mikudagur 8. februar 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nena Danielsen
greiðir her frá
tveimum av
systkjunum á
Dunganum:
Brøðurnir Jákup og Petur Jakku á
Dunganum bygdu sær eini dupult
hús beint omanfyri sandin í Syðru
gøtu. Petur Jakku átti ytru helvtina.
Hann er nokk farin í húsini, tá ið
hann giftist Elspu Katrinu, ættað úr
»niðri við Hús« í Syðrugøtu. Hon var
systir Per bónda, sum hevði konu
úr Barbustovu. Tey áttu ein son
saman, Poul Anthon, uppkallaður
eftir ommuni og abbanum Onnu
Malenu og Poul á Dunganum. Hann
doyði sum sagt við “Onnu” í 1924.
Tey fingu ikki nógv ár saman, tí
Elspa Katrina doyði av bróstsjúku.
Eftir at konan doyði, flutti Petur
Jakku heim aftur á Dungan við
soninum, og her húsaðist hann
saman við mammu síni. Nýggju
húsini seldi hann til Sáru og Eiðis
Hans Jakku.
Petur Jakku giftist uppaftur við
Onnu Kristinu av Skipanesi, systir
teir kendu brøðurnar Í Grótinum
í Klaksvík. Tey fingu eina dóttir
saman, men hon doyði frá teimum
sum lítil.
Tóku børn til sín
Petur Jakku og Kristina fostraðu
fleiri børn upp. Eitt teirra var Luddi,
ættaður frá Gjógv. Eisini Alberta,
ættað úr Grótinum í Klaksvík, var
uppfostrað har. Hon var bróður
dóttir Kristinu. Luddi fór til Klaks
víkar í málaralæru hjá Peturi á
Hædd, og hetta arbeiðið lá væl fyri
hjá honum. Hann bleiv verandi
ógiftur og búði á Dunganum, til
hann bleiv ein gamal maður.
Alberta giftist við Meinhardi
Gaardlykke úr Lamba, og tey bú
settust har. Dóttir teirra, Asta, varð
eisini uppfostrað á Dunganum. Hon
giftist inn á Skála.
Andrias í Køkubúðini, beiggi
Edvard á Dunga, var eisini nøkur
ár á Dunganum, men fór yvir aftur
til Norðragøtu 12 ára gamal.
Mona systir minnist, at hon og
Palli bróðir vóru boðin í jólaselskap
hjá Kristinu. Saman við Ludda
fingu tey sjokulátu og flødaskúm.
Eisini fingu tey nógvar fínar køkur,
og Luddi átti nógv leikutoy, sum tey
spældu við. Tað, sum hon minnist
sum eitt serstakt upplivilsi, var,
at tey fingu loyvi til at koma inn
í eitt myrkt rúm, har tað hekk ein
sjálvlýsandi krossur á vegginum.
Petur Jakku hevði nokk keypt hann
uttanlands. Hetta stendur so klárt í
minni hennara, tí henni tókti hetta
at vera so óskiljandi. Eisini uttanfyri
húsini var so nossligt, baldursbrá
vaks í tí hvíta skelsandinum.
Petur Jakku til
lands í Íslandi
Eg minnist so væl, tá Petur Jakku
kom heim aftur, hann hevði verið
til lands í Íslandi. Hann beyð mær
inn at fáa mær ber, sum hann hevði
havt heim við. Hann var so fittur.
Eg helt hann vera ein vakran eldri
mann. Vit vóru ógvuliga góð við
hann og hann við okkum.
Hjá Kristinu skuldi
alt vera fullfíggjað
Seinastu ferð eg var inni á Dung
anum og vitjaði Kristinu, fekk eg
drekka í fínustovu. Tey høvdu
tvær stovur. Í fínustovu vóru
vakrir plyssmøblar og hvítar stív
aðar gardinur við breiðari hekl
aðari blondu niður við, sum so
vóru tiknar til síðis. Gólvið var
hvítskúrað og garvaði skinn prýddu
tað. Kristina var ógvuliga blíð. Vit
komu at tosa um royking. Eg segði,
at eg átti ongantíð sigarettir inni til
at bjóða fólki, tí at hvørgin okkara
roykti. Tá minnist eg, at Kristina
segði: »Tað, sum tær ikki dámar
at brúka sjálv, skal tú ikki bjóða
øðrum«. Jú, Kristina hevði sínar
avgjørdu meiningar.
Kristina var seymikona. Hon
hevði ógvuliga góðar hendur. Hon
var eisini perfektionist soleiðis, at
alt, hon gjørdi, tók langa tíð.
Har skein á hvørjum spreki.
Tú aftraði teg við at stíga á tað
grønmálaða gólvið, sum altíð skein
og sá nýmálað út. Gardinur og dúkar
vóru heklað og broderað og væl var
strokið og stívað. Meginpartin av
summarinum brúkti hon til at gera
høvuðreint og at mála. Hon helt
heimið ógvuliga pent, eisini tá hon
kom uppí árini.
Kringur í íslendskum
Petur Jakku var annars nógv ár til
lands í Íslandi, og hann dugdi væl
íslendskt.
Í 1933 vóru íslendsk skúlabørn og
ferðaðust ymsa staðni í Føroyum.
Tey vóru eisini til eina hugnaløtu,
sum var hildin í gymnastiksalinum
í Gøtu skúla. Í samband við hesa
samkomu, helt Petur Jakku røðu
á reinum íslendskum máli. Sagt er
mær, at hendan røðan var hildin
at vera á so høgum støði, at hon
fekk nógva umrøðu tíðina aftaná.
Dungamentanin fornoktaði seg
ikki.
Petur Jakku var vakur og væl
vaksin maður. Hóast sína vanlagnu,
minnist eg hann sum ein mann, ið
altíð var líka vinsælur og blíður. Ein
maður, vit sóu upp til.
Dorthea misti tveir versynir
og verdóttir sama ár
Dorthea var ein systir á Dunganum.
Hon giftist við Líggjas Huus, Líggj
as á Mýruni í Syðrugøtu. Vit børn
kallaðu hann Líggjas abba. Tey
settu búgv úti í Heygsmørk. Eg
minnist ikki tey gomlu húsini,
men havi eina hóming av, tá ið
elsti sonurin, Jógvan Martin, bygdi
av nýggjum, eg haldi at tað var á
gomlu grundini. Hetta vóru stór og
snotulig hús við miðstøðuhita. Tað
vóru fá hús í Gøtu, sum høvdu tað.
Dorthea og Líggjas abbi fingu seks
børn: Jógvan Martin, Poul, Petur,
Rikka, Marin Sofía og Kristina. Tað
vóru systrarnar, sum áttu tey flestu
børnini í familjuni, og vóru tey nær
knýtt at hvørjum øðrum.
Í krígsárunum var nógvur út
róður, og pápi var á báti saman við
teimum til beiggjarnir vuksu til, og
teir fingu bát sjálvir.
Dorthea ommusystir hevði hetta
sama stillisliga lyndið sum omma,
og vit børn elskaðu hana. Men eisini
tey komu til at kenna ógvusligar
brotasjógvar, tá ið “Fossanes” gekk
burtur í 1938 við mann og mús. Bæði
Rikka, ið var gift við Palla Høgnesen
úr Leirvík, og Kristina, ið var gift
við Mortan Holm av Argjum, mistu
sínar menn har. Rikka átti tveir
synir, Leivur og Jonhard, og hon
gekk við tí triðja, sum kom at eita
Palli eftir pápanum. Kristina átti
einki barn.
Tað var vist sama árið, at Poul
misti sína konu á barsilssong við
fyrsta barninum. Hetta legði sínar
døpru skuggar yvir heimið har í
longri tíð.
Aftaná at hava livað einsamallur
í fleiri ár, giftist Poul upp aftur við
Sonnu Joensen av Hvítanesi. Tey
fingu døturnar: Borgarhjørt, ið
býr í Klaksvík og er gift við Jákupi
Sólstein, og Tordis, sum giftist við
Ingolfi Nielsen og búði á Argjum.
Hon doyði fyri nøkrum árum
síðani.
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Petur Jakku og Dorthea á Dunganum
Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað greitt frá minuni í Syðrugøtu
undir krígnum.
Elsebeth Maria og Edvard Joensen umboðaðu eisini
eina tunga lagnu. Hon doyði í barsilssong eftir at hava
átt Eddu. Hann gekk burtur við “Onnu” í 1924.
(Í bókini »Havið tók teir”«er á síðu 64 komin ein skeiv
mynd av teimum báðum. Hetta er tann rætta)
Dorthea av Dunganum (1875-1950) og maðurin Líggjas á Mýrini (1872-1955)
Fyrra kona Petur Jakku og
mamma Poul Anthon var Elspa
Katrina, ættað úr Húsgarði
Anna Kristina (1874-1954), seinna
kona Petur Jakku. Var ættað
úr Grótinum á Skipanesi