fríggjadagur 10. februar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Mánadagin 13. februar verður
Øssur Berghamar 70 ár. Hann
hevur í næstan fjøruti ár
arbeitt sum trúboðari á flat
londum.
Vøggan stóð í Rættará í
Havn. Foreldrini vóru Tinna
og Sigurd Berghamar, sum
seinni bygdu á Dalavegnum.
Tey fingu fýra børn: Gunnvør,
Øssur; Rúna og Erla.
Eftir skúlagongdina lærdi
Øssur í Sjóvinnubankanum,
og so arbeiddi hann sum
skrivstovumaður.
Tað liggur væl fyri at fáast
við sang og tónleik, og tað var
heilt tíðliga, at Øssur var við
til at mynda henda partin av
samkomulívinum í Ebenezer.
Hann sang við og stjórnaði
onkuntíð sangkórinum, men
tað var serliga í bíbliu-flokk-
inum, sum Petur Háberg
hevði ábyrgdina av, at Øssur
arrangeraði og legði til rættis.
Hann sang og spældi saman
við øðrum, og miðskeiðis í
seksti árunum vórðu Sang
brøður
við
Øssuri
sum
oddamanni kendir um alt
landið. Fram til fyrst í sjeyti
árunum góvu teir tríggjar
plátur út, og tað var ikki
frítt, at sniðið var eitt sindur
øðrvísi, enn tað var vanligt tá
í tíðini.
20. juni í 1970 giftist Øssur
Susan Pope í London. Tey
búsettust í Havn, men í 1972
fluttu tey til Danmarkar, og
har hava tey síðani búleikast.
Operation Josva, sum var
evangeliskt tiltak kring alt
landið, helt til í Odense,
og fleiri føroyingar vóru
partur av tí arbeiðnum. Tað
var meðan Susan og Øssur
í eitt ár vóru við í hesum
arbeiðnum,
at
hugsanin
búnaðist um, at tørvur var
á arbeiði millum føroyskar
útisetar.
Á sumri í 1973 fluttu tey
til Keypmannahavnar, og í
íbúð á Oxford allé á Amager
fóru tey undir verkið, sum
tey síðani hava verið partur
av, og sum hevur verið teirra
lív. Kristnastova varð karmur
um kristiligt og sosialt ar
beiði millum føroyingar í
danska høvuðsstaðnum og
kring alt Danmark.
Málið hevur alla tíðina
verið at savna og í andaligum
felagsskapi at fjálga um
útisetar. Ikki minst teir sum
eru undir lestri. Í 1979 vórðu
størri høli keypt á Birmavej
36 á Amager, og tignarligu
húsini har við merkinum
í húnarhátt eru framvegis
karmur um samkomur fyri
føroyingar. Eisini teir, sum
eru fast búgvandi, og sum
nakrar ferðir um árið savnast
til eldrasamkomur.
Tey eru so ógvuliga mong,
sum kunnu skriva undir
uppá, hvussu stóran týdning
arbeiðið í Kristnastovu hevði
og hevur, eisini á tann hátt,
at tað var her, at tey lærdu at
taka ábyrgd í samkomuvirki.
Ein annar og ikki minni
týdningarmikil og krevjandi
partur av arbeiðnum er
vitjunartænastan millum tey,
sum eru í Keypmannahavn
og søkja sær heilsubót. Mong
minnast aftur á, tá ið tey
sjálvi ella saman við sínum
næstu vóru í sjúkraørindum
niðri og kanska kendu seg
sperd, at Øssur á sín frið
sama, varisliga og álitis
kveikjandi hátt hugdi inn á
sjúkrastovuna og í samrøðu
og við serligum evnum at
liva seg inn í støðuna upp
muntraði, eitt nú við einum
bíbliuorði og bøn. Ella tey
hava verið við til andaktir,
sum Øssur saman við øðrum
úr Kristnastovu í mong ár
hava havt á Hotel Tórshavn.
Og so eru tað allar hinar
uppgávurnar: at vitja tey,
sum sita einsamøll, at taka
sær av teimum, sum eru
komin illa fyri, at vera við til
stevnur og samkomur kring
landið, og eisini á ferðum til
Føroya at vera saman við
teimum, sum leingjast eftir
linna og troyst.
40 ár eru ikki fjøruti
dagar. Sum drangar í brimi
hava Susan og Øssur staðið
trúføst í hesum kallinum á
flatlondum, og tað gera tey
framvegis, hóast leiðslan í
Kristnastovu er farin á yngri
herðar, og tey bæði eru flutt
út í Ganløse at búgva.
Gávurnar at yrkja og at
komponera og harmonera
løg eru ógvuliga góðar. Tað
hanga ikki lepar við tí, sum
Øssur letur úr hondum, og
yrkingar og løg hjá honum
eru vorðin fólkaogn. Eitt
nú
Nú
er
summartíðin
gylta, Sum Kristi samkoma
á jørð, Eigur tú tann vin
og jólasangurin Kvirra um
fjøll og fløtur, sum nú eisini
verður sungin á norskum.
Hvør á sín hátt bera hesir og
allir hinir sangirnir hjá Øssuri
boð um, hvat tað er, sum er
drívmegin og orkuveitarin í
arbeiðnum hjá 70 ára føðing
ardagsbarninum.
Susan og Øssur eiga tveir
synir – Andrew og Kristin
Filip, sum báðir búgva í
Jyllandi. Andrew, sum er
føddur í 1971, er giftur Saru.
Hon er hálv føroysk og hálv
íslendsk og uppvaksin í
Íslandi og í Esbjerg, har tey
nú búgva. Sara og Andrew
eiga fýra børn - Hannah, Eva,
Miriam og Noah.
Kristin
Filip,
sum
er
føddur í 1975, býr í Randers.
Hann er giftur Sóley, ið er
ættað úr Klaksvík. Døtrarnar
hjá teimum eru Vanja og
Susan.
Góði Øssur! Í fleiri ættar
lið hevur okkara familja –
heilt frá 1973 og framvegis
– notið gott av arbeiðnum
í Kristnastovu og tykkara
lívsuppgávu. Vit ynskja tær
hjartaliga tillukku á sjeyti
ára degnum, skyldmaðurin,
og vit takka tær og Susan
fyri vinalag og samstarv í so
mong ár.
Sanna og Jóannes Hansen
Øssur Berghamar 70 ár
TØKK
urin.fo sosialurin.fo
urin.fo sosialurin.fo