Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Kyndil var í allar mátar betra liðið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í gjárkvøldið, og talandi fyri laka avrikið hjá StÍF var, at ikki fyrr enn í 23. minutti kom annað málið upp á talvuna! Hetta var fyrst og fremst einum framúr væl spælandi málverja fyri at takka, tí Tomma Petersen í Kyndilsmálinum veruliga pilkaði sjálvsálitið úr StÍF-kvinnunum, so tær fóru at yvirplasera og slett ikki raka málið. Verjan hjá Kyndli var eisini stinn í fyrra hálvleiki, og tað sum slapp innum, slapp heldur ikki longur enn tað. Men eftir eina hálvleiksleiðslu upp á 13-8 var einki at siga til, at allar á heimaliðnum høvdu hug at slappa eitt sindur meira av eftir steðgin, og tá fingu tær hjá StÍF nøkur mál, hóast tað bara var sum pynt. Ein av spælarunum hjá Kyndli, sum hinvegin ikki slappaði av, var Turið Arge, sum var toppskjútti, men eisini í allar mátar gekk undan. Fleiri av málunum fekk hon í skjótálopum, og tað er neyvan ov nógv sagt, at hon og Tomma vóru fremsta ímyndin av muninum á liðunum báðum í gjárkvøldið. Hóast 18 stig eru eftir at spæla um, er lítið hugsandi, at Kyndil við sínum 13 stigum skal koma upp til VB og Stjørnuna, sum við ávikavist 20 og 22 stigum liggja og kappast um at koma í FM-finaluna, men avrikið hjá teimum grønu er aftur í vetur góðkent fyri tað. StÍF er næstaftast og hevur fýra stig upp til VÍF og fimm upp til Kyndil, og har á leið verður endaliga úrslitið helst eisini. Kyndil: Turið Arge 9, Anja Heinadóttir 5, Annika Sigurðsdóttir 5 (3), Guðrið G. Eystberg 2, Birita Mortansdóttir 2, Randi S. Wardum 2, Bjarta Johansen 1 StÍF: Rebekka Justinussen 4 (1), Irena Dam 3, Fríðrún Danielsen 2, Birna Tummasardóttir 2, Oddrún Danielsen 1, Lena Weihe 1 hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Einki hevur ligið fyri hjá Kyndli í Atlantic Airways-kappingini í vetur, og fyri jól vann felagið bara fýra stig frá liðunum beint omanfyri, áðrenn tað fyri góðari viku síðani brádliga bragdaði ímóti bláu grannunum úr Neistanum. Tó er Kyndil framvegis aftast á stigatalvuni, man hevur nú møguleika at yvirhála bæði strandingar og klaksvíkingar, um avrikini eisini verða góð í næstu dystunum. Tá StÍF vitjaði í gjárkvøldið, byrjaði Kyndil øgiliga væl og var nógv betri eftir eina tætta byrjan. Eitt skifti vóru vertirnir á odda við sjey málum, men tað var allíkavæl um reppið, at Kyndil spældi sær av við alt eftir tryggu leiðsluna. Yvirhøvur var dysturin nógv merktur av tekniskum feilum og brendum møguleikum, men tað lá allíkavæl betur fyri hjá heimaliðnum at fáa málini. Kyndil var soleiðis á beinari sigurskós og á odda 20-13, tá Marian Cirloganescu fyri fyrstu ferð kom á vøllin. Og tað mundi vent øllum á høvdið. Beinanvegin læt Marian málið aftur, so kyndilsmenn brendu einar fimm upplagdar møguleikar og eisini eini tvey brotskøst, samstundis sum tað brádliga fór at bragda hjá strandingum við málskjótingini. Frá 20-13 broytti StÍF støðuna til 20-19, og nú var alt púra opið. Tá var tað so, at bulgarin hjá Kyndli veruliga vísti sítt virði við tveimum sera týðandi málum. Fyrst skoraði hann til 21-19, og Leivur Justinussen hevði minkað til 21-20, var Miroslav Vladkov aftur har og skoraði til 22-20. Kyndil økti síðani til 23-20, og tá var liðugt hjá strandingum, ið kundu takka sær sjálvum, tí teir einar tvær ferðir tveittu bóltin burtur í avgerandi støðum. Sostatt er Kyndil nú bara tvey stig aftan fyri StÍF og Team Klaksvík, og tí kundi meiri enn so hent seg, at eitt sindur av pseudo-spenningi eisini verður í botninum, tá tað heila fer at nærkast endanum. Kyndil: Ludvík Súnason 7, Miroslav Vladkov 6, Andreas Sólsker 5, Høgni Klein Olsen 3, Hans Arni Thomsen 2 StÍF: Jørmund Joensen 6, Leivur Justinussen 5, Marius Joensen 3 (1), Jón Rasmussen 3, Rógvi Danielsen 2, Fríði R. Djurhuus 1, Jógvan G. Joensen 1, Teitur Nilssen 1 Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 14 403 327 76 26 2 VÍF 15 392 380 12 16 3 Neistin 15 393 388 5 16 4 H71 13 341 341 0 14 5 Team Klaksvík 14 371 398 -27 10 6 StÍF 14 333 365 -32 10 7 Kyndil 15 350 384 -34 8 07/02 Kyndil-StÍF 24-22 (13-8) Sunset Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 16 519 356 163 30 2 Stjørnan 15 388 342 46 22 3 VB 15 387 350 37 20 4 Kyndil 15 380 377 3 13 5 VÍF 15 374 391 -17 12 6 StÍF 15 341 387 -46 8 7 Tjaldur 15 311 497 -186 1 07/02 Kyndil - StÍF 26-14 (13-5) Kyndil - StÍF 26-14 (13-5) Kyndil - StÍF 24-22 (13-8) Tomma og Turið gingu undan Kvinnuhondbóltur Tað var eingin slingur í valsinum, tá kvinnurnar hjá Kyndli í gjárkvøldið tóku ímóti StÍF, tí tá avtornaði, vóru ikki færri enn 12 mál á muni IKKI TIL AT TAKA Turið Arge í Kyndli, sum her roynir at sleppa frá tveimum av StÍF-kvinnunum, gekk undan hjá Kyndli í gjárkvøldið sum toppskjútti við nógvum málum eftir skjótálop Mynd: Álvur Haraldsen TÝÐANDI MÁL Eftir at Marian Cirloganescu hevði stongt málið hjá StÍF ta einu løtuna í seinna hálvleiki, vóru tað tvey týðandi mál frá Miroslav Vladkov, ið aftur fingu Kyndil á beint í dystinum Mynd: Álvur Haraldsen So kom Kyndil í gongd Manshondbóltur Kyndilsmenn kundu havt sløkt og stongt, áðrenn seinni hálvleikur var hálvrunnin, men so stóð rimmarfast og StÍF var enntá um at javna í tveimum umførum