fríggjadagur 10. februar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
orðaskifti og tað er mót
sigandi. Frágreiðingin hjá
reiðarafelagnum
staðfesti
ikki bert, at makrelurin
er í føroyskum sjógvi í
nógv størri mun enn áður
hildið, men eftir øllum at
døma ávirkar alla vistskip
anina, við stórum avleið
ingum fyri toska-, hýsu- og
upsastovnin. Er ikki upplagt,
at teir, sum troyta toska- og
hýsustovninum, eru partar
av orðaskiftinum?.
Men hetta eru ikki pre
missurnar – tvørturímóti!
Spyr t.d. eigarar og manning
á Bragd? Bragd átti uml
120 dagar sum eftir fleiri
niðurskurðir vóru blivnir til
81 dagar. Í 2010 gjørdu teir
av, at keypa eitt loyvi, sum í
teirra part gav 33 dagar; held
ur enn 81 dagar áttu teir nú
114 dagar árliga. Bert eitt ár
seinni og enn ein niðurskurð
uppá 20 % átti Bragd 91 dag
ar!
Hesin niðurskurður er enn
ein avleiðing av eindimensio
nelle pástandunum um ov
stórt veiðitrýst! Og serliga
toska- og hýsufiskiskapurin
verða onkursvegna – í øllum
førum í praksis – fataður sum
isolerað fyribrigdi, tí mink
andi veiða næstan pr auto-
matikk viðførir skerjingar.
Ósmidlig fiski
vinnufyrisiting
Fingu so eigarar og mann
ingin av Bragd boðið nakað
ístaðin? Kanska at fiska av
tí makreli, sum í stórari nøgd
hava svomið inn á hvørja
vík og etið av øllum, bæði
hjá fugli og fiski. Nei, frá
politiskari síðu bleiv heldur
róð uppundir, at um menn
ikki fingu tað at bera til so
máttu teir finna sær okkurt
annað at takast við, kanska
at fara til skips í Noregi.
So tann avmonteringin av
einum parti av flotanum,
sum nú fer fram, er eingin
neyðsyn, men eitt politiskt
val.
Man kundi so spurt um
einki annað tilfeingið er á
grunninum? Hvat við tungu,
reyðsprøku, skøtu, havtasku,
hvítingi,
longu,
brosmu,
krabba osv osv? Ein skuldi
hugsað, at tað var upplagt.
Nei, allar umsóknir til
Fiskimálaráðið um at royna
nakað nýtt, okkurt ”alterna-
tivt”, verða sópaðar av borð
inum við teirri typisku grund
geving, at tú hevur eitt loyvið
(húkaloyvið).
Áhugavert
kundi verið at vita, hvussu
nógvar umsóknir liggja í
Fiskimálaráðnum frá bátum/
skipum um alternativa veiðu
á
landgrunninum
(burt
ursæð frá einum loyvi inni
á grunninum eftir havtasku
við gørnum, so eru mær vit-
andi eingi alternativ loyvi
útskrivað).
Neyvan
nakrastaðir
í
heiminum er fiskivinnan
meira einstáttað enn í Før
oyum. Tað er eitt paradoks,
at vit skerja veiðuna eftir
toski og hýsu, alt meðan vit
tvíhalda um, at somu bátar
bert skulu fiska tosk og
hýsu. Hví so er, havi eg ikki
havið fingið nakra haldbara
grundgeving fyri. Fyri meg
er spurningurin meira blivin,
um ikki alt ”tankasettið” aft
an fyri føroyskan fiskivinnu
politikk bæði á sjógvi og landi
er høvuðstrupulleikin heldur
enn nakað annað. Tað tykist
sum um onkur formur fyri
arrogansu valdar í politisku
skipanini. Samstundis sum
ein partur av flotanum ikki
sleppur at tillaga sín fiski
skap fyri at lofta sær inn
tøkuliga og fáa gagnnýtt
tilfeingið, sum í alt ov lítan
mun kemur til høldar, so
verða nýggj loyvir útskrivað
til nýggjar aktørar, summir
við útlendskari manning og
ongum sáttmálum.
Burtur frá vanahugsan
Í Noregi eiga smáu førini
rættin til at fiska uml. 15 %
av samlaðu makrelkvotuni.
Eg skal ikki býta nakran
makrel, men fyri meg tykist
upplagt, at bæði bólkurin
línuskip og útróðrarbátar
eiga atgongd til sín lut
í
makrelfiskiskapinum,
kanska ímóti ikki at fiska
tosk og hýsu á landgrunn
inum
hesa
tíðina.
Tvær
flugur í einum bresti. Polit
iski
myndugleikin
ásetti
karmarnar, men annars latið
aktørarnar sjálvar umsitið
fiskiskapin. Hesir kundu hvør
sær ella í felag, eins væl og
aðrir (nýggir) aktørar, leigað
inn egnað skip til hendan
fiskiskap inntil meiri skipaði
viðurskifti vóru fingin í lag
viðvíkjandi móttøku.
At vinnuligir áhugabólk
ar royna at leggja trýst á
politisku skipanina fyri at
fremja síni áhugamál, er
einki meiri enn sjálvsagt.
Men ein kundi ynskt, at polit
iski myndugleikin ikki lat seg
taka av fótum av einstøkum
málum og gloymdi alt um
ein yvirskipaðan fiskivinnu-
politikk, ið røkkur longur
enn til morgindagin.
Argir, tann 8. febr. 2012
Børn frá 7 ára aldri fáa
undirvísing, ið er fyrireikað,
so tey fáa sum mest burtur
úr skúlatíðini, og so tey
kunnu vera væl fyri til út
búgving og yrki aftaná
fólkaskúlan. Hetta skilja vit
øll væl. Soleiðis er eisini, tá
tú fert í bankan at tosa um
lán; kundaráðgevin hevur
hugt at pengingaligu við-ur
skiftum tínum og roknað út,
hvat kundin kemur at sita
fyri, alt eftir havt lán hann
velur – minni høvdu vit ikki
væntað.
Hvør
dagstovnalærari
kann nýta ein (1) tíma um
vikuna at fyrireika seg til
16 børn. Tvey útbúgvin fólk
á somu stovu fáa tilsamans
tveir tímar um vikuna,
sum tey kunnu nýta til
alla fyrireiking. Tímin skal
nýtast til at finna tilfar,
ofta enntá gera tilfar (tí
ikki
nógv
tilfar
verður
givið út fyri børn yngri enn
sjey ár), fyrireika sekstan
árligar foreldarasamrøður,
umframt allar tær eyka, tí
foreldrini spyrja um barnið
– hvussu vit læra at tosa,
syngja, spæla við hini, klatra,
hvat gera vit við ADHD,
tunghoyrni, sjúku osfrv.
So kemur stríðið av ser
ligum tørvi, tá skal pedag
ogurin skriva frágreiðingar
og útfylla skjøl, tí stovan skal
søkja um stuðul, neyðuga
økta arbeiðsmegi at hjálpa
júst hesum barni fram á leið.
Margháttliga í hesum er, at
hetta gera vit sum sjálvboðið
arbeiðið, átaka okkum aft
urat sáttmáløntu tíðini at
sita við hús og royna at
vinna hesum børnum meiri
stuðul, so foreldrini kunnu
arbeiða síni løntu størv.
Gera vit ikki hetta fram
íhjá, mugu við allatíðina
taka tíð frá hinum børnum,
mugu minka um túratal,
søgur og stundir at tosa við
hvørt barnið. Starvfólkið fer
til viks og meir enn so kemur
fyri at antin mugu vit “trýsta
á PLAY”, tí starvfólk far ikki
verið allastaðni í senn.
Skiftir barnagarðslærari
frá vøggstovu (børn umleið
½ til 3 ár) í skúlabólkin
(umleið 6-7), so er hetta
minst líka stórt lop, sum
at fara frá fyrsta flokki í
tíggjunda í fólkaskúlanum
og skifta øll fak og allar
bøkur út við aðrar. Lærarin
í fólkaskúlanum fær tíð
at fyrireika seg. Lærarin í
barnagarðinum fær summ
að seg við einum temunni
– og so “learning by doing”
– barn títt er nú amboð hjá
pedagoginum, sum má brúka
mánaðir og ár at finna út av
tí, uttan fyrireikingartíð, og
uttan at nakar annar hevur
stundir at fyrireika tann
nýggja á stovuni.
Løgtingið hevur vanliga
ikki tingfund mána- og
fríggjadag, tí tingfólki skal
seta seg inn í málini, so tey
vita, hvat hvørt mál snýr seg
um. Harumframt er Tingið
ikki saman um summarið
(apríl til september) og
fleiri
styttri
tíðarskeið.
Barnagarðslærarin
hevur
eisini nógv mál, t. d. ADHD,
málsligar trupulleikar, børn
hvørs foreldur eru í skilnaði,
osfrv. Vit kunnu ikki koyra
ein trupulleika í nevnd ella
vóna, at hann dettur burtur,
tá ið tingsetan endar. Vit
skulu bara leggja arbeiðið
til rættis, so tey fáa ment seg
og ikki dragna afturúr.
Tórshavnar
Kommuna
hevur úttalað seg, at for
eldrini ikki skulu gjalda fyri
ta tænastu tey ikki fáa undir
verkfallinum. Reelt nokk.
Men tá ið verkfallið er av, má
hetta merkja, at kommunan
ikki fær – og ikki kann selja
– ta tænastu, sum hon ikki
vil gjalda fyri. Vit mugu
siga: “tíverri, eg kann ikki
greiða tær frá um barnið,
tí arbeiðstíðin er endað,”
ella: “ja, barnið krevur at fáa
hjálp at menna taluna, men
fyrireikingartíðin er brúkt
henda mánan, so frágreiðing
og oyðubløð mugu bíða.” Vit
mugu gevast at stjala tíð frá
øðrum. Foreldur spyrja nógv
í dag og skilja væl, at hvørt
barn krevur sína menning
og síni atlit. Men góða
svarið frá okkum krevur
fyrireiking. Tí fara tey ikki
at fáa svar, tí samfelagið vil
ikki raðfesta, at tey hava
krava uppá svar.
Hvør sáttmálin so verður,
so má hann haldast frá
nú av. Fyrireiking verður
í
fyrireikignartíðini,
og
dygdin verður hareftir. Sum
sagt var, so ber ikki til at
gjalda uttan at fáa tænastu
– og ikki at fáa tænastu
uttan at gjalda.
Fyrireiking – í dagstovni
Jóhanna á Rógvi
námsfrøðingur