mikudagur 8. februar 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 8. februar 2012 · Nr. 17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Serliga er trýstið á Mjølni stórt,
tí liðið má og skal vinna dystin
í Badmintonhøllini í Klaksvík í
kvøld klokkan 20, fyri at varð
veita vónina um at sleppa í
FM-finaluna aftur í ár. Mjølnir
hevur átta stig og er fýra stig
aftan fyri SÍ og seks stig aftan
fyri ÍF.
Vinnur Mjølnir, eru bara
tvey stig upp til SÍ og finalu
plássið, men vinnur SÍ hin
vegin, eru seks stig upp til bæði
SÍ og ÍF, og so er eingin kapping
meira um at sleppa í FM-final
urnar.
ÍF vitjaði Fleyr í Gunda
dalshøllini í Havn í gjárkvøldið,
og har kundu fuglfirðingar
vinna ein rímiliga tryggan 3-0
sigur á vertunum, sum høvdu
minni og minni mótstøðu at
geva fyri hvørt settið, ið fór.
Sostatt greiddi ÍF sín setn
ing og kann nú bara bíða eftir,
hvat hendir í uppgerðini mill
um
kappingarneytarnar
í
kvøld. Bæði SÍ og Mjølnir hava
spælt tveir dystir færri enn ÍF,
so ymsar forskjótingar kunnu
framvegis
henda
á
stiga
talvuni.
Aftan á dystin í kvøld eru
fleiri innanhýsis uppgerðir
eftir millum hesi trý fremstu,
so endaspurturin kann gerast
spennandi. Og kanska burtur
sæð frá dystunum ímóti Fleyr,
kann alt henda í hesum dyst
um.
Fleyr - ÍF 0-3 (21-25, 15-25, 11-25)
Tróndur Arge
20 ára gamli landsliðsspælarin,
Jóan Símun Edmundsson, er í hes
um døgum í Stavangur í Norra,
har hann er til royndarvenjing
við Viking, sum er ein møguligur
nýggjur arbeiðsgevari, eftir at
toftamaðurin síðst tvey árini hevur
havt sáttmála við enska stórfelagið,
Newcastle.
Eftir eitt heldur misjavnt ár
í Newcastle, leitar Jóan Símun
Edmundsson nú eftir fyrstaliðs
fótbólti, tí hann hevur havt trupul
leikar við at vunnið seg fastan á
eykaliðið hjá Newcastle. Hinvegin
skilst á lagnum, at tað fyri ein part
eru júst avrikini á eykaliðnum,
ið hava givið Viking hug til at fáa
hann til Norra at royndarvenja.
Venjari hjá Viking er fyrverandi
norski
landsliðsvenjarin,
Åge
Hareide, ið áður sum venjari eisini
hevur vunnið svenska meistara
heitið við Helsingborg og norska
meistaraheitið við Rosenborg, um
framt at hann hevur vant Molde í
Norra og Brøndby í Danmark. Hann
hevur góðar vónir til Jóan Símun: –
Vit hava fylgt honum í eina tíð og
nú vilja vit hyggja nærri at honum,
sigur Åge Hareide við Aftenbladet.
Sjálvur dylur Jóan Símun held
ur ikki fyri, at Viking saktans kundi
verið eitt gott boð upp á felagið, har
hansara yrkisleið sum fótbólts
spælari kann halda fram: – Mær
dámar væl felagið, sum hevur ein
ungan spælarahóp, ið hevur tikið
sera væl ímóti mær. Mær dámar
fótbóltin, sum lagt verður upp til
her, og Viking sær út til at hava
eina spæliætlan, ið hóskar mær
væl, sigur hann við heimasíðuna
hjá felagnum.
Sáttmálin við Newcastle gongur
út í summar og tað er ikki líkt til,
at samstarvið heldur fram. Jóan
Símun Edmundsson spældi ann
ars fast á eykaliðnum, tá Peter
Beardsley var venjari, men síðani
Willie Donachie kom til, hevur tað
verið misjavnt við spælitíð.
Jóan Símun til Norra
Fótbóltur Jóan Símun Edmundsson, sum er til
royndarvenjing í felagnum Viking í Stavanger, kennir seg
væl móttiknan har og dámar væl spælistílin hjá liðnum
VÆL MÓTTIKIN
– Mær dámar væl felagið, sum hevur ein ungan spælarahóp, ið hevur tikið sera væl ímóti mær, sigur
Jóan Símun Edmundsson um norska Viking, har hann í hesum døgum er til royndarvenjing
Mynd: www.viking-fk.no
ÍF gjørdi sítt
Mansflogbóltur Við at
vinna á Fleyr í gjárkvøldið, hava
fuglfirðingar lagt stórt trýst á
Mjølnir og SÍ, sum spæla í kvøld
Um vikuskiftið eru teir báðir
stóru
steypafinaludagarnir
í hondbólti, har tey vaksnu
spæla sínar finalur leygardagin
og tey yngru sunnudagin.
Sostatt verður ítróttarhøllin
á Hálsi í Havn karmur um
tríggjar dystir tann fyrra dagin
og ikki færri enn átta dystir
tann seinna dagin.
Sum
vant,
verða
óivað
nógvir
áskoðarar
til
allar
dystirnar, men eisini tey, ið
ikki hava møguleika at vera
á staðnum, kunnu fylgja við,
tí dystirnir leygardagin verða
bæði
út-
og
sjónvarpaðir,
og aftur í ár verða dystirnir
seinna dagin sendir við livandi
myndum á internetinum.
Annars
má
sigast,
at
høvuðsstaðarfeløgini standa
sterk í myndini, tá hugsað
verður um, hvør hevur spælt
seg í finalurnar. Serliga H71
og Kyndil við ávikavist sjey
og seks liðum, eru sjónsk í so
máta, og teimum á baki kemur
Neistin við trimum liðum.
Bygdirnar eiga seks av
teimum tilsamans 22 liðunum,
so VÍF og Stjørnan hava tvey
lið í part við í steypafinalunum
og VB og Tjaldur hvør sítt.
hilmarjan@sosialurin.fo
H71 og Kyndil
eiga flestu liðini
Leygardagin 11. februar
13.30 VB - Stjørnan . . . . . . . . kvinnur
16.00 Neistin - H71 . . . . . . . . . . menn
18.00 H71 - Kyndil . . . . . . dreingir 18
Sunnudagin 12. februar
12.50 VÍF - Kyndil . . . . . . . . gentur 10
13.35 Kyndil - H71 . . . . . . dreingir 10
14.20 H71 - Neistin . . . . . . gentur 12
15.15 H71 - Tjaldur . . . . . dreingir 12
16.10 Stjørnan - Kyndil . . . gentur 14
17.20 H71 - Kyndil . . . . . . dreingir 14
18.30 Neistin - Kyndil . . . . gentur 17
19.45 VÍF - H71 . . . . . . . . dreingir 16
Steypafinalurnar:
Mynd: Álvur Haraldsen