Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. februar 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Anfield: Tað skuldi verða dysturin, har Tottenham við álopskendum fótbólti skuldi staðfest, at liðið kann vinna Premeir League – ella dysturin, har Luis Suarez prógvaði, at hann er lykilin hjá Liverpool til fleiri mál. Dysturin endaði tó við málleysum javnleiki, har ein ketta og eitt spark í búkin á Scott Parker vóru mest umtalaðu støðurnar. Undan dystinum var mjørki í pørtum av Liverpool. Ein tíma und­ an dystarbyrjan var mjørkin tjúkk­ ur og eitt sindur av iva var um, um dysturin møguliga kundi blíva av­ lýstur. Samstundis komu tíðindini um, at Tottenham-venjarin, Harry Redknapp, stóð fastur í London. Hann hevði fyrr um dagin verið í rættinum har hann er ákærdur fyri skattasvik. Tottenham hevði í tí sambandi leigað honum ein flúgv­ ara, so hann kundi náa til Liver­ pool at standa á odda fyri liðnum. Tað var tó ikki orsakað av mjørka, at venjarin ikki kom vegin fram. Flúgvarin hevði tekniskar trupul­ leikar og kom ongantíð á flog. Ketta kom á vøllin Tá farið var til hálvleiks, tosaðu fólk ikki um annað enn kettuna, sum kom inn á vøllin, tá ellivu min­ uttir fóru spældir. Grá og hvít kom hon rennandi inn á vøllin og setti beina leið móti Tottenham-mál­verj­ anum, Brad Friedel. Hann gjørdi onga roynd at fanga fittu kettuna – møguliga, tí hann stúrdi fyri, at so fór hann bara at geva mynda­ monnunum eina mynd, har hann ikki kláraði at fanga kettuna. Bretskir miðlar hava síðani dyst­ in leitað eftir kettuni, men fyri­bils hevur tað ikki eydnast at finna hvørki hana ella eigaran. Nakað inn í seinna hálvleik kom Luis Suarez so aftur á vøllin, eftir at hava sitið uttanfyri við leikbanni í níggju dystir. Hann fekk leikbann í átta dystir fyri at hava brúkt rasist­iskan málburð móti Patrice Evra, umframt ein fyri hava víst Fulham-viðhaldsfólkunum ein ávísan fingur. Hann tuskaði runt á vøllinum og vísti í støðum, hví Liverpool- viðhaldsfólk eru so góð við hann. Fram­herjin úr Uruguay var tó heppin, at hann ikki fekk beinleiðis reytt kort mestsum beinanvegin, tá hann var komin á vøllin, tá hann sparkaði Scott Parker í búkin í staðin fyri at sparka bóltin. Stutt fyri tíð fekk Luis Suarez ein gyltan møguleika fyri at avgera dystin, men úr stuttari fjarstøðu stútaði hann beint á málverjan. Komandi dysturin hjá Liverpool og Luis Suarez er móti Manchester United og Patrice Evra. Tamt Tottenham Tottenham hevur spælt ferðmiklan álopsfótbólt hetta kappingarárið við Gareth Bale á odda. Skjóti walisin var eisini um reppið at avgera dystin til fyrimuns fyri Totten­ham, tá hann bleiv leysur móti Liverpool-málverjanum. Tíverri fyri Tottenham, so skjeyt Gareth Bale beint á Pepe Reina. Bale fekk tíðliga í seinna hálv­ leiki gult kort fyri at tveita seg, tá hann fór fram við Daniel Agger í Liver­pool-verjuni. – Tín snýtari, reis teg upp, rópti síðumaðurin eftir Garteh Bale. Móti dystarenda var støðan ein onnur, tá Martin Skrtel við alt ov nógvari ferð taklaði bóltin frá Gareth Bale. Hesa ferð var talan um frípark, ið kundi givið reytt, men dómarin valdi bara at geva gula kortið. Kanska støðan fyrr í hálv­leikinum spældi inn tá. Fyri Tottenham kom tað illa við, at Harry Redknapp ikki kom vegin fram. Hatta er ákærdur fyri at hava flutt pengar á eina konto í Monaco, fyri at sleppa undan at gjalda skatt. Hann noktar seg sekan og mett verður, at dómur fellur í málinum í dag. Tottenham hevði ikki nógv meira enn ta einu royndina á málið. Hetta er áttanda ferðin, at vitjandi liðið hevur fingið eitt stig á Anfield. trondur@sosialurin.fo Enski landsliðsvenjarin tekur ikki undir við avgerðini hjá enska fót­ bólts­sambandinum, um at taka lið­skipara­bandið frá John Terry. Chelsea-miðverjin er skuldsettur fyri at hava brúkt rasistiskan mál­ burð móti Anton Ferdinand í dysti í oktober, og í farnu viku gjørd­ ist greitt, at málið kemur ikki fyri rættin, fyrr enn eftir EM-enda­ spælið í summar. Í tí sambandi hevur enska fót­ bólts­sambandið, FA, valt at taka lið­skiparabandið frá John Terry, til hetta málið er endaliga avgreitt. Fabio Capello hevur sagt við italskar miðlar, at hann er ósamdur við av­ gerðini, og spurningurin er nú, um starvið hjá italiumanninum kann vera í vanda. Venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson, segði í samrøðu við Sky Sports, at eina avgerð um, hvør er liðskipari og ikki, má og skal bara venjarin taka, tí hann er týdn­ ingarmiklasti maður á einum liði. trondur@sosialurin.fo Málleyst og mjørki á Anfield Fótbóltur Harry Redknapp stóð eftir í London, tá lið hansara mánakvøldið spældi málleysan javnleik ímóti Liverpool á Anfield. Ein ketta og Luis Suarez stjólu yvirskriftirnar í dystinum, sum varð spældur í mjørka Premier League Capello ósamdur við FA KEND KETTA Púra óimponerað spákaði kettan fram við heimafjepparunum á Anfield mánakvøldið undir málleysa dystinum millum Liverpool og Tottenham Mynd: Andrew Yates/AFP Pætur Albinus Tað vóru borðtennisleikarar í aldrinum 11 til 15 ár, sum fríggja­ dagin løgdu leiðina til stóru kappingina í Roskilde, sum ár­liga hýsir stórari GP-stevnu, har føroyskir leikarar javnan hava verið við. Ungu leikararnir hava vant dúgliga seinasta árið – heili fýra ferðir um vikuna. Borð­tennissamband Føroya sendir árliga ungar leikarar uttan­lands at royna seg, og var hetta fyrsta ferðin, at ein hóp­ ur, ið hevur vant somikið nógv, var sendur avstað. Trý gullmerki Úrslitini í kappingini vóru ein staðfesting av, at nógv venj­ing gevur úrslit. Úrslitini vóru nevniliga sera góð. 11 ára gamli Hanus Sørensen luttók í Puslinge Drenge B, har hann eftir eina nervaða byrjan tapti fyrsta dystin, men síðani ikki gjørdi matari enn at vinna allar dystirnar, ið eftir vóru, og har­við eisini gullið. Nevnast skal, at mótstøðan var stinn og nógvir leikarar vóru av Dan­ marks størstu talentum, men Hanus spældi veruliga upp til sítt besta, knógvaði øllum danskarunum og vann gull. Javnaldurin Magnus Holm Jacobsen luttók í Yngre Drenge C, har hann var sera av­gjørdur í sínum spæli og vann kapp­ ingina. 15 ára gamla Durita Jensen vann eisini gull eftir at hon í Yngre Piger B – har einans trígg­ir luttakarar vóru – um­ vegis tveir 3-1-sigrar vann bólk­ in og harvið kappingina. Allir hesir gullvinnararnir spæla við Borðtennisfelagnum Tór í Havn. Onnur nær við Gullmerkini vóru ikki einastu føroysku heiðursmerkini í kapp­ingini. Hanus Sørensen, vann gull í Puslinge Drenge B, vann bronsu í Yngre Drenge B. Hann tapti hálvfinaluna tepurt ímóti tí leikaranum, sum vann kapp­ingina. 15 ára gamla Anna Mikkjals­ dóttir úr TBF á Tvøroyri vann silvur í Piger B, har hon eftir at hava staðið seg væl alla kapp­ ingina fekk ov stinna mótstøðu í finaluni, sum hon tapti 0-3. Teir 12 leikararnir og ferða­ leiðarar teirra vóru aftur í Før­ oyum mándagin. Góðu úrslitini koma uttan iva av nógvu venjingartímunum og vísa tey eisini á, at føroyskt borðtennis avgjørt er við á al­ tjóða borðtennispallinum og á føroyska ítróttarpallinum. albinus@sosialurin.fo Borðtennis góð úrslit í Danmark Borðtennis Um vikuskiftið luttóku 12 ungir føroyskir borðtennisleikarar í Nordea Cup í Roskilde. Úrslitini vóru góð og komu tey heimaftur við trimum gullheiðursmerkjum 15 ára gamla Durita Jensen var ein av gullvinnarunum