mikudagur 8. februar 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
10. partur
Tá ið vit giftust livdu foreldrini hjá
Poul Andreasi, Birita og Jákup. Poul
Andreas var einabarn, og tey fingu
hann ikki, fyrr enn tey høvdu verið
gift í eini 15 ár.
Men tey høvdu eisini eitt fostur
barn. Hetta var Edvard, sonur Jákup
Andreas, beiggja Biritu. Jákup
Andreas var giftur við Mortinu,
sum var einkja úr Porkeri. Maður
hennara, Sámal, var gingin burtur
við “Norðstjørnuni “ í 1910. Hon kom
til Gøtu og hevði trý børn við sær,
tvær gentur og sonin Óla. Óli gekk
burtur við “Immanuel” í 1932. Yngra
gentan æt Maria, navnið á eldru
gentuni var Sørina. Mortina og
Jákup Andreas fingu fleiri børn og
stutt var ímillum tey. Eftir góðum
tveimum árum høvdu tey fingið 5
børn, harav tvær ferðir tvíburar.
Hetta gjørdist nóg so strævið
hjá teimum. Edvard, sum var elst-
ur, kom yvir á Dunga, og av hesum
varð hann kallaður Edvard á Dunga
alt lívið. Hann var hálvtriðja ár,
tá ið hann kom, og hann búði á
Dunganum, til hann giftist 14
dagar aftaná okkum við Matildu
úr Norðragøtu. Hann kom tá aftur
at búgva í Norðragøtu.
Vit giftust 20.12 1941 inn til Biritu
og Jákup, og har blivu vit verandi,
hóast umhugsað varð at byggja av
nýggjum.
Jákup var sjúkur frá barnsbeini
av. Hann hevði beinetari í arminum.
Síðan bleiv hann so lamin av tí
sama. Hann kundi tískil ikki ar
beiða tungt arbeiði. Hann doyði
25.02.1949, 82 ára gamal.
Í 1949, tá eg var komin 5 mðr. við
Michael, datt Birita um úthurðs
gáttina, hon hevði sitið uttan fyri
og ansa eftir Zakaris, meðan eg var
uppi á rættini. Tá ið eg kom oman
aftur fór eg at baka pannukakir og
bað hana koma inn at fáa sær, og tá
hendi hetta.
Hon bleiv einar tríggjar dagar
eftir hetta innløgd á Klaksvíkar
sjúkrahús. Tað vísti seg, at hon
hevði brotið halabeinið. Meðan hon
lá har, fekk hon eina heilabløðing og
fekk síðani einki tosað. Eitt ár eftir
innleggingina doyði hon 23.05.1950,
78 ára gomul..
Sloan og próstur
í somu song
Tey á Dunganum vóru kend fyri at
vera tollynt. Ein søga er um, at tey á
Dunganum eina ferð høvdu vitjan í
senn av próstinum á Nesi og gamla
Sloan, og at teir fóru í somu song.
Tey plagdu at taka móti fremm
andafólki, og her var eisini vanliga
tilhaldsstaðið hjá próstinum, tá ið
hann ferðaðist um í prestadøm
inum.
Men ein dagin kemur William G.
Sloan og spyr, um hann kann fáa
hús fyri náttina. Tey vistu einki um,
at prósturin var á veg, so hetta var
játtað. Annars vóru tey nógv, sum
sýttu fyri at hýsa Sloan orsakað
av teirri ranglæru, sum nógv hildu
hann boða.
Men nú kemur próstur í somu
ørindum. Havi hoyrt, at hetta var
Jens Christian Evensen, sum hevði
sæti á Nesi. Nú vistu tey einki, hvat
tey skuldu gera, tí tað var bara ein
song til at taka. Tann songin er for
restin til enn.
Poul og Anna Malena, foreldrini
hjá Jákupi, fóru so at tosa um, hvat
ið tey skuldu gera. Tey komu til,
at um báðir kundu sova í songini,
so var trupulleikin loystur. Teir
báðir vórðu so spurdir, um teir
vildu sova saman. Jú, svaraðu teir
báðir við ein munn. Hvussu kundu
teir vera saman í Himmiríki, um
teir ikki kundu vera saman eina
nátt. Soleiðis gjørdist tað eisini.
Um kvøldið hildu teir enntá møti
saman. Teir avtalaðu, at teir skuldu
lata tað liggja, sum teir ikki vóru
samdir um.
Seinasti sangur hjá
Poul Anthon
Poul Andreas átti eitt systkinabarn,
sum kallaðist Poul Anthon. Hann
var sonur pápabeiggjan Petur
Jakku, og hann var einasta barn
hansara. Hann var 10 ár eldri enn
Poul Andreas.
Poul Anthon var ein av teimum,
sum fórst í 1924 við “Onnu”. Hann
hevði havt tuberklar og hildið var,
at hann var komin fyri seg aftur og
var tí farin til skips við “Onnu”, har
pápabeiggin, Absalon á Skála, var
reiðari. Theodor Poulsen av Toftum
var skipari.
Men Poul Anthon stakk upp
aftur at bløða stutt eftir, at teir
vóru komnir til Íslands, og skiparin
avráddi at fara inn á Reykjavík við
honum. Tað var á ferðini inn, at
vanlukkan hendi við Grindavík, og
allir 17 menninir umborð doyðu.
Hóast aldursmunin millum
Poul Andreas og Poul Anthon, so
vóru teir so sera væl og høvdu nógv
saman.
Poul Anthon var ein ungur
álvarsamur og trúgvandi drongur.
Hann var ein av stuðlunum, tá ið
missiónshúsið Bethania varð bygt.
Á tí seinasta møtinum, Poul
Anthon var á, ynskti hann, at sung
in varð hesin sangur, har fyrsta
ørindi ljóðaði soleiðis:
Skulle vi vel alle mødes
Hist ved Jordanflodens Brus,
Med de frelste finde Bolig
Evigt i vor Faders Hus.
Niðurlagið var soljóðandi:
Mødes vi paa den anden Side
Floden,
Der, hvor Jordens Nød og Storme
Er til evig Tid forbi?
Hetta gjørdist skjótt veruleiki hjá
Poul Anthon. Hesin sangur varð
eisini sungin til jarðarferðina hjá
Poul Andreasi í 2000, 76 ár seinni.
Poul Anthon var nógv saknaður,
og tað eru eisini fleiri, sum blivu
uppkallaði eftir honum. Ein av
teimum var Antona hjá Perlinu og
Poul Amaljari. Hann var systkina
barn Poul Anthon. Beiggi hansara,
Mikal, kallaði eisini eina dóttir
Poula eftir Poul Anthon.
Ein genta í Syðrugøtu, Edda í
Ólastovu, misti eisini pápan við
“Onnu”. Hann var Edvard Joensen
av Toftum, sum giftist við Elsebeth
Mariu úr Ólastovu í Syðrugøtu.
Mamman doyði í barsilssong, tá ið
Edda var fødd. Hon fór tá til Gøtu
at vera hjá ommuni og abbanum,
Siggu Malena og Sámali í Ólavstovu
í Syðrugøtu.
Edvard giftist aftur, og onnur
konan doyði eisini í barsilssong
saman við barninum. Hann giftist
triðju ferð, og tey fingu ein son.
Men nú er tað, at Edvard doyr. Edda
býr nú á Gøtubrá og fer at fylla 95
ár í summar.
Hensia: Tá ið prósturin
og gamli Sloan svóvu
í somu song
Tollyndi var á Dunganum. Eitt var at tey hýstu gamla Sloan, tá ið hann kom fram
við. Men eitt annað var, at tey fingu Sloan og próstin á Nesi at fara í somu song
Hensia Jacobsen
Poul Anthon og pápi hansara Petur Jakku á
Dunganum. Poul Anthon fórst við “Onnu”.
Í hesi søguligu seingini svóvu gamli Sloan og prósturin á Nesi saman