Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Fyri tveimum árum síðani ásettu Føroyar sær einvíst eina makrelkvotu. Henda avgerð bleiv tikin í ásannan av, at ymisk viðurskifti bendu á, at vit áttu ein nógv størri part av hesum ferð­andi tilfeingi enn polit­ iski myndugleikin hevði givið sær far um ella vistu. Grundarlagið undir hesari nýggju støðutakan var mill­um annað ein frá­greið­ ing, sum ”Føroya Reið­ara­ fe­lag” hevði latið gjørt; tøk á heimasíðuni www. shippingklubb.no. Hvør hevur sovið á gullinum? Mynstrið í fiskagongdini er eyðvitað ikki støðugt, men frágreiðingin var eftir øll­um at døma so áhuga­verd, at hon førdi til, at polit­iski myndu­ gleikin kú­vendi í spurn­ing­ in­um um uppi­sjóvar-fiski­ skapin. Í áravís og til fyri kort­um hava aktørarnir (polit­isku myndugleikarnir í stranda­ londunum, fakligi mynd­ ugleikin og vinnan) bygt sítt samstarv á eina fatan av, hvussu makrelurin ferðast: Henda fatan hevur verið, at makrelurin bert í lítlan mun er í føroyskum sjóøki, og tí hevur semja verið um okkara lutfalsliga lítla part av hesi kvotu. Frágreiðingin ger full­ komuliga upp við hesa fatan. Fiskimálaráðharrin gjørdi bart og ásetti egna føroyska. Fiskiskapurin hevur eisini staðfest, at frágreiðingin var eftirfarandi. Hetta tíðarskeið hevur makrelur, í ovurstórum nøgdum, verið pumpaður inn um lúnningar– eitt ’gull’, sum ikki skuldi verið í før­ oyskum her, sambært gomlu uppfatanini. Søgnin sigur, at tann fá­tæka Sissal í Skúvoy tríggjar ferðir droymdi, at hon svav á gullinum sum skuldi vera grivið undir rygg­inum millum tær báðar tjarnirnar, har hon var sovn­ að. Men har vóru ongar tjarnir, har hon svav, og ikki dugdi hon at týða dreymin. Men kellingin gamla helt at tjarnirnar so kundu sipa til eyguni á Sissal, og ryggurin var nasaryggurin. Og rætt hevði hon: Á staðnum, har hon hevði sovið, gróv hon seg fram á gullhornið hjá Sigmundi Brestissyni, og kongur gav henni pen­ings­ virði og hartil jørð í Húsavík fyri gullhornið. Soleiðis gjørdist tann fátæka Sissal til rík­astu kvinnu, ið verið hevur í Føroya søgu. Havandi í huga, at grund­ arlagið undir frágreiðingini eru tøk data, hví bleiv tað so reiðarafelagið og ikki fakligi myndugleikin, sum kom við hesi kollveltandi frágreiðing? Veiðutrýst: Er tað so einfalt? Frágreiðingin hjá Føroya Reið­ arafelag viðger ikki einans gongdina hjá makrelinum, men eisini hvørja ávirkan hon óiva hevur á annað lív í havinum runt Føroyar. Spurn­ingurin er ikki um makrelurin ávirkar aðrar fiskastovnar undir Føroyum, men heldur í hvussu stóran mun. Tað framgongur greitt, at makrelurin livir ikki av ”luft og kærleika”, men er tvørturímóti er grovátari! Í frágreiðingini verður onnur víst sera sera áhuga­ verd viðurskifti. Íslendingar hava smb. Kringvarpinum mett um, hvussu nógvur makrelur er í íslendskum sjógvi og hvussu nógv hann etur. Í Føroyum fyriliggja – sum eg skilji – eingi tílík tøl. Man metir seg ikki hava tilfar at grundað slíkar metingar á. Hinvegin so benda kanningar á, at makrelur – alt eftir hvørja føði hann inntekur – etur 4-9 ferðir tað, hann økir sína egnu vekt við. Inntil makrelurin eisini bleiv ein partur av kjakinum, so hava niðurfiskaðir stovn­ ar og ov høgt veiðitrýst eftir, toski og hýsu verið tað, sum alt kjakið hevur snúð seg um. Henda eintáttaða fat­ anin hevur viðført at bæði leikur og lærdur hava dugað papageykasvarið ’ovur­ fisking’ sum einastu atvold­ ina til ta óhepnu gongduna hjá hesum fiskastovnum. Skerj­ingarnar, sum hava verið framdar nógvu seinastu árini, staðfesta eisini, at politiski myndugleikin hevur tikið hettar til sín. Fari ikki at mótmæla at veiðitrýsti hevur verið ov stórt, men: Er hettar allur og einasti sannleikin ella kann tað hugsast, at onnur viðurskifti ávirka meira enn fakligu autoritetarnir á økinum kunnu, megna ella hava vilja svara uppá? Eins fløkt og saman­sett viðurskiftini í trídimensio­ nala (hav)rúminum eru, sum illa lata seg eygleiða; har fortreytin er at hvør av øðrum liva má, og faktorar sum streymur, hiti og veður ávirka, tess meir einføld tykist forkláringin at vera...? Las einastaðni, at man bert sá tað, sum fokus er á, hava vit ikki start okk­ um blind í veiðutrýsti og ovurfisking. Sakni eina meira nuanseraða tilgongd enn bert júkanina um tað sama, tí til seinast gerst tað einasti sannleikin. Hví hevur eingin t.d. rópt varskó, ”Makrel-innrás, hann etur alt sum fyri kjaftin rekur …”. Av hvørjum? Kundi tað kanska hugsast at …? Fakta: Tons fiskaði av hvít­ fiski, upsa, toski, hýsu, longu og brosmu frá 2001 – 2010. Útlensk veiða er ikki við í tølunum, í td. 2009 uml. 4.000. Kelda FVE. Hvør hevur rætt at fiska makrelin? Politiski myndugleikin brúkti frágreiðingina hjá reið­ara­felagnum til at staðfesta rættin til at fiska makrel. Síðani hevur verið kjakast um, hvør ið hevur rættin at veiða makrelin. Nakrir skipabólkar hava sett dagsskránna fyri kjakinum, meðan aðrir bólkar, td. línu­ skip, garnaskip, trolbátar og útróðrarbátar at kalla ikki hava verið partur í hes­um Óli Jacobsen Argir Tons
samlað
*iskaðið
býtt
uppá
ymisku
skipabólkarnar

2001
‐2010.
Fyri
bólkin
trolbátar
tvs. 4Ter
galdandi
at
teir
í
skrásetingini
av
hagtølunum
til
2005/2006
vóru

í
bólki
4A
og
4B.

 og
avreiðingarvirðið
av
sama: Hvat gongur fyri seg? Vit eygleiða í hesum døgum eina tilgongd, har stór virði í vinnuni verða flutt. Spurningurin er, um hettar er eitt tilvitað val ella verður framt í blindum?