fríggjadagur 10. februar 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Fólkavøkstur. Tað var eitt av
mest nýttu gandaorðunum í
stríðnum undan løgtingsval
inum 29. oktober 2011. Ein av
teimum, sum ikki bjóðaði seg
fram aftur, var Magni Laksá
foss. Hann segði, at tað nú er
um at vera ov seint. Bygn
aðarbroytingarnar, sum skul
du til fyri at rætta kósina, eru
ikki gjørdar, og nú fer tað at
síggjast aftur í, at tað fer at
ganga skeiva vegin við fólka
talinum. Sum tað eitt nú hev
ur gjørt í Hetlandi nú í mong
ár.
Nýggjastu tølini undir
strika, at tað er alneyðugt
at gera nakað fyri at skun
da undir vøksturin, og heili
vágurin er fyrst og fremst
at venda flytingini soleiðis,
at tað verða færri, sum flyta
av landinum, og at tað verða
fleiri, sum flyta til Føroya.
Á heimasíðuni hjá Um
hvørvisstovuni er ein upp
gerð, sum vísir, at fólkatalið
í Føroyum við ársenda 2011
var 48.360, meðan tað við árs
byrjan var 48.482. Tað vil siga,
at fólkatalið í 2011 minkaði
við 122.
Munurin millum fødd og
deyð var 198, og tað fluttu
322 fleiri úr Føroyum, enn
tað fluttu til Føroya. Tað er
við øðrum orðum stóra frá
flytingin, sum er høvuðs
orsøkin til, at fólkatalið
minkar. Men tað er eisini
merkisvert, at føðitalið er so
lágt. Sambært heimasíðuni
hjá Umhvørvisstovuni var
tað í 2011 570.
So lágt hevur føðitalið í
Føroyum ikki verið síðani í
tríati árunum. Vit skulu altso
aftur um 2. heimsbardaga
fyri at møta tí føðitalinum,
sum nú er í Føroyum.
Tað er Hagstovan, sum
røkir
fólkatalshalgtølini
í Føroyum, og Hans Pauli
Strøm hevur arbeitt nógv
við hesum. 1. november í fjør
legði hann ein tíðindastubba
á heimasíðuna hjá Hag
stovuni, sum bar heitið Frá
flytingin hevur minkað um
fólkatalið seinasta árið. Har
varð sagt, at føðitalið frá 1.
november 2010 og til 31. okto
ber 2011 var 596 børn, og tað
varð staðfest, at hetta bendir
á, at árliga føðitalið nú er á
veg niður um 600 børn. Tað
er um 340 færri, enn tá tað
var hægst í 1990.
-Hetta eru skelkandi tíð
indi, og tí er tað undarligt, at
eingin reageraði upp á hetta.
Eg havi sæð uppgerðina hjá
Umhvørvisstovuni, sum ikki
er tann endaliga fyri 2011.
Royndirnar siga, at neyva
uppgerðin verður tøk seinni
í ár, og eg eri vísur í, at talið
verður ikki 570, tá ið 2011
verður endaliga gjørt upp.
Men tað er eingin ivi um,
hvønn veg tað rekur. Talið á
nýføðingum í Føroyum lækk
ar nógv. Tað er á veg niður
um seks hundrað, og so lágt
hevur tað ikki verið síðani í
tríati árunum. Í 1939 var tað
560, og miðaltalið fyri fyrra
Føroyskar kvinnur eru framvegis – sammett við onnur lond í okkara parti av heiminum - óførar
at eiga børn, men ein so stórur partur av teimum í burðarførum aldri búleikast aðra staðni
enn í Føroyum, og tað er ein trupulleiki, sum vit eru noydd at fyrihalda okkum til
Nýføðingarnir
verið so fáir í 7