mikudagur 8. februar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú eru vit, limir í Føroya
Pedagogfelag, farin í verkfall,
tí tað var ikki var vilji at
geva okkum nakað við sam
ráðingarborðið.
Sum tað nú sær út, eru vit
longu gjørd til ”svartaper” í
einari telving millum KAF,
Fíggjarmálaráðið
og
fak
felagsrørsluna
hinumegin
borðið. Men størsti svartiper,
eftir minum tykki er jú tey
hinumegin borðið og børn
ini.
Fakfelagsrørslan var ein
samansjóað eind, men er tað
tíverri ikki meira. Tað er at
vóna, at øll fakfelagsrørslan
kemur aftur undir eitt ”sterkt
felag”. Tí saman standa við
nógv sterkari.
Men við núverandi støðu
hevur ”fakfelagsrørslan” tapt
slagið sum ein sterk felags
eind.
Klassarmunurin millum
rík og minni rík økist nú enn
meira við núverandi borg
arligu politisku stýring, og
tað versnar fyri hvønn dag,
tíverri.
Vit námsfrøðingar vilja
ikki finna okkum í hesum
og eri tí farnir í verkfall, og
vónandi koma vit væl burtur
úr tí.
Tað, sum eg haldi, er langt
úti – sæð í mun til okkara
støðu er, at løgtingsfólk, sum
lovaðu at fara niður í løn i
des. 2011, hava longu nú - ein
mánað seinni - atkvøtt seg
sjálvi til ongan lønaramiss!
Hetta gjørdu tey nú hós
kvøldið í tingsalinum. Hetta
er skammandi og brotin val
lyfti sum tað stendur eftir.
Tað vóru bara umboð
fyri
Tjóðveldi,
Framsókn
og nøkur í Javnfl (men ikki
Gerhard Lognberg), sum tóku
undir við uppskotinum hjá
Framsóknum, at tinglønin
skal longur niður.
Rigmor Dam, løgtings
kvinna fyri Javnaðarfl., sig
ur seg koma við egnum upp
skoti seinni.
Somuleiðis fáa løgtings
umboðini framvegis 170.000
krónur árliga í skattafríum
koyripengum.
Ikki ein av teimum, sum
situr í núverandi samgongu
vil geva okkum námsfrøðing
um betri sømdir. Tað hava tey
nú prógvað. Spennadi verður
um politikarnar, sum nú
skulu halda røðu undir heit
inum ” Krøllan á Vaglinum”
sum verður nú leygardagin-
aftur fara at forlova seg!
– Eg var ein túr í Løgting
inum í gjár saman vid góð
um
verkfallspedagogum.
Lagið var gott á tingfólki,
og tey vóru blíð. Tey høvdu
eisini góða fyrireikingartíð
og komu so við og við inn
í tingsalin. Ja, har sá út til,
at har var fyrireikingartið
fyri allar pengarnar, áðrenn
tingfundurin var settur at
vera.
Evnini í tingsalinum vóru
fiskur, fiskakvotur, eftirlit
av fiski, framleiðsla, SL og
Teistin osfr. Alt gott um tað.
Men sjálvandi var ikki eitt
orð um tey sokallaðu " bleytu
virðini " á skránni.
Heldur ikki eitt orð um
verkfalli, sum rakar allar
Føroyar sera meint í hesum
tíðum.
Svarið er kanska nú frá
politiskari síðu, at hatta er
ein fakfelagsspurningur, so
tað er ikki okkara borð!
KAF, Fakfelags
samstarvið og
fyrireikingartíð
Kommunala Arbeiðsgevara
felag (KAF), gerð seg klókt í
miðlunum um arbeiðs-upp
gávurnar hja okkum náms-
frøðingum og sigur seg skilja,
hvat fyrireikingartiðin hjá
okkum námsfrøðingum er -
og KAF sigur, ”at fyrireiking
artíðin er nakað, sum leiðarin
skal skipað í samráð við síni
starvsfólk.
– KAF hevur parvíst rætt í
tí, at leiðarin skipar arbeiðið í
samráð við síni starvsfólk.
Men KAF fæst ikki til at
skilja, hvussu neyðug okk
ara fyrireikingartid er – og
at henda fyrireikingartíð
eigur at vera tryggjað í okk
ara sáttmála á arbeiðsmark
naðinum.
Fyrireikingartíðin
er
neyðug fyri at menna tað
námsfrøðisliga arbeidið til
gagns fyri tað einstaka barn
ið og brúkaran sum heild.
KAF sigur m.a í sínum tíð
indaskrivi, at um pedagog
arnar fáa " fleiri timar til
fyrireiking, gevur hetta minni
tið saman vid børnunum.”
Men hetta er púra skeivt
skilt!
Rætta svarið er: Fyrireik
ingartíðin
viðførir
meira
dygdartíð við børnunum og
búðfólkunum!
Tí er fyrireikingartíðin
neyðug! – eins og hon er tað
hjá fólkaskúlalærarum o.l.!
Virðismetingin av okk
ara arbeiði er tíverri ikki
altíð tann rætta. Vit náms
frøðingar fáa stundum at
vita - og eg endurgevið: -"at
tit, námsfrøðingar, bara tosa
og drekka kaffi."
Um hetta er orsøkin til,
at vit ikki fáa meira fyri
reikingartíð, veit eg ikki, men
eg vil ikki trúgva, at so er.
KAF og Fíggjamálráðið
hava dugað væl at finna
ein ” svartaper” - og hann
bleiv so vit ,námsfrøðingar
, og harvið er tann sterki
felagsskapurin burtur. Men
hinvegin eru tað børnini
og foreldur teirra sum tapa
slagið við útspælinum frá
mótpartinum.
Tað tykist, sum at tóna
lagið hevur verið: ”lat okk
um heldur royna við snildi
at syndra alt fakfelagssam
starvið", so vinna vit. Tad
hevur eyðnast væl, um eg so
má siga.
Nú eru námsfrøðingarnar
einsamallir i verkfalli - meðan
hinum fakfeløgunum tiverri
tykjast dáma betri flatskatt
til tey riku og á tann hátt
stuðla
okkara
borgarligu
samgongu.
Føroya
Pedagogfelag
hevur boðað frá verkfalli av
teirri orsøk, sum vit øll vita,
at námsfrøðingarnar ikki
fingu nakra fyrireikingartíð
og onga lønarhækkan.
Fráboðanin um verkfallið
er eisini tað einasta rætta.
Tað vil eg takka nevndini
hjá
Føroya
Pedagogfelag
fyri - og tað er neyðugt, at
vit vísa okkara ónøgd við
støðuna og standa saman,
hóast tað rakar ansingin hja
okkara børnum, ungum og
búfólkum.
Rós til nevndina fyri gott
arbeiði og stríð. Tað er hóast
tað, ein góð og sterk kensla,
at vera saman við einari
sterkari
námsfrøðisligari
eind, nú um dagarnar, meðan
verkfalli stendur við.
Men tað eru eisini, onnur
viðurskifti, sum vit áhald
andi skulu stríðast fyri, m.a.
framhaldandi fáa hægri løn
og ymsar viðbøtur til okkara
limir.
Vit hava i dag lægstu løn
i landinum, og vit eru langt
aftanfyri
grannalondini,
tá ið talan er um góð sátt
málaviðurskifti. Í so máta er
framvegis langt eftir, fyrrenn
komið er á mál.
Vit hava ongar generellar
viðbøtur td. til skeivar og
óætlaðar yvirtíðir. Somuleiðis
eru klædnaviðbøtur ikki til í
okkara verð.
Eg veit um, at hinu feløg
ini fáa upp til 200 krónur
skattafríar hvønn mánaða
í klædnaviðbót, eitt nú fáa
sjúkrarøktarfrøðingar hetta,
men vit fáa ikki eina krónu.
Vit mugu minnast til, at hvør
námsfrøðingur og hjálparfólk
dagliga kennir til bæði sleiv,
snor, máling, rivin klæði og
líknandi í arbeiðsdegnum.
Her er heilt vist nakað,
sum vit skulu krevja og vísa
á undir samráðingum. Men
neyðugt er, at mótparturin
ikki miskilir okkara støðu.
So her er framvegis mangt,
sum vit í Pedagogfelagnum
hava at stríðast fyri.
Er fyrireiking bert
ein "kurla"?
Eg má bara spyrja: er fyri
reiking og námsfrøðisligt
arbeiði nú bert ein ” kurla”,
sum tikið var til undir sam
ráðinginum.
Fyrireiking er ein sjálv
fylgja fyri starvsfōlk á tí
námsfrøðisligaøkinum. Børn
ini í okkara samfelag eru
millum 6 og 9 tímar dagliga á
dagstovnum - so her skal jú
bæði fyrireiking og orka til.
Lat meg nevna dømi um
fyrireikingartið, sum KAF
og Figgjarmálaráðid áttu at
fingið sær neyðugu vitanina
um:
Fyrireingardømi hjá
námsfrøðingum.
1. Foreldrasamrøður, 2. Fyri
byrgjandi arbeiði, 3. Fyri
byrgjandi fundir, m.a.SSP,
4. Samstarvsfundir, 5. Tvør
fakligt samstarv, 6. Ítøkiligar
menningarætlanir, (børn vid
serligum tørvi), 7. Ársætlanir,
8. Menningarætlanir,9. Tey 7
mennigarøkini, 10. Náms
ætlanir, 11. Stovufundir, 12.
Starvsfólkafundir, 13. Fyri
reiking til námsligt virkni,
14. Skipan av degnum, 15.
Fyrireika
vikuætlanir,
16.
Eftirmeting av dagliga ar
beiðinum, 17. Skriv til ymiskar
myndugleikar.
Eg kundi nevnt fleiri
onnur dømi innan okkara
arbeiðsøki, sum krevja fyri
reiking, men hesi nevndu eru
nóg mikið fyri hesaferð.
Somuleiðis verður leikað á
næstan hvønn dag av okkara
arbeiðsgevaranum um at
meira góðska skal til innan
okkara øki, og krøvini áfram
at vaksa, men lønin fylgir
ikki við.
- Tit fáa onga dygdartíð,
men einans ansing, hesin
tykist tiverri boðskapurin
at vera frá teimum, ið sita
hinumegin borðið. Men tað
eru børn okkara, sum bløða
undir hesum hugburði hjá
arbeiðsgevarunum.
Við núverandi figgjar
støðu og borgarligum poli
tikki
kunnu
vit
vænta
meira eftirlit í skapi av m.a.
stemlingarskipan,
skráset
ingum av starvsfólki av
ymisku slagi og enn fleiri
krøv til arbeiðið, men har
peningur ikki fylgir við.
Vit skulu eftirmeta og
fylgja vid tí, sum er frammi
í pedagogiska lívinum her
heima og í grannalondum
okkara, samstundis sum
vit skulu nøkta krøvini frá
arbeiðsgevarunum - og krøv
ini eru sanniliga stór, sum
okkara arbeiðsgevarar seta.
Lat
meg
taka
nøkur
dømi um onnur krøv t. e.:
námsætlanir,
virkisætl
anir,
ársætlanir,
brand
skeið, trygdarskeið, fyrstu
hjálparskeið, leiðaraskeiðir,
námsfrøðisligtskeið,
hjálp
arfólkaskeið og umframt
ymisk serskeið og undirvís
ing.
Alt hetta skal skipast,
og tað tekur sjálvandi fyri
reikingartíð, og í mínari verð
er fyrireikingartíð tað sama
sum dygdartíð - og merkir
ikki ”minni av tíð til børn
okkara,” sum eitt nú KAF og
Fíggjarmálaráðið sipa til.
Somuleidis
kunnu
vit
vænta, at enn fleiri stovnar
og leiðslur vera lagdar sam
an. Tá er eisini neyðugt við
fyrireikingartið og meira
dygdartíð.
Nei, veruleikin er helst
tann, at klassamunurin skal
økjast hvønn dag, tað síggja
vit við núverandi politisku
stýring við raðfesting av
flatskatti, betongvirðum og
við skattafríum koyripengum
til løgtingsfólk. Somuleiðis
verður ikki lagt uppfyri, at
pristalsviðgerðini og kostn
aðarstøðinum í mun til løn
arlagið hjá okkum.
Tey
sokallaðu
bleytu
virðini verið tíverri raðfest
lágt hjá núverandi samgongu
- har vóru bert lyfti, sum
skuldu svíkjast.
Kanska vóru námsfrøð
ingarnar so mikið væl fyri
reikaðir til samráðingarnar
við KAF og Figgjarmálaráðið,
at mótparturin kom bert til
tað einu nidurstøðu, og tað
var, ”at pedagogarnir skulu
ikki
bert
drekka
meira
kaffi”. Nei teir skulu ”ansa”
børnunum og ikki hava
dygdartíð og soleiðis verri
stovnar, strongd børn og
námsfrøðingar.
Nú siti eg eftir við spurn
inginum: Var fyrireinkingar
tíðin bert er ein ”kurla” ?
GG. Les framhaldandi um
fleiri orsøkir til fyrireikingar
tíð á m.a. hesari heimasíðuni
hjá landsmyndugleikunum:
http://www.namsaetlanir.
net/node/2
Verkfallskurlan og minni av kaffi!
Levi Mørk
námsfrøðingur
Kjak