fríggjadagur 10. februar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skelkandi vóru boðini, tá vit
frættu, at Emma var farin.
Hugtungt er, nú okkara elsk
aða kona, móðir, systir og
omma ikki longur er millum
okkara. Seinastu árini var
Emma nógv merkt av sjúku,
men kortini komu hesi boð
sera dátt við. Júst sum vit
fylgdu vermóður okkara í
Póllandi komu hesi sorgar
boð, ið løgdu stein omaná
byrðu. Eftir situr familjan við
sorgini og sakninum. Men
gott er at eiga sterk og góð
minnir um Emmu, ið kunnu
styrkja í hesu tíð.
Emma var savnandi megin
í familjuni, ein miðdepil ið
helt familjuni saman við
síni umsorgan og umhugsni
– altíð góð hjá hennara
nærmastu at heita á; holl í
ráðum og í lívsvísdómi. Tí
verður saknurin tess størri
fyri okkum, ið eftir sita. Vit
minnast Emmu sum eina
gløgga fyrimynd, ið hevði
nógvar góðar eginleikar, ein
sterkur leiðari, ið sum fáur
dugdi væl við fólki. Umhugsni
og egið lyndi vóru aðaltættir
í hennara útstráling.
Emma Viderø Johannesen
varð fødd 4. juni 1934 í Klaks
vík. Sum ársgomul flutti
hon við foreldrum sínum
til Havnar, har hon vaks
upp. Pápin var prestur í
Adventistakirkjuni, meðan
mamman ansaði børnum og
hevði egnan handil í heim
inum. Emma var elst av trim
um syskjum, brøður hennara
vóru
Ásbjørn
og
Sverri
Viderø. Fyrstu árini gekk
hon í skúla hjá Betty Arge og
seinni í realskúla. Hálvvaksin
fór hon til Íslands, har hon
starvaðist
á
katólskum
sjúkrahúsi. Seinni starvaðist
hon á adventista-sanatorium
Skodsborg norðanfyri Keyp
mannhavn. Eftir hetta fór
hon í skrivstovulæru hjá
Waagstein sakførara í Tórs
havn í sløk 4 ár. Í 1956 giftust
Emma og maður hennara
Sigmar, og fingu tey sonin
Birgir. Eftir lærutíðina fór
hon í skrivstovustarv hjá
Tórshavnar
Kommunu,
har hon starvaðist í sløk 40
ár, eitt nú sum skrivari hjá
býararkitektinum Gunnari
Hoydal.
Trúgv hennara stóð henni
alt lívið nær. Hetta kom til
sjóndar í virksemi hennara
í Adventistakirkjuni, ið hon
var virkin partur av. Nevn
ast kann, at hon stóð á
odda fyri at útvega kirkjuni
grundstykki
saman
við
Peturi í Gong býráðslimi.
Emma var annars serliga
kend fyri síni kreativu evnir.
Hon dugdi væl at binda,
hekla og tekna. Hetta dámdi
henni væl, og nógv frítíð fór
við hesum. Hetta fekk familj
an stóran ágóða av. Eisini var
Emma sera tilvitað um sam
felagsviðurskifti, og serliga
vóru tað tey veiku í sam
felagnum, sum stóðu hjarta
hennara nær. Hetta hjarta
mál hennara kom eisini til
sjóndar í hennara virkna
limaskapi í Meginfelag teirra
brekaðu.
Ein stór gleði í hennara
lívi var at gerast omma, tá
sonurin Birgir og konan
Agniezska
fingu
børnini
Emmu og David. Sambandið
teirra millum var til tað síðsta
sera sterkt og inniligt.
Seinastu árini var Emma
innløgd á deild sjey og á deild
fimm vegna sjúku. Hetta var
ein trupul tíð fyri hana og
familjuna, men starvsfólkini
á deildini veittu henni dyggan
stuðul og hjálp. Hetta skulu
tey eiga stóra tøkk fyri.
Eftir situr familjan við
stórum sakni, men nógvum
livandi og góðum minnum
um okkara kæru Emmu.
Vit vilja við hesum lýsa
frið og signing Harrans yvir
minni hennara,
Hvíl í friði elskaða kona,
mamma og omma.
Sigmar, Birgir, Agniezska,
Emma, Dávid og Benjamin
Eg eri so kedd av, at tú ikki
ert her. Tú hevur verið
vekk í sjey ár, men tað følist,
sum tað var i gjár, eg sá teg.
Tey minni, eg havi um teg,
eru nógv saknað og kunnu
ikki sigast við orðum. Allan
tann kærleikan og alla ta
gleði, tú gav mær, eri eg
takksom fyri. Tú hevur lært
meg nógv um lívið.
Takk fyri at eg fekk loyvi
til at bera teg i níggju mán
aðir og at taka ábyrgd av
tær, mítt deiliga lítla barn,
og at eg slapp at verða
mamma tín eina tið.
Eg elski teg. Tú vart ein
gáva frá Gudi, sum hann
vildi hava aftur. Eg hugsi
um teg hvønn dag, og hvat
tú tekst við.
Mítt
elskaða
barn,
mamma gleðir seg inntil vit
síggjast aftur. men eg veit
ikki, nær tað verður, men
ein dag verður tað.
Takk mítt elskaðia barn,
at eg fekk lov at vera mamma
tín eina tíð her á føld.
Eg elski teg
mamma tín
Nøvn
26. januar fingu Anna Elisabeth og René Thomsen,
Tvøroyri, eina dóttir. Hon var 52 cm og vigaði 3050
gr.
1. februar fingu Maria við Neyst og Erik Ernesto
Nielsen úr Klaksvík, ein son. Hann vigaði 3200 kg
og 53 cm longur.
5. februar fingu Malan Lützen og Trúgvi Hansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
3960 gr.
Tann 29. november 2011 bleiv lítla, fitta Iðunn, dóttir
Súsannu Holm & Magna Mohr, fødd í Holcombe,
Devon í Onglandi. Her er hon avmyndað saman við
systkjunum Ró, Aski og Vón.
Føðingar
3. januar fingu Randi og Sigurd Hentze, Skopun, eina
dóttur. Hon vigaði 3230 gr og var 51 cm long,
1. febr. fingu Gunn
hild Johnsdóttir
Anthoniussen, Húsa
vík, og Hallur Hall
marsson Winther,
Skopun, eina dóttur.
Hon var 51 cm long
og vigaði 3610 gr.
8. februar fingu Sunneva Mellemgaard og Oddur
Hentze, Tórshavn, tvíburar, gentu og drong. Gentan
vigaði 2925 gr og var 50 cm long. Drongurin vigaði
2650 gr og var 50 cm langur.
Minningarorð um
Emmu Viderø Johannesen
Minningarorð um Jens Harry S. Dimon
26.10/2004 – 10.2/2005