mikudagur 8. februar 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Harmiligt at síggja, at
oddagreinin í Dimmu
endurgevur
sleyg
og
slatur uttan at hava
nakra keldu at visa á.
Við orðingum sum “Vit
hava skilt…” og “…í kjalar
vørrinum av hesum máli
er komið fram…” verður
søgan skrivað. Dimma
lætting,
sum
annars
vanliga er væl funderað
journalistiskt, kemur her
við ógrundaðum eitt
beintum søgum. Hóast
her er talan um eina
oddagrein, eiga nakrar
journalistiskar
grund
reglur at vera galdandi.
Dimmlætting skrivar
í
oddagrein
soleiðis:
“Vit hava skilt….” og “…
í
kjalarvørrinum
av
hesum máli er komið
fram…”. Undir hesum
tabloidu orðingum verð
ur ein søga fortald um, at
Kringvarp Føroya letur
redaktionella frælsið frá
sær í sendingum fram
leiddar á ávísum deild
um í kringvarpinum.
Kringvarp
Føroya
hevur IKKI í nakrari
sending givið øðrum
parti seinasta orðið og
klipt brot úr sendingum,
sum ritstjórin annars
helt verða spennandi
og relevant fyri søgu
forteljingina.
Odda
greinin nevnir eitt nú
sendingina,
1448,
har
løgreglan hyggur eftir
sendingunum dagin fyri,
at tær verða sendar. Vit
skulu gera vart við, at
sendingarnar dagin fyri
eru liðugt kliptar og
klárar at fara í luftina.
At løgreglan hyggur
eftir sendingunum, er
fyrst og fremst fyri at
rætta møguligar faktu
ellar feilir. Harafturat
er tað eisini ein máti
hjá Kringvarpinum at
tryggja sær, at tilfarið,
sum fer út, ikki gevur
eina skeiva mynd av tí,
sum er farið fram.
At løgreglan hyggur
eftir líknandi sending
unum, áðrenn tær verða
sendar, er eisini vanligur
framferðarháttur í lond
um rundan um okkum.
Danska løgreglan hyggur
t.d. eisini eftir Station 2
sendingunum hjá TV2,
Politipatruljen
Tv3,
Krimi 5, Hundepatruljen
og Politijagt hjá Kanal 5,
áðrenn tær vera sendar.
Tað merkir als ikki,
at løgreglan blandar seg
upp í tað redaktionella
arbeiðið - heldur ikki tá
talan er um 1448 sending
arnar. Løgreglan hevur
ongantíð blandað seg
uppí, hvørki filmingina
ella
klippingina
av
sendingunum. Og sam
stundis vilja vit staðiliga
vísa aftur, at hetta nakr
antíð er komið fyri í
øðrum sendingum, sum
oddagreinin í Dimma
lætting annars vil vera
við.
Sleyg og
slatur í
oddagrein
Annika Mittún
Jacobsen
kringvarpsstjóri
Vit
hava
veruliga
hugs
að nógv um, hvussu vit
kunnu fáa fólk at skilja okk
ara arbeiði, hví vit skulu
hava námsfrøðingar á dag
stovnum, og hvussu stóran
týdning tað hevur, at vit fáa
fyrireikingartíð og løn, sum
samsvara við tey krøv, sum
eru áløgd okkum.
Grundin til, at vit skriva
hetta, er, at vit alt ov ofta
hoyra, at tað ikki er neyðugt
at hava útbúgving fyri at
taka sær av børnum. Hetta
er álvarsom misskiljing, tí
fólk samanlíkna arbeiðið
á dagstovnum við at vera
foreldur.
Vit kunnu skjótt blíva
samd um, at tað krevst ongin
útbúgving fyri at gerast for
eldur, tíbetur.
Tað skal ongin ivi vera í,
at tey allarflestu, sum blíva
foreldur, megna uppgávuna
væl.
Foreldur elska síni børn
treytaleyst; tey ynskja teim
um alt tað besta og gera
eisini sítt allarbesta í øllum
viðurskiftum, sum viðvíkja
børnunum.
Men tey fáa ikki eina
automatiska vitan um børn,
og hvussu børn mennast,
bara tí at tey gerast foreldur.
Vit hava lisið í 3½-4 ár
um børn og barnauppaling,
hvussu børn mennast t.d.
málsliga, rørsluliga, sosialt,
sálarliga, kensluliga o.s.fr.
Foreldur hava ikki lært,
hvussu týdningarmikið tað
er at stuðla uppundir menn
ingina hjá barninum, og á
hvønn hátt tað kann verða
gjørt.
Tey hava heldur ikki lært
um, hvat kann henda, tá iðalt
ikki gongur, sum tað skal, um
okkurt í uppalingini vantar,
hvørji tekin eru á ymiskar
trupulleikar,
sum
barnið
møguliga stríðist við o.s.fr.
Hesa vitan og nógva aft
urat hava vit sum náms
frøðingar, og hesa vitan er
tað álagt okkum í barna
garðslógini at brúka.
Okkara arbeiðið skal taka
støði í endamálsgreinini í løg
tingslóg nr. 67 frá 10 mai 2000
um dagstovnar og dagrøkt.
(http://www.namsaetlanir.
net/node/2 ) Hetta eru ikki
smávegis krøv, og tað er av
gjørt neyðugt at hava náms
frøðiliga útbúgving fyri at
útinna hesi krøv á bestan
hátt.
Nú er tað so í dagsins
samfelagi, at flestu foreldur
arbeiða og hetta inniber so
sjálvsagt, at tað verða onnur
enn foreldrini, sum skulu
taka sær av børnunum.
Vit tosa um 6-9 tímar um
dagin, har foreldrini ikki eru
saman við børnunum. Hetta
eru nógvir tímar! Tímar, har
tað eru námsfrøðingar og
hjálparfólk, sum eru saman við
tí dýrabarasta, foreldrini eiga.
Vit skulu ikki vera ístaðin
fyri foreldrini, men saman
við teimum stuðla uppundir
menningina hjá barninum.
Tey fyrstu 7 árini, eru tað
vit saman við foreldrunum,
sum mynda barnið. Børnini
eru okkara framtíð, og hana
hava vit í okkara hondum
hvønn dag. Hetta er gull vert
og kann ikki gerast upp í
pengum.
Hetta halda vit vera ein
sera stór ábyrgd, og vit halda
so avgjørt ikki, at verandi
karmar og løn liva upp til
ábyrgdina.
Tað, sum foreldur og fólk
sum heild í samfelagnum
síggja í okkara arbeiði, eru
gávur, sum barnið hevur
við heim, okkurt sum tað
hevur málað, tey fáa at vita,
at barnið hevur spælt, gingið
túr o.s.fr .
Hetta er sjálvsagt eisini
virksemi, sum skal fyrireik
ast, og hetta er eisini virk
semi, sum verður gjørt við
einum námsfrøðiligum bak
tanka, sum hevur týdning
fyri menningina hjá børn
unum.
Hetta er so eisini tann
meira sjónligi parturin av ar
beiðinum á einum dagstovni,
men námsfrøðiligt arbeiði er
so ómetaliga nógv meira enn
túrar, máling, spæl o.a.
Tá ið eitt barn byrjar á
stovni, er tað okkara uppgáva
frá fyrsta degi at fylgja við,
hvussu
barnið
mennist,
hvussu samspælið er við
foreldrini, okkum vaksnu á
stovuni, hini børnini o.s. fr.
Hetta er ikki ein uppgáva,
sum bert tekur nakrar tímar
ella dagar. Vit fylgja við
børnunum hvønn einasta
dag og gera eina rúgvu av
eygleiðingum, sum eiga at
verða skrivaðar niður, men
hetta hendir alt ov sjáldan, tí
vit hava ikki tíðina til tað.
Hetta líkist ongum, tí øll
børn eru ymisk, og øll hava
sterkar og veikar síður, hóast
tey eru púra vanlig børn. Tey
hava líka stóran tørv á, at vit
fylgja við í, hvussu tey hava
tað, og hvussu tey mennast.
Vit
skulu
meta
um,
hvussu øll børnini hava
tað, hvussu tey mennast í
mun til aldurin, tey eru í,
og hvørji tiltøk skulu setast
í verk, um eitthvørt er, sum
vit skulu arbeiða við, lítið
sum stórt. Fyri tað einstaka
barnið hevur tað alstóran
týdning fyri menningina, at
har eru vaksin, sum fylgja
við børnunum og tryggja
teimum bestu umstøður, til
at stuðla uppundir bæði tær
sterku og veiku síðurnar.
Okkara uppgáva er eisini
ein
lærarauppgáva,
men
samanborið við læraran, sum
mest mennir tann bókliga før
leikan, so er okkara uppgáva
í størri mun at menna allar
aðrar førleikar, sum liggja til
grund fyri, at barnið, tá ið tað
kemur í skúla, kann megna
tær bókligu uppgávurnar og
avbjóðingarnar.
Hetta er uppgávur, sum
eru álagdar okkum at gera,
men undir verandi karmum
er hetta ikki møguligt, tí slíkt
arbeiði krevur góða fyri
reiking.
Slíkar uppgávur snúgva seg
ikki bert um tveir til tríggjar
mánaðir, men alla ta tíðina,
barnið gongur á stovni.
Vit eru noydd til at plan
leggja, eftirmeta og reflek
tera okkara arbeiði eins og
aðrir fakbólkar. Vit arbeiða
við børnum, og børn ávirkast
eins og vaksin av øllum
lívsins viðurskiftum. Tí er
okkara arbeiði ikki altíð so
lætt at siga um framman
undan, og tí eru vit eisini
noydd at fylgja serliga væl
við.
Tað verða sett stór krøv
til okkum, bæði frá børnum,
foreldrum, kommunu, lands
myndugleikum og samfelag
num sum heild.
Skulu vit liva upp til hesi
krøv, er tað avgerandi, at
eisini okkara krøv um tíð til
fyrireiking og munandi betri
løn, verða gingin á møti.
Hví fyrireikingartíð
og hægri løn
Randi Hentze og Irena Tróndheim
námsfrøðingar á Dagstovninum á Argjum
Nú stríð er staðið upp í millum pedagogfelagið og fíggjarmálaráðið/
kommunala arbeiðsgevarafelagið, vilja vit við hesi grein royna at geva
fólki eina betri fatan av námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovnum.
Vit tosa um 6-9 tímar um
dagin, har foreldrini ikki
eru saman við børnunum.
Hetta eru nógvir tímar!
Tímar, har tað eru náms
frøðingar og hjálparfólk,
sum eru saman við tí dýra
barasta, foreldrini eiga