Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Tað ber væl til at lækka prísin á ferðaseðlum við At­ lantsflogi munandi. Tað er Janus Rein, løg­ tings­maður fyri Framsókn, púra sannførdur um. Umframt at vera ting­ maður, er Janus Rein eisini flogskipari hjá Atlantsflog og tí viðgekk hann, at skeggið er nakað nær høkuni. Av tí sama vildi hann heldur ikki nevna flogfeløg við navni, tá ið Løgtingið um­røddi uppskotið frá Javn­ aðarflokkinum um at lækka prísstøðið í Føroyum. – Men eg kenni til um­ støðurnar og eg eri sann­ førdur um, at er endamálið at fáa bíligari flogferðaseðlar, kann tað gerast í eini handa­ vending, sigur hann. Atlantsflog ein ræðumynd Tá ið tosað verður um, hvussu dýrt alt er í Føroyum, verða ferðaseðlarnir hjá At­ lantsflogi ofta drignir fram sum ein ræðumynd. – Tað eru nógvir politik­ arar, sum válka sær í hes­um og lova bíligari flog­ferða­ seðlar fyri at fiska atkvøður. – Men enn hevur ongin gjørt nakað við tað, staðfestir Janus Rein. Men hann staðfestir, at í turrum tølum kostar tað einar 250 milliónir at reka flogferðsluna til og úr Før­ oyum. Keypir tú fyri 100 krónur í ferðaseðlum við ein­um av skipunum hjá Strand­ ferðsluni, rindar tað almenna 349 krónur afturat í stuðuli. Í hesum roknistykkinum eru bara skipini tald við. So­statt eru bygdaleiðir, far­ støðir, havnarløg og pakkhús og onnur hús, ikki tald við. – Keypir tú ferðaseðlar fyri 100 krónur frá Strand­ferðs­ luni, er veruligi kostnaðurin fyri hann sostatt 449 krónur. Men keypir tú fyri 100 krónur í flogferðaseðlum, krevur landið seks krónur í ferðaavgjaldið og 13 krónur til at reka flogvøllin fyri. – Hvørja ferð, tú keypir flog­ferðaseðlar fyri 100 krónur, krevur landið sostatt 19 krónur burtur av. Sostatt er 81 krónur tann veruligi kostnaðurin fyri ein flogferðaseðil upp á 100 krónur. – Tá er ikki roknað við einari krónu í yvirskoti til flogfelagið. – Men kastar landskassin so harafturat líka nógvan pen­ing í flogfelagið, sum hann kastar í Strand­ferðsl­ una, hevði tann dýr­asti ferðaseðilin til Keyp­manna­ havnar og aftur, sum nú kostar yvir 5.600 krónur, lækka niður í einar 1.289 krón­ur tilsamans. Og tann bíligasti ferðaseðilin, sum nú kostar 2.300 krónur, hevði kostað einar 512 krónur. – Hevði flogfelagið verðið rikið eftir sama leisti sum Strandferðslan, hevði hetta hevði verið prísurin at flúgva ímillum Føroyar og Dan­ mark. – Munurin er bara, at hvat Strandferðsluni viðvíkur, rindar landskassin eina stóra upphædd í stuðuli til hvønn ferðaseðil, men tá ið tað ræður um flogferðsluna, krevur landskassin eitt stórt avgjald av hvørjum ferðaseðili. Hann leggur kortini aft­ urat, at varð Atlantsflog rikið á sama hátt sum Strand­ ferðsl­an, hevði tað kostað landskassanum 124 milliónir í stuðuli. Lækka 17 % beinanvegin Janus Rein sigur, at vilja vit hava bíligari ferðaseðlar, kundi fyrsta stigið verið at avtikið ferðaavgjaldið, sum er einar 14 milliónir um árið. – Varð tað avtikið, kundi ferðaseðilin lækka eini 7% beinanvegin. – Men verða flogvøllur og farstøð og hangarar løgd á fíggjarlógina, akkurát, sum farstøðir og havnir og pakk­ hús hjá Strandferðsluni, hevði floferðaseðilin lækka eini 10% afturat. – Men bíligari ferðaseðlar høvdu eisini ført við sær fleiri ferðafólk og sostatt betri rakstur og tað hevði helst elvt til eina príslækking upp á eini 10% afturat. – Sostatt ber til í eini handavending at skarva ein fjórðing av ferða­seðla­ prísinum. Janus heldur, at hetta hevði verið ein øgiligur vinn­ ingur fyri samfelagið. – Tað hevði ment ferða­ vinnuna, men bíligari ferða­ seðlar út í heim, er eisini ein lykil til at fáa fleiri fólk at flyta heima aftur til Føroya at búseta seg, sigur Janus Rein. – Endamálið eigur at vera at bera so í bandi, at tað skal bera til at arbeiða uttanlands og samstundis búgva og vera skattaborgari í Føroyum og í hesum sambandi eru bíligari flogferðaseðlar lykilin til at røkka tí endamálinum. Ræðist ikki kapping Annars eru tað fleiri sum halda, at bara kapping verð­ ur í flogferðsluna og okkurt annað flogfelag ferð at flúgva á Føroyarutuni, verða ferðaseðlarnir bíligari, tí so verður kapping. – Kapping er sunn, og fyri mær skulu onnur vera vælkomin at kappast á Føroyarutunum. Hinvegin ivast hann í um flogfeløg fara at koma hendavegin, tí ferðaavgjøldini eru so høg. – Vanliga stýra flogfeløg í einum stórum boga uttanum lond og flogvallir við høgum ferðaavgjøldum. Harafturímóti stúrir Janus Rein ikkis serliga illa fyri, at okkurt flogfelag kem­ ur hendavegin og beinir fyri Atlantsflogi í einum prís­ kríggi. – Fíggjarliga er Atlantsflog eitt serstakliga væl kjølfest flog­felag og skal okkurt ann­ að flogfelag hendavegin, fer tað at kosta tí einar 150-200 illiónir at fáa bilbukt við At­ lantsflog og tað vænti eg ikki, at nakar hættar sær í holt við, segði Janus Rein. aki@sosialurin.fo Kunnu lækka prísin hjá Atlantsflogi heili 77% FERÐASEÐLAPRÍSIR Varð Atlantsflog rikið á sama hátt, sum Strandferðslan kundi prísurin á ferðaseðlum verðið lækkaður heilt munandi Janus Rein, tingmaður og flogskipari, ivast í um nakaða flogfelag fer at taka kappingina upp við Atlantsflog, tí vanliga stýra flogfeløg í einum stórum boga uttanum lond og flogvallir við høgum ferðaavgjøldum Hvørja ferð, tú keypir flogferðaseðlar fyri 100 krónur, krevur landið sostatt 19 krónur burtur av Enn hevur ongin gjørt nakað við tað, staðfestir Janus Rein