Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Fyri góðum níggju mán­að­ um síðani gjørdi Tjóð­veldi (og Framsókn á fiski­vinnu­ økinum), sum fyrsti flokkur í søgu Føroya, semjur við eina minnilutastjórn. Um týð­andi og eisini sera truplar broytingar í fiski­vinnu­poli­ tikki og búskapar­politikki. Ongin flokkur hevði nakran­ tíð tikið slíka ábyrgd uttan at sita við landsstýrisessum og øðrum valdsfyrimunum. Hesar fáu mánaðir í fjør, hendi meira í føroyskum poli­ tikki, enn hent var øll 8 árini frammanundan. Alt var ikki lýtaleyst. Verri enn so. Men úrslitini vóru greið: Semjurnar útvegaðu lands­kassanum trísiffraðar milliónaupphæddir upp á bara tveir mánaðir. Semjurnar áseta, at flokk­ arnir skulu m. a. semjast um eina varandi loysn og ný­ skipan á fiskivinnuøkinum viðvíkjandi fiskirættindum, gagnnýtslu, virðisøking o.s.fr.. Semjurnar kunnu fáa av­ gerandi týdning fyri fram­ tíðar úrtøkuna av okkara livandi tilfeingi í havinum og fyri eina burðadygga fiski­ vinnu. Semjurnar broyttu Húsa­ lánsgrunnin, og kunnu fáa avgerandi týdning fyri føroysk húsarhald og vinnu - og hava longu hava fingið ítøkilig úrslit síggjast fyri fólk við serligum tørvi. Búskaparligu semjurnar raðfestu ein sjálvberandi búskap, arbeiðsskapandi íløg­ ur kring landið, útbúgving og mentan, og vendu sosialt rætt. Búskaparligu semjurnar ásettu langtíðarætlan fyri tær størru íløgurnar í landinum, at øll amboð skuldu nýtast at lækka kostnaðarstøðið, at vit skuldu seta bankunum krøv og fáa rentustøðið niður. Langtíðarsemjur Semjurnar vórðu orðaðar sum langtíðarsemjur, ið skuldu røkka longur enn eitt valskeið. Og sum skuldu eftirmetast og skeivleikar rættast við samráðingum millum teir flokkar, ið høvdu undirskrivað tær. Tjóðveldi átti uppskotini og visjónirnar aftan fyri hesar semjur og stóð - og stendur - við síni ábyrgd fyri teimum. Eisini har tað hevur kostað nógvar atfinningar og atkvøður. Tí tað er al­ neyðugt, at vit broyta og festa føroyskan politikk í heilt aðrar arbeiðshættir og virðir, sum fólk kunnu hava álit á. Har eitt orð er eitt orð. Og har politisk mál og mið kunnu fremjast, uttan tilvildarligan »frá hondini í munnin«-politikk. Nú níggju mánaðir seinni sita vit við semjunum og síggja undirskrivtirnar á teimum. Føroya løgmaður hevur skrivað undir vegna Sambandsflokkin. Úr hondini í munnin- politikkur Men uttan orð ella eið – og uttan nakra samrøðu ella fráboðan – hevur løgmaður slept hesum semjum og undir­skrivaðu avtalum. Ístað­in er hann gingin beint ímóti hugsjónunum og ætlanunum aftan fyri semjurnar. Og vit hava aftur fingið ein politikk, har ein lítil meiri­luti trumlar ófyrireikaði uppskot ígjøgnum tingið. Í roynd og veru er talan um eitt ein­flokka­stýri, har bert ein flokkur í samgonguni fær síni seráhugamál framd. Og vit sita nu aftur - komin út í februar mánað – og ongin veit, hvat vit hava halda okkum til á til dømis fiskivinnuøkinum. Vinnan bíðar eftir, hvat fer at henda. Útmeldingarnar eru ymiskar frá samgonguflokkunum. Alt er aftur vorðið ein spurn­ ingur um at sita við valdið og sjussa seg fram til loysnir frá degi til dags. Hví eru semjurnar brotnar og kastaðar burtur? Tað hevði verið áhugavert at fingið eitt svar frá løgmanni, um hví hann bara hevur slept undirskrivaðum semjum. Og hví hann aftur vil hava eina politiska skipan, har álit, virðing og langtíðarmál verða máað burtur. Er tað veruliga so, at tað er tilvitað, at semjur og avtalur eru bara spæl fyri galla­rínum, og at fólk skulu støðugt missa álit á politisku skip­anina? Tí hvørjum gagnar tað, uttan teimum, ið siga, at vit megna onki sjálv og at onkur annar skal stýra og eiga okkum? Og teimum, ið vilja hava dagligar valdsdystir uttan nakrar reglur, har ser­ áhugamál kunnu vinna? At aksla ábyrgd – ella renna undan avtalum Høgni Hoydal Tað er eitt álvarsmál fyri alt álit á eina politiska skipan, at undirskrivaðar semjur millum flokkar verða brotnar og kastaðar burtur uttan orð ella eið. Skal føroyska samfelagið mennast sum eitt framkomið samfelag og standa á egum beinum, mugu langtíðarsemjur kunna haldast og ábyrgdarpersónar standa við síni orð SunnudagSSkúlin í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00 Øll eru hjartaliga vælkomin! EbEnEzEr