Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Í seinastu viku samtykti Løg­ tingið figgjarlógina fyri 2012. Tað, sum gjørdist ein týðandi partur av orðaskiftinum var, at minnilutin hevði hall­ið niðri á 145 mill, har ið 150 mill skuldu koma frá til­feingis­ gjaldi, meðan meiri­lutin ikki kalkuleraði við tilfeingis­ gjaldi. Orsøkin til drúgva orða­ skiftið var tilfeingisskattur­ in, sum fekk nógva rúmd. Sjálv­sagt eisini tilfeingis­ skatt­urin, sum landskassin fekk í 2011. At tingfólk nú síggja øktu virðini í pelagisku vinn­uni, og tað at vinnan er sinnað at rinda eitt gjald fyri hetta tilfeingið ger, at inflatíón skjótt kann koma í orða­ skiftið, og fólk fara at yvir­ bjóða hvørt annað. At vit skulu hava eitt gjald frá pelagisku vinnuni, eru flest øll samd um, men um talan skal vera um 100,200 ella 300 mill er ikki so avgerandi. Í fyrsta umfari er týdningarmikið, at búskapar­ liga yvirskotið í fiskivinnuni er av slíkum slagi, at vinna og landskassi verða tryggjað eina so góða tilfeingisinntøku sum til ber. Visjón 2015 hevði sum aðalmál, at tilfeingis­vinn­ ur­nar skuldu geva ein so góðan og støðugan sam­fe­ lags­búskapar­ligan vinn­ing sum gjørligt. Tilfeingið er landsins ogn, sum Føroya Landsstýrið umsitur. Okkara mál skal vera, at alt skal um føroyskan bryggju­ kant, og alt skal fiskast ella viðgerast á føroyskum kjøli. Rávøruveitarar, hvørs vitan liggur aðrastaðni enn her í landinum, eiga ikki at sleppa framat. Um einki kemur burturúr samráðingunum, sum skulu verða í Íslandi í februar, eiga vit skjótast til ber at fyri­ reika vinnuna uppá, hvussu landsstýrið ætlar at tilluta ásetta tonsatalið út á ymsu skipabólkarnar, ella hvussu landsstýrið ætlar at skipa veiðuna í 2012. Veður hugt eftir lønunum í fiskivinnuni, so er sera stórur ójavni komin í. Hetta er hent tvey tey seinastu árini, og her er høvuðsorsøkin helst makrelurin ella pelagiska vinn­an. Hesin ójavni er íkom­in, tí at tey virðini eru býtt ójavnt. Botnfiskaflotin hevur havt reyð tøl á botn­ linjuni í fleiri ár, meðan aðrir skipabólkar skúma fløtan. Einki galið í tí, men alt er relativt. Spurningurin er tó ikki so einfaldur. Tað grund­ leggj­andi er, at vit tryggja, at makrelurin og annar uppi­ sjóvarfiskur gagnar sam­ felag­num sum best frameftir. Tað verður neyðugt at gera grund­leggjandi broytingar í fiski­vinnuni. Skal botnfiskaflotin verða ein natúrligur partur av hesum tilfeingi? Tað er okkurt, sum bendir á, at uppi­sjóvar­fiskasløgini hava eina lívfrøðiliga ávirkan á botnfiskastovnin. Um tað er ein av fleiri orsøkum til, at stovnarnir eru so illa fyri, er ikki óhugsandi. Hinvegin verður sagt, at okkara botnfiskafloti er ov stórur. Tí er spurningurin við­komandi, hvørt uppsjóvar­ fiskurin skal halda lív í einum ov stórum botnfiskaflota. Ein gongd leið kundi verið, at vit lótu uppisjóvarfisk fyri kvotu aðrastaðni, og á henda hátt minkaðu um trýstið á grunnarnar. Vit hava møguleika og skyldu til at gera eina breiða semju tvørtur um politisk mørk, eina semju, sum polit­ iska skipanin, og ikki minst vinnan kann fyrihalda seg til. Løgmaður hevur gjørt eitt skilagott átak við at seta ein bólk við fólki úr øllum flokk­ um at viðgera henda spurn­ ing. Um vit kundu komið hagartil, at ein breið politisk semja fekst um hetta mál, sluppu vit undan politiskum konfrontatiónum líkum teim­ um, sum vit seinastu árini hava sæð, tá ið fiskidagarnir skulu ásetast, tá ið hótt hevur verið við at spreingja bæði samgongur og flokkar í luftina. Tíðin er farin frá hesum primitiva politikki. Vit hava møguleikan nú. Skulu vit hava burðadygga vinnu, er fyrsta treyt, at vinn­ an kennir fortreytirnar. Tilfeingisgjald komið fyri at verða Eivin Jacobsen løgtingsmaður Sambandsfloksins Niðanfyri er roknistykki sett upp, ið vísir hvørja ávirkan ein lønarhækkan á kr 220 um mánaðin hevur á ein lim í Føroya Pedagogfelag, tá fast­ar og skiftandi útreiðslur hækka við prístalinum. Tøl­ini vísa greitt, at ein løn­arhækkan á kr 220 um mán­að­in er ein ógvuslig real­ lønar­lækk­ing Lønarlagið lágt hjá lim­um í Føroya Pedagog­felag Lønarlagið hjá limum í Føroya Pedagogfelag er lágt, sammet við aðrar starvsbólkar í Fø­ royum. Eitt hjálparfólk vinn­ ur í miðal umleið kr 20.000 um mánaðin meðan ein peda­gogur vinnur í miðal kr 25.000 um mánaðin. Av tí at hesi bæði fólkini í stór­ an mun eru noydd at ar­ beiða niðursetta tíð, liggur lønin tó millum kr 15.000 og kr 19.000 mánaðarliga. Í roknistykkinum niðanfyri er mánaðarlønin kr 20.000 nýtt. Boðin lønarhækkan frá FMR svarar til kr 57,51 um mánaðin Tað stóð, sum kunnugt, Føroya Pedagogfelag í boði, at fáa eina lønarhækkan á kr 220 um mánaðin, fyri lønir upp til kr 30.000 um mánaðin. Sum talvan niðan­ fyri vísir, svarar hetta eftir skatt og hækkað gjøld til eina lønarhækkan á einans kr 57,51 um mánaðin. Talan er um eina ógvus­liga reallønar­ lækking Ikki bert ALS gjaldið og gjaldið fyri heilsutrygd er hækkað. Prístalshækkingin á 2,3% ávirkar eisini meiniga føroyingin meint. Í døminum er ein vanligur persónur við­ gjørdur, ið hevur útreiðslur eins og øll vanlig fólk. Hesin per­sónur hevur millum ann­að tørv á ansing, hevur út­reiðslur til SEV, olju, tel­ e­fon og kringvarpið. Her­ um­framt er tørvur á trygg­ ing­um av ymiskum slag. Veg­skattur skal eisini gjaldast. Hesar útreiðslur verða samlað kallaðar fyri fastar útreiðslur í døminum. Fyri at lætta um fíggjarliga trýstið hjá persóninum í døminum, er hædd tikin fyri, at persónurin er giftur og einans rindar sín lutfalsliga part av útreiðslunum. Lut­ fals­liga parturin av føstu út­reiðslunum føra við sær, at persónurin hevur kr 39,64 minni eftir um mánaðin. Lønarhækkingin á kr 220 um mánaðin megnar soleiðis ikki at viga uppímóti hækkandi prísstiginum í landinum. Enn eru kortini bert fastar út­reiðslur tiknar við. Útreiðslur til mat og klæði ávirka eisini nógv Fyri at liva er ikki nóg mikið at rinda tryggingar, SEV, olju og aðrar fastar útreiðslur. Matur, klæði og ítriv er eisini ein kostnaður, ið allar familjur í Fø0­royum rinda fyri. Verða hesar útreiðslur tiknar við, førir prístalshækkingin við sær, at tað gerst kr 112,63 kostnar­ miklari at liva um mánaðin. Lønarhækkingin á kr 220 munar einki Samanumtikið sæst, at ein vanligur føroyingur, ið fær kr 220 í lønarhækking um mán­aðin als ikki megn­ar at fylgja við hækk­andi livi­kost­ naðinum. Prís­vøkst­urin førir við sær, at hesin per­són­urin, hóast tær eyka kr 220 um mánaðin, áðrenn skatt, hev­ur góðar kr 150 minni um mánað­ in at liva fyri. Týdningarmikið er at leggja afturat, at persónurin í døminum hevur maka at deila kostnaðin við. Var hetta ikki støðan, var enn minni at liva fyri um mánaðin, og tær kr 220 rukku enn stytri. Føroya Pedagogfelag fekk boðið dundrandi reallønarlækking Føroya Pedagogfelag Jógvan Philbrow, næstformaður