Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Vit hava nú ferð eftir ferð víst á, hvussu umráðandi tað er, at vit skipa okkara samráðingar við onnur lond av nýggjum, og at vit fáa nógv meira burtur úr teimum. Vit hava víst á, at land og fólk árliga kunnu vinna hundraðtals milliónir krónur meira, um vit fyrireika okkum øðrvísi og betri til hes­ar samráðingar, sama um talan er um at tryggja okk­um veiðu­rætt­indi, at býta um rætt­indi við onn­ ur lond ella at stovna og við­líka­halda mill­um­landa hand­ilsav­talur. Bæði fyri og eftir løg­ tingsvalið hava vit staði­ liga mælt til, at vit í Før­ oyum bæði gera breiðari og hollari politiskar semj­ur, og at vit skipa eitt topp-professionelt sam­ráðingar­toymi undir okkara uttan­ríkis­tæn­ astu, sum við bæði breið­ ari og djúpari vitan innan allar viðkomandi tættir í fiskivinnu, handli og millumlanda samráðing tryggjar okkara áhuga­ mál. Tíverri hevur núsit­ andi landsstýri tó ong­an hug at broyta sam­ráð­ ingar­politikkin. Nýggj­ asta dømið er ferð løg­ mans til Íslands fyri stutt­um. Løgmaður fór av land­inum uttan so frægt sum at ráðføra seg og samstarva við føroysku umboðini í sonevndu Hoy­víksnevndina, sum eru teir tinglimirnir, ið skulu fylgja við sam­ráð­ ingunum landanna mill­ um. Hví samskiftir løg­ maður ikki við politisku limirnar í nevndini fyri at kjølfesta felags polit­ isk mál og á tann hátt at styrkja sær sam­ráð­ingar­ støðu sína? Svarið fýkur í vindinum onkustaðni yvir Íslandsrygginum. Sjálvt um lodnuavtalan landanna millum ikki er beinleiðis partur av Hoy­víkssáttmálanum, so átti løgmaður eisini í tí málinum at roynt at tryggjað sær felags stev mill­um ting­limirnar í Hoy­víks­nevndini. Í staðin kemur løgmaður heim­aftur úr Íslandi uttan at hava fingið ljóð fyri tí órætti, sum vit før­oyingar eru fyri í avtaluni um lodnuna. Hetta er ein avtala, sum er vánalig og beinleiðis í stríð við endamálið um at fáa sum mest úr havsins tilfeingi. Tað, at vit fáa meira burtur úr tilfeinginum er ikki bara onkurt hissini politiskt ynski. Tað er avgerandi fyri inntøkugrundarlag okkara – ja, helst fyri alla okkara vælferð! Vit hava eisini áður víst á, at Hoyvíkssáttmálin sum heild ikki hevur hildnast okkum væl og at vit eiga at gera upp fyri­ munirnar og van­sarnar við honum. Úrslitið kann so vísa okkum, um vit skulu siga hann upp ella endurnýggja hann. Tvær brøðratjóðir, sum hava so líkar lívs- og tilverutreytir, mugu hava fullkomna handilsliga javnvág síná­ millum. Vit kunnu einki annað góðtaka. Vit hava harafturat víst á tann veruleikan, at meðan før­ oyingar slett ikki sleppa at eiga í íslendska fiska- tilfeinginum, sleppa íslend­ingar ótarnaðir at eiga í okkara. Soleiðis eru lóg­gávurnar, men eru tær so hóskandi? Tað kann tí ikki sigast ov ofta, og verður hervið sagt enn einaferð: Vit mugu og skulu leggja á ann­an bógv í uttan­ríkis­ málum. Eingin innan­hýsis ósemja má vera um hesi mál í Føroyum. Vit mugu standa saman um mál og mið. Samráðingarnar við onnur lond mugu skip­ ast av nýggjum. Polit­iska samanhaldið og pro­ fessionella sam­ráð­ingar­ toymið eru lykl­ar­nir. Løgmaður – hetta má gerast betur! Poul Michelsen løgtingsmaður og limur í Hoyvíksnevndini Í míni fyrstu grein, “Fast­ løntir frøðingar og verulig vinnulívsfólk”, snúðið skriv­ ingin seg í stuttum um: “Ferð eftir ferð at kalla okkara vinnu­lívsfólk, reiðarar og politiska systemið fyri kor­ rupt, uttan at Vinnuhúsið ger bart, er at undrast á”! – Síðani hevur Teitur Vágadal í fleiri umførum gjørt viðmerkingar og sett spurningar. At greinskrivarin heldur á at seta spurningar, sum eg í greinum mínum havi svarað, ger hugburðsmunurin, at hann góðtekur ikki svarini. Spyr uttan mið og mál Tá hann aftur spyr, um eg “vil virða alla vinnuna, so at hon, øll sum hon er, kann fáa líka karmar at virka í”. Er svarið sjálvandi ja! Tá hann í øðrum lagi spyr, um eg, “vil lata markn­ aðarkreftirnar ráða, ótarn­ aðar av órættvísari viðferð av vinnufólk, sum av tilvild ikki eru í fiskivinnuni og ikki hava FINGIÐ eitt fiskiloyvi”, er hetta tendensiøsur spurn­ ing­ur uttan mið og mál, og vísi tí til mína grein undir heit­inum: “Tá hugburðs­ mun­urin gerst ov stórur”, har eg sigi:”Í Føroyum er frælsi til at gera júst tað ein ætlar, okkara fólk skulu bara hava vilja, áræði, dirvi, evni, arbeiðssemi, visjónir – ikki bara dreymar! – Teir buðu seg til, tá tíð var! Eri fyri frælsi - ímóti trælkandi bureaukratii Lat meg síðani einaferð enn gera greitt, at eg eri ímóti at tað almenna skal gevast loyvi at selja fiskiloyvi til hægsbjóðandi fyri at fáa meiri í landskassan og við tí tyngja “óneyðugt” um vinnulívið. Eri ímóti uppboðssølu av fiskatilfeinginum, fyri at landskassin skal hava meiri pening til at økja lands­kassa­ raksturin, sum er søkkandi luxuslinarin “Titanic” á veg í óføri, sum øll lond uttanum okkum hava givið sær far um. Eri ímóti uppaftur meiri trælkandi bureaukratii. Eri fyri, at teir sum ígjøg­ num tíðirnar hava tikið upp- og niðurgongdartíðir, hava barst seg ígjøgnum skiftandi tíðir sleppa at varðveita síni fiskiloyvi – so leingi tey eru í aktivum fiskiskapi, soleiðis at peningastovnarnir vita og kenna tey aktiv teir lána pening til. – Latið tað fáa frið sum virkar, og allarhelst ikki fer at virka betur við broyting. Eri ímóti – harðliga ímóti - at frøðingar, sum al­ment kalla okk­ara ar­beiðs­sama vinnulívsfólk, reið­ar­ar og politiska sy­stem­ið fyri korrupt, kradd­ar­ar, geilatíkar og koma við fleiri ógrund­ að­um ill­git­ingum, sleppa við tí framíhjá rætti at vera serfrøðingar og ráðgevarar í okkara dygt goldnað kring­ varpi og harvið sleppa ótespu­ligt at tilonkisgera og mis­tonkilig­gera okkara vinnulívsfólk og við hesum upp­arbeiða øvundina, sum etur seg upp ígjøgnum sam­ felagið. Tað kemur so væl til sjóndar í framdum skriv­ ingum. Men sum ein segði so væl: “Hvør dugnaligur journalistur fer at search’a ein góða søgu til avlívs”! Hugburðsmunurin einaferð enn Summa sumarum – alt í alt – so snýr tað seg um, at hug­ burðurin hjá mær er, at eg til eina og hvørja tíð skilji og havi sæð týdningin av okkara vinnulívsfólki, reiðarum og manningum, sum eg síggi upp til, ið fremja okkara út­flutning har fiskurin er 95% av heildini, sum eg síggi dagliga, meðan Teitur Vágadal konsentrerar seg um, at tað eru teir skeivu, sum ídag hava fiskiloyvini og tí vil hava onnur “røtt” inn. Hetta er reint droymaralív, sum bara kann verða skorð­ að undir av blindum óprakt­ iskum frøðingum, og sum ger, at okkara land ikki kemur víðari – sum fyrr nevnt – av berari smáborgarligheit av leikum og ikki minst lærd­ um, sum tíverri ofta ger seg serliga galdandi í lítlum landi! Summa sumarum Teitur Vágadal Jógvan við Keldu Orsøkin til, at greinskrivarin ikki góðtekur míni svar og at vit eru ósamdir, er í stuttum grundleggjandi hugburðsmunurin til verulig og virkandi vinnulívsfólk Heðin Mortensen, KAF: Eg eri til arbeiðis! Heðin Mortensen pt. Esbjerg Øllum kunnugt er tað ikki eg, sum eri í verkfalli. Eg eri til ar­beiðis. Støðan er soleiðis í løtuni, at eg eri upptikin. Sera upptikin. Eg eri í arbeiðs­ ørind­um í Esbjerg, hetta er ein vitjan, sum hevur verið tilrættaløgd síðan seinasta vár. Og talan er altso um eina sera týdningarmikla avtalu. Hartil hava vit eina skipan, tá talan er um samráðingar á arbeiðsmarknaðinum. Tað er KAF, Kommunala Ar­beiðs­gev­ara­felagið, sum førir sam­ráðingar fyri allar komm­unur í land­inum. Tað er ikki Heðin Morten­sen, sum sam­ráðist vegna Tórshavnar komm­unu. Tá eg eri burturstaddur tekur næstformaðurin Karl Olsen yvir. Og KAF hevur onnur kompetent og væl­ kvalifiserað fólk til arbeiðis. Er nakað aktuelt sum krevur, at eg noyðist at møta, so komi eg heim sum skjótast. Tað er ikki meira innviklað enn tað. Flogførini flúgva tríggjar ferðir um dagin. Vit hava boðið Pedagog­ felagnum til samráðing, og vit bíða framvegis eftir einum svari. Tá tað er komið, kann eg í samráð við KAF taka støðu til, um tað er neyðugt at eg møti til samráðingar. Annars havi eg svarað øllum sms’um, eg havi fing­ið við sama svari: Eg eri upp­ tikin.