Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Allir flokkar taka undir við, at ein kanning nú verður sett í verk fyri at kanna, hví tað er so dýrt at búgva í Føroyum. Tað kom týðiliga til sjónd­ ar í gjár, tá ið Løgtingið við­ gjørdi eitt uppskot frá Javn­ aðarflokkinum um at fáa lands­stýrið at kanna, hví prís­støðið í Føroyum er so høgt. Umboð fyri allar flokkar taka undir við hesum og tað komu eisini ítøkilig uppskot fram um, hvat kundi verða gjørt. Uppskot var frammi um at lækka ella avtaka mvg á frukt, grønum og heilsu­góð­ um mati. Uppskot var eisini frammi um at lækka skrá­ set­ingargjaldið av bilum og rent­urnar og ómaksgjøldini hjá bankununum fingu eisini toyggið. Tí fegnast tinglimir um, at glið er komið á málið um at víðka heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum at taka kappingina upp við bank­ arnar. Tinglimir vísa eisini á, at Kappingarráðið hevur biðið um eina millión krónur til at kanna fíggjarmarknaðin í Føroyum. Dýrt at vera útjaðari Tinglimir undrast á, at tosað verður so nógv um at styrkja okkara útflutning, men at lítið og onki verður tosað um at styrkja okkara innflutningsmøguleikar. Í hesum sambandi varð nevnt, at tað mangan var bíligari at innflyta úr Stóra Bretlandi, enn úr Danmark og tingfólk ivast eisini í um vit fáa nóg nógv burtur úr tí flutningssambandi, vit hava til Bretlands. Eisini Johan Dahl, lands­ stýrismaður í vinnumálum, er samdur í at tað er dýrt at vera føroyingur í Føroyum. – Tað, at vit eru ein út­ jaðari ger tað dýrt at vera í Føroyum. Eisini Johan Dahl nevndi eisini prísin á flog­ferða­seðl­ um, sum Løgtingið kann gera nakað við, er vilji til tess. Men hann helt, at tað hevði týdning, at nevna onn­ ur viðurskifti. Í hesum sambandi nevndi hann oljuprísirnir, har tað í longdini ber til at fáa prís­ støðið niður. Í hesum sambandi hugsar hann um orkuætlanina, sum landsstýrið hevur gjørt við tí endamálið at gera okkum leys av oljuni og leggja um til varandi orku. Uppskot varð eisini um at lata føroysku sendi­stov­ur­ nar uttanlands kanna møgu­ leikarnar fyri at føroyingar kunnu innflyta úr ymsum londum, eitt nú úr Bretlandi og Íslandi og nevnt varð eisini, at sendistova okkara í London hevur gjørt eitt stórt arbeiði at kanna bretskar heilsølur og møguleikarnar fyri at flyta vørur haðani og til Føroyar. Nevnt varð eisini, at vit hava ein grundrakstur í samfelagnum, sum vit eiga at kanna eftir. Eitt dømi er, at í Føroyum hava vit eina oljugoymslu, sum er 10-20 ferðir størri upp á seg, enn hon er í Danmark. – Vit hava nakrar av­bjóð­ ingar í einum lítlum oyggja­ samfelagið, sum onnur ikki hava. Poul Michelsen, sum eisini er garvaður handilsmaður, nevndi, at einaferð gjørdi hann eina roynd at bíleggja úr Bretlandi, tí hann helt, at tað var bíligari. Sum eina roynd ætlaði hann at keypa eitt sindur av osti, at vita um tað var bíligari. – Hvussu nógvar bingjur, skalt tú hava, spurdi bretski heilsølumaðurin. Tá ið Poul Michelsen so royndi at greiða frá, at talan var um ein lítlan marknað og at hann ikki kundi keypa heilar bingjur av osti, spurdi bretski handilsmaðurin: – Hví ringir tú so til mín, eg havi heilsølu. Tað, Poul Michelsen vildi vísa, er, at vit eru eitt lítið handilsøki og at tað er dýrt at handla í smáum. Tingmenn halda, at ein orsøk til høga prísstøði er, at tað er so lítil kapping á nógvum økjum, men tað er meiri ein spurningur, sum myndugleikin má taka á seg. Ikki ókeypis Hinvegin staðfesti lands­ stýrismaðurin í vinnumálum, at hann skal fegin standa á odda fyri eini kanning, sum skal kanna prísstøðið í Før­ oyum. Men hann staðfestir sam­ stundis, at ein slík kanning er ikki ókeypis og hann vón­ aði, at Løgtingið eisini sam­ stundis var sinnað at játta honum peningin til kann­ ing­ina. Hann vísti á, at í Vinnu­ málaráðnum er sera av­mark­ að orka til eina nýggja upp­ gávu, sum hesa, tí neyðugt er at seta fólk av til endamálið. Johan Dahl tekur eisini undir við royndunum at út­ vega bíligari sethúsa­fígg­ing og hann tekur eisini undir við umbønini frá Kapp­ingar- ráðnum um eykajáttan upp á eina millión til at kanna prís- støðið. Alt hetta eru stórmál, sum tað krevst dygg politisk undirtøka fyri og tað vónaði landsstýrismaðurin, at hann fær. Hann staðfestir eisini, at vinnulívið í Føroyum rindar ógvuliga fá gjøld aftur ímóti vinnulívinum í øðrum londum, sum rindar bæði umhvørvisgjøld, grøn gjøld og onnur gjøld, sum vinnan í Føroyum ikki hevur. aki@sosialurin.fo Fara at kanna hví tað er so dýrt í Føroyum HØGIR PRÌSIR Allir flokkar á tingi eru samdir um, at tað er alt ov dýrt at búgva í Føroyum og teir eru sinnaðir at kanna, hví so er Vodafone leitar eftir einum virkisfúsum og ágrýtnum netumsitara. Sum netumsitari kem­ ur tú at arbeiða á teknisku deildini á Vodafone. Arbeiðið fevnir m.a. um: Netumsiting og rakstur Cisco beinarar og routing protokollir Umsiting av IP adressum Menning av breiðbandstænastum VAS tænastur Firewall og trygd sum heild Vit ynskja, at umsøkjarin er ein góður lið­ spælari, ið lærir skjótt og dugir at gera tað fløkta einfalt. Sum netumsitari ynskja vit, at tú ert ágrýtin eftir at læra meira, veita góða tænastu og hava góðan røkiskap. Harumframt kemur tú, í stóran mun, at vera við at stýra meningini á Vodafone. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, um tú hevur lokið prógv sum datamatikkari ella verkfrøðingur. Sjálvlærd eru eisini vælkomin at søkja. Vit kunnu bjóða eitt dynamiskt og spenn­ andi umhvørvi, har starvsfólk hava tikið á seg at vera nýskapandi. Tú fært góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Lønin verður ásett eftir førleika, útbúgving og royndum. Starvið verður sett skjótast til ber. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Egil Hofgaard, skip an­ arumsitara, á egil@vodafone.fo ella Thomas Dam, rakstrarstjóra, á td@vodafone.fo. Eisini ber til at ringja á telefon 20 20 20. Skriftlig umsókn við prógvum og við mæl­ um skulu vera okkum í henda í seinasta lagi fríggjadagin 24. februar 2012. Netumsitari til Vodafone Vodafone leitar eftir virkisfúsum og ágrýtnum netumsitara Tað, at vit eru ein útjaðari ger tað dýrt at vera í Føroyum Dýrt at liva Allir flokkar eru samdir um, at tað er dýrt at vera føroyingur í Føroyum og teir eru sinnaðir at gera nakað við tað. Savnsmynd