Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 partin av tredivunum var 584, sigur Hans Pauli Strøm, sum samstundis vísir á, at tað er púra hvør sítt grund­ ar­lag fyri føðitalinum undan kríg­num og tí, sum nú verður gjørt upp. -Samlaða fólkatalið við krígs­byrjan var 25100, og nú eru vit 48.360. Tað vil siga, at burðar­títtleikin, roknað sum fødd fyri hvørjar túsund íbúgvar, í 1939 var næstan tví­falt av tí, sum hann nú er! Sjuntarnir Tá ið tað ræður um føðitalið, eru tað tveir sjuntar, sum eru avgerandi. Annar er, hvus­su nógv børn hvør kvin­na í burð­ar­førum aldri í miðal føðir, og hin er, hvussu nógvar kvinn­ur í burðar­ førum aldri eru í landi­num. Í altjóða hagtølum verð­ur burðarførur aldur rokn­aður at vera millum 15 og 49 ár. Sam­mett við onnur fram­ komin lond, so eiga føroyskar kvinn­ur framvegis nógv børn í miðal, hóast miðal talið nú er væl lægri, enn tað var fyri fjøru­ti árum síðani. Í 1970 átti hvør kvinna í Før­oy­um í miðal 3,418 barn. Næsta tíggju ára skeiðið lækk­aði talið, og í 1980 var tað 2,463 í miðal. Síðani hevur tal­ið verið rættuliga støðugt, og í 2010 var tað 2,4662. Í Danmark var talið í 2010 1,850, í Sveis 1,490, í Suður­ korea 1,260, í Saudi Arabia 2,830 og í Ungarn 1,420. Í nógv teim­um flestu europeisku lond­unum er samlaði fer­ ti­li­tet­urin niðan fyri 2,0. Dreingja­børnini eru eitt vet fleiri enn gentubørnini. Tí skal hvør kvinna í miðal eiga meiri enn tvey børn, um tað skal eydnast at halda tørn. Í hes­um eru vit betri fyri enn hini. Trupulleikin í Føroyum er, at tað eru ov fáar kvinnur í burðarføra aldrinum, og her er tað fráflytingin og ser­liga stóra fráflytingin í ní­ti­ár­ unum, sum skaðar, og sum ivaleyst fer at skaða í fram­ tíðini. Hans Pauli Strøm á Hag­ stovuni sigur soleiðis: -Tað verður tosað um frá­flytingina orsaka av bú­ skap­a­rligum aldudalum í tríatiárunum og fimm­ti­ár­ unum. Tað vóru fráflytingar, sum tíðin bøtti sárini av. Tí­ verri er tað ikki soleiðis við ógvusligu fráflytingini í ní- ti­árunum: Føðitalið var hægst í 1990 – 943. Flestu mammurnar eru millum 20 og 34 ára gaml­ar. Tað eru ikki so ógvu­ liga nógv ár síðani, at flestu mammurnar vóru 20-24 ára gamlar. Nú eru flestu mammurnar 30-34 ára gaml­ ar. Næstflestu mamm­ur­nar eru framvegis tær 25-29 ára gomlu. Í 1990 vóru 5257 konu­ fólk í Føroyum millum 20 og 34 ár. Fimm ár seinni var tað 3877, og í 2011 var tað 3749. Hans Pauli Strøm spáddi í níti árunum, at ógvusliga fólka­flytingin, sum tá var, fór at hava ógvusliga avleiðingar langt fram í tíðina. At talið á kvinnum í burðarførum ald­ri framvegis er 1500 ella knappliga 30 prosent lægri, enn tað var í 1990, fer at síggjast aftur langt fram í tíðina. -Tað komu fleiri aftur av teimum, sum fyrrapartin av níti árunum fóru av landi­num. Tað vóru tó fleiri mann­fólk enn konufólk, sum komu aftur, og tað er ikki minst børnini hjá teimum, sum tá fóru avstað, ið vit nú sakna. Smágenturnar mið­ skeið­is í níti árunum eru nú í burðarførum aldri, og tær føða børn aðra staðni enn í Føroyum. Og soleiðis fer tað at verða ættarlið eftir ættar­ lið, heldur Hans Pauli Strøm á Hagstovuni. Avleiðingarnar Tað verður nógv tosað um pensiónsskipanir og lut­ fals­liga talið á teimum, sum arbeiða og teimum, sum eru farin um arbeiðsaldur, og sum eru á veg í vinnuføran ald­ur. Í níti árunum vórðu stór­ ar útbyggingar fyri at nøkta tørvin á barna­garðs­plássum, og tað sigur seg sjálvt, at tað eisini merk­ist í fólka­skúlu­ num og mið­náms­skúl­un­um, tá ið talið á teimum, sum kunnu søkja inn á útbúgv­ ing­ar­nar, um nøk­ur ár fer at minka við ein­um fimtingi ella kanska fjórð­ingi. Í hesi vikuni hevur nógv ver­ið tosað í Danmark um, at fólkaskúlalærarar vórðu upp­sagdir í Odense og síðani á Frederiksberg. Orsøkin varð søgd at vera tann, at tal­ið á næmingum minkar so nógv. Hvussu tað verður við hes­um í Føroyum fer tíðin at vísa, men tað er greitt, at talið á pensionistum fer at økj­ast – eisini tí livialdurin hækk­ar – og at talið á teim­ um, sum koma inn á ar­beiðs­ marknaðin, fer at minka. Søgan er væl kend aðra stað­ni. Í eitt nú Fraklandi og Dan­mark hava tey samtykt at hækka pensiónsaldurin, sum svenski forsætis­mála­ ráð­harrin nú um dagarnar tosaði um at hækka til 75 ár. Bæði tí tað verður tørvur á arbeiðs­orku, og tí tey eldru liva longri og hava tað betri, enn tað áður hava. Í fleiri londum, har barns­ burðartalið er nógv minkað, verð­ur miðvíst arbeitt við at fáa fremmandafólk at flyta inn í landið. Eitt gott dømi um hetta er Kanada, og prát­ ið hesum viðvíkjandi er eisini kent í Danmark. Í hesi øldini hevur nógv verið gjørt fyri at av­marka inn­flytingina av fremm­and­ um í Danmark. Tað hava arbeiðsgevararnir ikki verið so fegnir um. Teir vísa á, at framskrivingarnar siga, at hóast arbeiðsloysi, so verður tað skjótt tørvur á arbeiðs­ megi, bæði tí stórir árgang­ ir fara frá fyri aldur, og tí tilgongdin er lítil og mink­ andi. - Hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin í størsta álvara her hjá okk­ um. Sjálvandi eiga allar árar at verða lagdar í sjógv fyri at varðveita unga fólkið í landi­ num og fyri at fáa tey heim aftur sum skjótast, tá ið tey eru farin burtur at útbúgva seg. Royndirnar siga, at tey, sum ikki eru komin, tá ið tey eru farin um tey tríati, festa røtur aðra staðni, og harvið miss­ir føroyska samfelagið tey sum arbeiðsorku og teirra børn sum framtíðar borg­ar­ar. - Men vit eiga eisini at fyri­halda okkum til hin spurn­ingin, sum er at fáa neyðuga arbeiðsorku aðra stað­ni frá. Hetta er ikki ein trupulleiki júst nú, men tað verður skjótt ein trupul­ leiki, og tá eiga vit at hava skipan­ir­nar, sum skulu til, um samfelagið skal fáa nyttu burt­ur úr teimum, sum vit kun­nu velja at fáa henda veg­in at hjálpa til, tí talið á børn­um, sum verða fødd her heima, er so nógv minkað, sig­ur Hans Pauli Strøm, sum á Hagstovuni fæst við fólka­ menn­ingarlig hagtøl. Merkisvert er tað, at meðan barnatalið í Dan­ mark tríggjar teir síðstu mán­að­ir­nar í fjør minkaði við 9 prosentum sammett við í fyrraárið, so vaks fólka­ tal­ið kortini. Tað kemst av, at tað flyta so mong aðra stað­ ni frá og til Danmarkar. Tey flestu av hesum eru úr øðr­ um vestureuropeiskum lond­ um, og harvið eru tey væl skikkað til danska arbeiðs­ mark­naðin. Tølini siga, at fólka­vøkst­ urin í Føroyum kemur ikki av sær sjálvum, hóast barna­ talið roknað fyri hvørja burð­ ar­føra kvinnu í Føroyum fram­vegis er væl størri, enn tað er flestu staðni í Europa og í framkomnum londum kring allan heimin. Um einki verð­ur gjørt, so minkar fólka­talið soleiðis, sum tað hev­ur seinasta árið! r hava ikki 75 ár 1970 814 1971 779 1972 798 1973 808 1974 798 1975 781 1976 756 1977 759 1978 742 1979 790 1980 741 1981 753 1982 726 1983 688 1984 695 1985 739 1986 787 1987 779 1988 864 1989 928 1990 943 1991 861 1992 805 1993 759 1994 666 1995 644 1996 673 1997 663 1998 625 1999 626 2000 692 2001 632 2002 709 2003 705 2004 713 2005 712 2006 662 2007 674 2008 665 2009 614 2010 635 2011 596 Kelda: hagstova.fo Burðartal í Føroyum 1970-2011 1990 5.257 1995 3.877 2000 3.959 2005 3.912 2011 3.749 Kelda: hagstova.fo Kvinnur 20-34 ár í Føroyum