tað vil siga,
at hvør einasta króna, sum
fullveldislandsstýrið spardi
upp, og hvør einasta króna,
sum bleiv brúkt til at gjalda
skuld við, kom í landskassan
sum blokkstuðul. Og har
umframt
rindaði
blokk
stuðulin 2,5 milliardir krónur
fyri rakstrarútreiðslur hjá
fullveldislandsstýrinum
hesi árini, umframt at aðrar
ríkisveitingar rindaðu ann
an almennan rakstur í sam
felagnum.
Tað er løgið, at Høgni
nevnir hesi tingini í eini
grein, sum hevur til endamáls
at vísa, hvussu lítlan týdning
ríkisveitingin hevur. Hann
hevur jú prógvað tað øv
ugta.
Er smartur
Sigast má, at Høgni er
smartur, tá hann sigur at
2,3 mia. vóru spardar upp, tí
hann fær tað at ljóða, sum
um at allir hesir pengarnir
vóru spardir upp undir full
veldislandsstýrinum.
Men
heldur ikki tað er sannheit.
Har stóð nevniliga ein knøpp
milliard á bók, longu tá full
veldislandsstýrið kom til,
so teirra partur av uppspar
ingini var tað minni.
Tølini tala
Víðari sigur Høgni: ”Síðani
hevur
Sambandsflokkurin
sitið við fíggjarmálum og við
løgmansembætinum.
Teir
rindaðu ikki 323 mió. kr. um
árið í rentum og avdráttum.
Teir
brúktu
pengar
og
royndu at oysa so nógvan
pening sum gjørligt út í sam
felagið.”
Um vit leita í roknskap
artølunum og hyggja eftir,
hvussu nógvir pengar eru
”oystir út í samfelagið”, so
síggja vit, at meðan Tjóðveld
isflokkurin sat við fíggjar
málum (1998 - 2003) øktust
rakstrarútreiðslurnar í meðal
180 mió. krónur um árið, men
meðan Sambandsflokkurin
sat við fíggjarmálum (2004
– 2007) øktust rakstrar
útreiðslurnar í meðal 144
mió. krónur um árið (altso
36 mió. krónur minni enn
hjá Tjóðveldisflokkinum). Í
2008 øktust útreiðslurnar
484 mió. krónur (340 mió.
meira enn eitt meðal ár hjá
Sambandsflokkinum)
og
síðani 2008 eru útreiðslurnar
øktar í meðal 120 mió. krónur
um árið.
Hóast henda veruleikan,
so endurtekur Høgni um
aftur og umaftur, at ABC
samgongan oysti pengar út
í samfelagið, og at fullveldis
landsstýrið sat tungt á kass
anum.
Skaðiligt ella
frambrot?
Høgni skrivar síðani, at
undir ABC vóru skattalættar
latnir fyri 372 mió. krónur á
fíggjarlógini.
Av eini ella aðrari orsøk
hevur hann fingið sær til
vana, at vísa til skattalætt
arnar hjá ABC-landsstýrinum,
men hann gloymir at nevna,
at fullveldislandsstýrið gav
eisini skattalættar. Undan
valinum í 2004 sendi Høgni
eitt teldubræv til veljarafe
løgini hjá Tjóðveldisflokk
inum, sum hann bað tey
brúka í valstríðinum. Yvir
skriftin var ”Seks ár við Tjóð
veldisflokkinum – seks ár við
frambrotum”. Eitt av ”fram
brotunum” ljóðaði soleiðis:
”Skattalættar eru framdir
fyri knappar 400 mió. kr.”
Hvussu ber tað til, at
skattalættarnir hjá ABC vóru
skaðiligir,
meðan
skatta
lættarnir hjá Høgna vóru eitt
frambrot?
Reistu okkum
úr kreppuni við
fullum blokki
Av øðrum ”staðfestingum”
úr
greinini
hjá
Høgna
kann nevnast, at hann enn
einaferð skrivar, at Føroyar
fóru ”logandi á heysin við
fullum blokkstuðuli”. Hetta
ger hann, hóast hann væl
veit, at tað er stórur munur
á at fara á heysin VIÐ fullum
blokkstuðuli og at fara á
heysin AV fullum blokk
stuðuli. Hann eigur eisini at
minnast, at føroyska sam
felagið reisti seg aftur úr
kreppuni við fullum blokk
stuðuli, so tað var ikki har, ið
feilurin lá.
Útreiðslurnar vuksu
meira enn inntøkurnar
Høgni skrivar eisini: ”Síðani
vit tóku hesa ábyrgd í 2001,
eru árligu INNTØKURNAR
til landskassan VAKSNAR
við góðum 800 mió. krónum.
Vit hava sostatt nærum eina
milliard meira at brúka til
vælferðartænastur enn fyri
10 árum síðani. Hetta hava
vit sjálv skapað og áttu at
verið errin av.”
Um vit hyggja í rokn
skapirnar, so síggja vit, at
talið, sum hann brúkar, eru
skeivt. Rætta talið er 645 mió.
krónur.
Hvussu Høgni fær 645
mió. at vera tað sama sum
”góðar 800 mió.” og seinni
kallar tað ”nærum eina milli
ard”, er ein gáta.
Inntøkurnar hjá lands
kassanum vaksa alla tíðina.
Tað er einki nýtt. Tað sama
gera útreiðslurnar. So hvørt
sum búskapurin í landinum
veksur, smittar tað yvir á
landskassan.
Tað
hevur
einki við blokkniðurskurðin
at gera. Tá vil eg heldur
siga, at tað fellir í eyguni, at
útreiðslurnar eru vaksnar
meira enn eina milliard meira
enn inntøkurnar síðani 2001
(eg havi longu víst á, hvør
sat á kassanum, tá vøksturin
var størstur). Vit eru farin frá
einum avlopi á næstan 700
mió. krónur til eitt undirskot
á næstan hálva milliard. So
kann mann sjálvandi kalla
tað ”at taka ábyrgd”.
Eg haldi ikki at eg skal gera
meira burturúr hesum. Men
Høgni bað okkum eftirkanna
hansara ”staðfestingar”. Her
vóru so nakrar.
Nakrar staðfestingar
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Hevur tú eina ella fleiri
tryggingar í Trygging
arfelagnum Føroyar, ert
tú limur í Ognarfelagi
Tryggingartakaranna og
medeigari í Føroya størsta
peningasamtaki,
hvør
eginogn er upp á uml. 1,7
mia. kr. Hvat veitst tú um,
hvat gongur fyri seg har?
Um tú ert ónøgd/ur, kanst
tú gera nakað við tað nú
Ognarfelag Trygging
artakaranna
eigur
alt
TF samtakið, sum m.a.
umfatar
Tryggingar
felagið Føroyar og Eik
Banka. Eginognin í rokn
skapinum fyri 2010 er upp
á kr. 1.684.679.736.
Ert tú tryggingartak
ari í Tryggingarfelagnum
ert tú limur og harvið
medeigari í samtakinum.
Men tú ert umboð/ur av
einum umboðsráði, sum
telur 23 umboð. Hetta
verður nú broytt, soleiðis
at umboðini verða 35 og
skulu hesi 12, sum koma
afturat nú, veljast áðrenn
23. febr.
Trupul manna
gongd
Mannagongdin í sam
band við valið er trupul,
tí tú mást biðja um at
kvøðuseðil, um tú skal
sleppa at velja.
Tú kanst eisini lut
taka á aðalfundum, har
tú hevur talurætt, men
ikki atkvøðurætt. Men
fyri at sleppa at luttaka
á aðalfundum skal tú
skrivliga boða høvuðs
skrivstovuni frá hesum
í seinasta lagi 5 dagar
undan aðalfundinum.
Hesar forðingar hava
eisini tað við sær, at sera,
sera fáir limir luttaka á
aðalfundum. Var sjálvur
til seinasta ársaðalfund,
har vit – so vítt eg dugdi
at síggja – bert vóru trígg
ir limir umframt ein blað
mann. Restin vóru fólk
við tilknýti til leiðslu og
starvsfólk í felagnum.
Uppskot
var
eisini
frammi á hesum fundi
um at broyta viðtøkurnar,
soleiðis at størri opinleiki
kundi fáast í samtakið,
men tað var felt av um
boðsráðnum – tínum um
boðum!
Ert tú nøgd/ur við
hesa skipan?
Forðingar burtur
og størri opinleika
Havi sjálvur í nógv ár
verið ein av kritikarunum
av
samtakinum,
men
ásannandi, at tað ikki bara
ber til at kritisera, havi eg
avgjørt at royna at verða
valdur í umboðsráðið, fyri
at fáa ávirkan, har av
gerðirnar verða tiknar.
Havi tí eisini latið
uppskot inn til viðtøku
broytingar á komandi
aðalfundi,
soleiðis
at
forðingarnar í samband
við
fundarluttøku
og
atkvøðugreiðslu
verða
tiknar burtur. Eisini eigur
størri opinleiki at verða í
samtakinum.
Tú kanst gera tína
ávirkan galdandi
Ert tú samd/ur við mær,
fara eg at heita á teg um
at nýta tín rætt at atkvøða
til umboðsráðsvalið, sum
er útskrivað.
Hetta kanst tú gera
við at ringja ella maila
til Tryggingina áðrenn
17. febr., sum greitt frá
í lýsing og biðja um at
kvøðuseðil við at uppgeva
navn, bústað og føðingar
dag.
Tú kanst eisini seta teg
í samband við undirritaða
(tlf. 217942), so kann eg
útvega tær atkvøðuseðil.
Verði eg valdur, ætli
eg at arbeiða fyri størri
opinleika í samtakinum
og at forðingar verða
tiknar burtur, so limirnir
og eigararnir føla, at teir
veruliga er partar av sam
takinum.
Hvat hendir
í Tryggingar
felagnum?
Jóhan Petersen