mikudagur 8. februar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vitandi um, at vit í dag
hava lærugreinina “søga og
samtíð”, sum eisini eigur at
umfata samfelagslig viður
skifti, politikk og demokrati,
sæst í námsætlanini, at
tað í stóran mun er upp
til læraran sjálvan hvussu
hann raðfestir. Hetta er
ikki í lagi, sam-felagsfrøði
eigur sjálvandi at verða ein
lærugrein fyri seg. Nógvir
næmingar byggja síni polit
isku sjónarmið í hesum aldri
num, og tí er tað alneyðugt
at læra um samfelagið. Tað
er týdningarmikið, at gera
samfelagsfrøði til felagslæru
grein í 9.flokki, fyri at fáa
næmingarnar at hava áhuga
fyri politikki í ungum árum,
soleiðis, at tey mennast og
leggja sítt egna politiska
støði. Tá tey ungu fara á val
fyrstu ferð, skulu tey hava
havt møguleikan at læra um
samfelagið og demokratiið.
Í okkara landi kunnu
politikararnir gera næstan
hvat sum helst, tá tey ungu
eru
støðuleys
politiskt,
vegna væntandi vitan, tí
tað er nettupp ungdómurin,
sum plagar at vera góður
at gera uppreistur. Tí kann
ein siga, at sum er, stendur
demokratiið veikt. Hinvegin
innføra vit samfelagsfrøði í
9.flokki, hevði tað í minsta
lagi givið næmingum vitan
um samfelagið, og kanska
vakt áhuga, og við tí hevði
ungdómurin
verið
meira
politiskt aktivur.
Vit muga minnast til, at
tey ungu er landsins framtíð,
sum fara at atkvøða, og
tað eru tey, ið verða okkara
næstu løgmenn og ráðharrar.
Tí er tað sera hóskandi at
fáa okkara ungu áhugaði í
politikki, og at menna teirra
vitan um samfelagið. Ein
trupulleiki er eisini, at ein
næmingur, sum ikki fer víðari
í studentaskúla, ella undir
annan hægri lesna við sam
felagsfrøði sum valfak, fær
ongantíð lært um samfelagið,
áðrenn hann atkvøður - altso
um hann atkvøður. Tað er
væl av týdningi, at næm
ingurin hevur eitt skilagott
grundarlag fyri síni atkvøðu?
Ein siðvenja kann vera, at tá
ið ungdómurin atkvøður,
velur hann sama flokk sum
síni foreldur, tí at hann ikki
hevur ment sína egnu polit
isku meining.
Samfelagið í Føroyum
er lítið, m.a. tí eru miðlanir
í Føroyum ikki á líka høgum
støðið sum t.d. í grannalond
um okkara, Danmark, Norra,
Svøríki o.s.fr. Tí kunnu miðl
arnir ikki vera einasta veg
leiðing
í
samfelagsviður
skiftum og upplýsing til tey
ungu, hóast teir eisini eru
ein týdningarmikil partur
av at tilogna sær vitan. Tað
stillar tí serliga stór krøv til
ungdómin at hava ein krit
iskan hugburð til útvarp,
sjónvarp
og
alnetið.
Vit
noyðast at upplýsa ungdóm
in, tað er grundarlagið fyri
eitthvørt demokratiskt sam-
felag í vesturheiminum.
Seinastu árini hava vit
fingið stóra kapping frá
grannalondum okkara. Ein
partur av ungdóminum í
Føroyum velur ella ynskir
heldur, at fara uttanlands
á eftirskúlar. Tað er eisini í
lagi, men tað skal ikki vera
orsakað av einum vánaligum
skúlaverki her heima. Okkara
ungdómur, ið vit so fegin vilja
stuðla og hava at varðveita
okkara mentan, verður av
ongum, um vit ikki taka ann
að skinn um bak.
Stundin er ikki komin at
niðurraðfesta
útbúgving,
við t.d. at útseta skúlan í
Marknagili, ella minka um
stuðulin til skúlaverkið. Held-
ur skulu vit spýta eyka fígging
og játtanir inn í miðnámið og
fólkaskúlan. Vit mugu økja
um útbúgvingarmøguleikar
í Føroyum, soleiðis at vit
kunnu tryggja okkara fram
tíð, og geva okkara ungdómi
møguleikan at luttaka meira
aktivt í samfelagskjakinum.
Ein góð byrjan er, at inn
føra samfelagsfrøði í 9. flokk.
Vánaligari skúlar og útbúgv
ingarmøguleikar, sum bert
vera verri um vit ikki fjálga
um teir, er ikki rætta leiðin
fyri eina góða framtíð hjá
ungdóminum í Føroyum.
Samfelagsfrøði í 9.flokk
Guðrið Guðjónsson
15, limur í Sosialistisk Ung
Okkara vælferðarskipan
er undir hørðum trýsti,
alt meðan høgra upp
byggir eina útlendska
sterkt kúgandi stætta
fólkaskipan.
Tey
politisku
og
religiøsu á ytsta høgra
veinginum slóa fjøldini
vegir
inn
á
niðastu
samfelagsrøkurnar,
meðan tey sjálvi, teirra
næstringar og viðhalds
fólk verða leidd inn á
samfelagsins
hægstu
røkur.
Vælferðarsamfelagið
hevur
longu
fingið
fyrstu skotini fyri bógv
in, meðan hin mark
leyst freki studenturin
í Tinganesi, sum fyri
langt síðani átti at verð
ið settur í Tinganes,
framhaldandi
mobili
serar og løðir til næstu
skotriðuna.
Og
ikki
skulu so mong skot til,
áðrenn vælferðarskútan
søkkur.
Ryggjaleysir
snult
arar, ið rokna við at fáa
part, um teir hjálpa til
við at skera vælferðar
samfelagið upp, stuðla
atgerðunum,
annars
hevði tað verið munandi
truplari hjá høgraharka
liðnum
at
likviderað
vælferðarsamfelagið.
Mong minnast enn
stríðið fyri vælferðar
samfelagum, ið var bygt
upp av mið- og vinstra
hallum við hjørtunum
á røttum stað og við
sonnum kristnum, ið
viðurkendu góðu gern
inganna
altavgerandi
týdning fyri tey mongu
og smáu í samfelagnum.
Guð havi lov fyri tað,
tí mong hava í tøkum
tíma fingið og følt eina
fløvandi hond og fingið
neyðugan stuðul, tá á
hevur staðið.
Í dag høvdu fleiri av
slóbrótarunum korsað
seg og grátið yvir høgra
kósina. Men tey høvdu
ikki bara funnið seg í tí.
Tey høvdu turka tárini,
brotið upp um ermar
og reist eina mótmakt,
so høgra hevði kunnað
verið pressað inn aftur
í holurnar, har tey hoyra
heima.
Men hvat gera vit,
sum minnast vælferðar-
samfelagið við stórari
tøkk? Eru vit til reiðar at
verja hetta samfelagið, so
at eisini verandi børn og
ung og komandi ættarlið
saman við okkum kunnu
liva og virka saman í
hesum landi, har vit øll
draga eina línu øllum
fólkinum at gagni - og
ikki bert teimum fáa út
valdu?
Enn kunnu vit steðga
høgrakósini, men tað
krevur, at vit eru virkin
saman.
Tí fari eg at skjóta
upp, at vit saman - heilt
skjótt - stovnseta eina:
Fólkafylkingin
til
verju av føroyska væl
ferðarsamfelagnum.
Tit, ið halda, at hetta
er rætt at gera, og sum
kundi tonkt sær at verið
við, kunnu seta tykkum
í samband við meg á tlf.
445035/282444 ella skriva
til dagfinnur.danbjoerg@
skulin.fo
Fólkafylking
til verju av
føroyska
vælferðar
samfelagnum
Dagfinnur Danbjørg
Støðan í dag er tann, at ein kann enda 9. flokk uttan at hava
fingið ein einasta tíma í undirvísing um samfelagið. Fyri tey,
sum ikki fara víðari í skúlaverkinum, vil tað merkja, at tey ikki
fáa undirvísing um samfelagsviðurskiftir yvirhøvur.
7. februar 2012 staðfestir Fólkatingið
at Føroyar eru ein donsk región
Ólavur Petersen
Síðan heimastýrislógina frá
1948 hava stjórnmálafrøð
ingar tvíhildið um, at heima
stýrislógin einans er ein
útdeligeringslóg á líka fóti
við, tá danski staturin útdeli
gerar uppgávur til danskar
regiónir og kommunur.
Eftir ynski og samráð
ingum við donsku stjórnina
hevur
Føroya
Landsstýri
»samráðst« seg fram til kr. 9
mió afturat í blokkpottin úr
Danmark.
Føroya Landsstýri skal
aftur fundast við donsku
stjórnina til heystar um
blokkin fyri 2013, sigur løg
maður.
Sama skulu Región Nord
jylland, Región Midtjylland,
Región Syddanmark, Región
Sjælland og Región Hoved-
staden gera.
7. februar 2012 staðfestir
danska parlamentið, eftir
boðum frá Føroya Løgtingi,
at Føroyar er Región 6 í Dan
markar ríki.