Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit eru stødd á ein­ari sjúkra­ stovu á Ríkis­sjúkra­húsinum. Eitt stað, har mong við hjarta­ trongd uppliva: at verða trýst út á sjálva lívseggina - -. Stilt er inni. Ferðsla stór­ býarins hómast uttanfyri. Innan fyri talar tøgnin. Um and­lits­drøg teirra, ið hjá­ stødd eru, stendur uttan orð hetta: er nøkur vón um bata? Tey nærmastu eru hjástødd. Eingin er ljóðkátur. Tað hósk­ ar seg ikki - . Tá fer hurðin upp og inn kemur ein. Eygnabráið er blídligt (ein vøggugáva hann fekk frá móður síni). Hann heilsar fólkaliga og spyr hvussu veit við. Eitt sáttligt prát andar aftur og fram við samkenslu. Og løtu seinni spyr tann nýinnkomni vinarliga: ”Ber til at lesa eitt lítið orð (úr tí gomlu bókini við svartari permu) ella biðja eina stutta bøn?” Neyvan mann nakar hava takka: nei. Og vitjanin endar nakað seinni við øllum góðynskjum og vissuni um, at hugsað verður framhaldandi um tann, sum á sjúkraleguni liggur. ¤ Og vit kunnu her spyrja: hvat mann tað vera, sum fær ein virknan persón at vitja sjúklingar - á henda hátt? Óbiðin. Uttan orð. Uttan samsýning. Og hesin vitjandi, ið er eins og líka við øll, óansæð hvørja lívsáskoðan tey enn hava, ella hvar tey hava sítt andaliga heim? Man svarið ikki vera at finna í hesum: at her er tal­ an um tað, sum einaferð – ja, upp­runaliga - varð nevnt fyri at hava: eitt ávíst kall? So­leiðis sjálvvilligur at røkja tílík uppdrøg í eini 40 ár - viku eftir viku – antin á ”Rík­ inum” ella á ”Finsen”?. ­¤ Jú, rætt er gitt. Talan er um Øssur. Hann varð føddur við Rættará tann 13. februar 1942. Faðirættin er øðrumegin úr gomlu Havnini, sum Øssur hevur stóran tokka til, og hinvegin er ættin komin av norðurhavsins bjargalendi - av Trøllanesi. Móðurættin er úr Túni á Toftum. Foreldrini, Tinna og Sigurð, settu ikki sítt álit á verðsligt ríkidømi. Men tað besta teimum fanst – álit á Hin Almáttuga - góvu tey bør­ num sínum: eink­ar­syninum og trimum døtr­um. Øssur hevur lætt við at taka orðið, hevur lættan penn, er musikalskur og dug­ ir væl at yrkja, hevur lagt úr hond­um mong yndislig løg og sangir, og allar hesar góðu gáv­urnar hevur hann trúliga lagt fyri dagin í virk­semi sínum í og út frá ”Kristna­stovu”, Birmavej 36 á Amager. Saman við konuni, Susan, ið er ættað úr London - tey eiga synirnar: Andrew og Filip - hevur hann havt leiðsl­ una fyri sosiala/kristiliga virk­seminum heilt síðani 1973. Yngri kreftir hava nú tikið yvir, men Øssur er fram­ vegis virkin í verkinum. ¤ Eitt heldur fjálgari dømi kann takast við her. Símun Jóhan Wolles av Eiði lá niðri fyri heilsusakir. Og á somu stovu lógu aðrir sjúklingar. Teimum tyktist kanska synd í hesum fámælta føroyinginum, sum var komin langa leið hagar til viðgerðar, ella tí teir merktu, hvar ið hann stóð andaliga. Tí teir kundu jú ikki vita, at her lá ein framúr talari og hendinga bátasmiðjur. Tá fer hurðin upp og inn kemur Øssur við eini 8 -10 lívs­frískum ungdómum, sum fólkaliga fóru undir at syngja fleirraddaðar sangir fyri Símun Jóhan. Virðingin vaks vituliga. Danirnir blivu púra ovfarnir og fagnaðu teim ungu stórliga. Tílík vitjan var teimum aldeilis óhugs­andi, og so vakurt ta var, hildu teir. Nú, til søguna (sum eg havi frá Símun Jóhan – góðir talarar eru skemtarar) hoyrir hetta til: at táið hann seinni aftur var á Ríkis­ sjúkrahúsinum, frætti hann at ein dani, sum lá har fyrru ferð, nú aftur lá har á aðrari deild. Og Símun Jóhan leitaði hann vinarliga upp. Men tá segði Sørensen (haldi eg, hann æt):” Men én ting må du love mig, Simon! Hvis færingen, Ossur, kommer igen med sangkoret, så må du love mig at stikke dem ned til mig! For jeg vil så gerne opleve dem igen, og vel også for at imponere disse ”parylere” lidt, sum jeg nu ligger sammen med - - (!)” ¤ Øssur, eg fari við hesum fáu orðum at ynskja tær hjarta­ liga til lukku við teim sjeyti árunum og takka tær fyri vin­skap og samfelag og trú­ festi øll hesi mongu ár, og ynskja tær og tínum alt gott í komandi tíð – hetta eisini frá nevndini fyri Kristnastovu. Arnstein Niclasen Øssur Berghamar 70 ár 13. februar Eg takki tykkum øllum, sum gjørdu mær 90 ára dagin so hugnaligan. Takk fyri gávur, blómur og heilsanir, og til tykkum øll, sum hjálptu til á ymiskan hátt. Tøkk øll somul. Ebba Ziska Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum á ymsan hátt gleddu okkum og gjørdu diamant­ brúdleypsdagin 29. desember so hugnaligan og ógloymandi. Takk til tykkum øll, sum hjálptu til. Takk fyri blómur, gávur, vitjanir, uppringingar og heilsanir. Gud vælsigni tykkum øll. Blíðar heilsanir Nora og Kirstein í Trongisvági Tað munnu vera fá, sum ikki kenna navnið Øssur Berghamar. Nevnir tú navnið Øssur, ja so hugsar tú um Ríkissjúkrahúsið, og tá Ríkissjúkrahúsið verður havt á tungu, ja so hugsar tú um Øssur. Í nærum 40 ár hevur Øss­ ur Berghamar, fyrrver­andi fyristøðumaður í Kristn­ astovu, ótroyttiliga vitja før­oy­ingar, sum hava verið inn­lagdir á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn. Øll árini hevur hann veitt eina dygd­ ar­góða sjúkratænastu, sum er høgt í metum mill­um føroyingar bæði á Ríkis­sjúkra­ hús­inum og Hotel Tórs­havn. Hvørja viku halgaði Øssur tíð til at práta og lurta eftir føroyskum sjúklingum, sum vóru í sjúkrahúsørindum í Keypmannahavn. Títt stór­ sligna arbeiðið øll árini kann ikki gerast upp í pengum. Sum landsstýrismaður í heilsu­málum havi eg ómeta­ liga stóra virðing fyri tí ar­ beiði, sum Øssur Berg­hamar tók sær av í nærum fýra áratíggju. Sterka gudstrúgvin hjá Øssuri hevur givið honum styrki til at veita teimum, ið líða, hjálp og ugga í truplum tíðum. At hava umsorgan fyri hvørjum øðrum er ein sera týdningarmikil lutur í allari menniskjaligari samveru og er í grundini eisini grund­ar­ steinurin undir tí vit kalla vælferðarsamfelagið. Øssur er havnarmaður, men hann hevur búð í Keyp­ mannahavn síðan 1973. Hann er útbúgvin skriv­stovu­ maður og hevur t.d. arbeitt í Sjó­vinnu­bankanum, á skriv­ stovuni á Landssjúkra­hús­in­ um og á eini bilasølu í Havn. Í  1970 giftist hann við Susan, ið er fødd og upp­ vaksin í Hounslow uttan fyri London. Í 1973 fluttu tey til Keyp­ mannahavnar, har tey byrjaðu eitt evangeliskt útisetaverk millum føroyingar. Hetta var byrjanin til tað, ið vit kenna sum Kristnastova, har nógvir føroyingar koma. Susan og Øssur eiga tveir synir, Andrew og Kristin Filip, sum báðir búgva í Danmark. Barnabørnini eru seks í tali. Eg vil hervið ynskja tær hjartaliga til lukku við 70 ára degnum og takka hjartaliga fyri ta tænastu, tú øll árini hevur gjørt millum føroyskar sjúklingar í Keypmannahavn. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Ein sannar brandur gerst sjeyti