Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 10. februar 2012 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Í teimum 27 dystinum í lands­ kappingini í fjør fóru bara 28 mál ígjøgnum. Tað er áleið bara eitt mál ígjøgnum fyri hvønn dyst og tað var færri enn hjá nøkrum øðrum liði í fjør. Gamaní, hevði B36 góða verju, men tað var ikki nógv, ið slapp inn um hana, ið eisini slapp inn um Meinhardt. Tað var tí ikki uttan orsøk, at B36 var sinnað at leinga sáttmálan við 32 ára gamla málverjan, sum nú fer í holt við sítt fjórða kappingarár sum B36-leikari. Meinhardt spældi í fjør og fyrraárið við árstalsfelagnum, umframt í 2008. Heimasíðan hjá B36 skrivar, at báðir partar alla tíðina hava havt eitt ynski um at leingja samstarvið og tí gekk skjótt at finna eina semju. Meinhardt Joensen hevur sambært farosoccer.com spælt 199 dystir í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Umframt B36, so hevur málverjin eisini umboðað KÍ, B68, GÍ og NSÍ. Ungir menn framat Heimasíðan hjá B36 veit eisini at siga, at felagið hevur gjørt sáttmála við fýra av ungu leikarunum í felagnum. Teir fýra, sum skrivaðu undir sáttmála, eru Hørður Askham, Rasmus Dan Sørensen, Jákup Højgaard og Sigurð Poulsen. Hesir hava av og á roynt seg millum teir bestu og vónin hjá B36 er, at hesir mennast til fyrsta­liðs­ leikarar í framtíðini. – Talan er um fýra evnaríkar spælarar, sum longu í fjør í ávísan mun vóru partur av besta mans­ hópinum. Eitt av aðalmálum okkara er, at vit støðugt skulu leggja okk­um eftir at menna okkara egnu spæl­ arar, so hesir kunnu verða við til at mynda framtíðina hjá felagnum, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36, við heimasíðu felagsins. – Tey bæði síðstu árini hevur dreingjaliðið hjá okkum vunnið FM-heitið, so eingin ivi er um, at vit her hava fleiri spælarar við framúr góðum fótbóltsevnum, og komandi árini er setningurin, at vit í størst møguligan mun stuðla upp undir menn­ingina hjá hesum spælarum. Hilmar Jan Hansen Kappingarárið í fjør var alt annað enn nøktandi hjá HB, sum endaði triðaftast í bestu mans­deildini, og í kjalar­vørr­ inum á tí kom so eisini fram, at Havnar Bóltfelag fíggjarliga var í so trongum skóm, at stór útskifting var neyðug í nevnd­ unum, og sigast má, at felagið eftir besta førimuni hevur roynt at ruddað og hampað í so máta. Týskvøldið verða teir báðir aðalfundirnir, ið plaga at vera. Tann í P/f Havnar Fótbóltur byrjar klokkan 18.30 og verður væntandi ikki so drúgvur, tí tann í Havnar Bóltfelag er lýst­ ur at byrja klokkan 19. Báðir hava nøkulunda somu skrá, ið fevnir um alt tað vanliga, ið plagar at vera á aðalfundum, so sum formansfrágreiðing, rokn­ skapur, nevndarval og annað. Fyrst í november mánaði fekk P/f Havnar Fótbóltur nýggja nevnd og fyri jól vóru so eykaaðalfundir í bæði Havnar Bóltfelag og P/f Havnar Fót­ bóltur. Fíggjarliga støðan hjá mest vinnandi felagnum í før­ oyskum fótbólti ígjøgnum tíð­ ir­nar bleiv málað øgiliga svørt, og tosað var um meira enn ta einu milliónina, sum alt peikaði skeiva vegin. Um ársskiftið skipaði henda sokallað kreppunevndin seg soleiðis, at Finnbogi Arge nú var HB-formaður, Børge B. Hansen næstformaður, Jóannes Mouritsen kassameistari, Jákup Eli Thomsen skrivari, og nevndar­limirnir annars Dánial Pauli Davidsen, Heri Nolsøe, Eyðun Samuelsen og Bjarni Joensen. Harumframt vóru Bent Tommy Linklett og Eyðun Christiansen varalimir. – Eg haldi, at tað er blivið fokuserað ov nógv upp á pengar og ov lítið upp á ta sam­felagsuppgávu, fótbólts­ feløgini eisini hava, hevur Finnbogi Arge áður sagt um fíggjar­støðuna í HB, sum eftir hansara tykki heldur skuldi gjørt meira við at brúkt sítt egna spælara­tilfeingi. Síðani hevur nevndin gjørt fleiri sáttmálar við fleiri av spælarunum, sum framman­ undan hava verið knýttir at HB. Jón Krosslá Poulsen er farin suðuraftur til FC Suðuroy, Christian Restorff Mouritsen er aftur í HB, eftir fyrst at hava verið í útlegd í B36 og síðani í íslendska Vali, og so hevur HB eisini tryggjað sær Alex José dos Santos, sum hevur eina for­tíð í fyrst B36 og síðani EB/ Streymi. Sum skilst á lagnum, eru fleiri enn á veg. HB aðalfund týskvøldið Fótbóltur Eftir eitt buldraligt heyst við eykaaðalfundum og útskifting av nevndum, hava bæði P/f Havnar Fótbóltur og Havnar Bóltfelag aðalfund týskvøldið Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 Mjølnir 17 17 0 51 6 45 20 2 Fleyr 17 14 3 46 10 36 17 3 SÍ 16 13 3 42 9 33 4 Ternan 17 9 8 27 26 1 10 5 Dráttur 17 6 11 20 38 -18 7 6 ÍF 17 5 12 19 39 -20 6 7 TB 15 2 13 10 41 -31 2 8 KÍF 16 0 16 2 48 -46 0 Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt vunnin sett tapt sett munur Stig 1 SÍ 9 7 2 25 11 14 10 2 ÍF 10 7 3 24 16 8 10 3 Mjølnir 9 4 5 15 21 -6 5 4 Fleyr 10 1 9 12 28 -16 1 Coca-Cola steypafinalur 11/02 13.30 VB - Stjørnan (kvinnur) 11/02 16.00 Neistin - H71 (menn) 11/02 18.00 H71 - Kyndil (dreingir 18) 12/02 12.50 VÍF - Kyndil (gentur 10) 12/02 13.35 Kyndil - H71 (dreingir 10) 12/02 14.20 H71 - Neistin (gentur 12) 12/02 15.15 H71 - Tjaldur (dreingir 12) 12/02 16.10 Stjørnan - Kyndil (gentur 14) 12/02 17.20 H71 - Kyndil (dreingir 14) 12/02 18.30 Neistin - Kyndil (gentur 17) 12/02 19.45 VÍF - H71 (dreingir 16) Eik-ligan, kvinnur 10/02 21.15 TB - Mjølnir 11/02 14.00 ÍF - KÍF 11/02 14.00 SÍ - Dráttur 11/02 14.00 Ternan - Fleyr 12/02 14.00 TB - KÍF Eik-ligan, menn 12/02 14.00 SÍ - Fleyr Steypafinalurnar: Meinhardt heldur fram HELDUR FRAM Meinhardt Joensen, sum í fjør bara fekk 28 mál ímóti sær í 27 landskappingardystum, hevur skrivað undir við B36, sum tískil aftur komandi kappingarárið hevur hann sum aftasta skansa Mynd: Álvur Haraldsen Fótbóltur Meinhardt Joensen stóð í mál allar 27 dystirnar fyri B36 í landskappingini í fjør, sum endaði við gullveitslu. Nú er geitt, at hann eisini verjir B36-málið í ár