fríggjadagur 10. februar 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 10. februar 2012
2
VIKUSKIFTI
Tað virkar, sum at øll onnur høvdu væntað, at
eg fór at koma langt í X-Factor. Sjálvt fleiri
av fólkunum í DR vóru púra ovfarin, tá
Pernille valdi at senda meg heim.
Kristel Lisberg, eftir at hon varð send úr donsku X-Factor kappingini
Sjónleikarar
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Teir eru kendir sum vælvandar, sterkar
og djarvar action-hetjur. Sjálvandi í
filmum úr Hollywood. Sigur tú Arnold
Schwarzenegger og Sylvester Stallone
í sama setningi, síggja nógv fyri sær
ógvusligar spreingingar, skotvápn,
stríðsflogfør og heimsins undirgang.
Eingin hevur tal á, hvussu ofta teir
hava bjargað USA og heiminum í evstu
løtu – beint áðrenn alt fór í luftina og
ommu sína.
Men nú um dagarnar hittust teir
undir øðrvísi umstøðum. Báðir endaðu
á sama sjúkrahúsi, lið um lið á somu
stovu.
Fleiri filmar
Arnold Schwarzenegger skrivar á síni
whosay-konto, at hann varð innlagdur
fyri at fáa viðgerð í økslini, eftir at hann
hevði fingið skaða undir filmsupptøkum.
Og fyrsti maður, Schwarzenegger rendi
seg í, var kollegin Sylvester Stallone,
ið var komin á sjúkrahúsið í somu
ørindum.
Teir báðir sjónleikararnir eru komnir
nakað upp í árini. Arnold er 64 ára
gamal og Stallone 65. Men teir hava
ikki mist mótið um at gera fleiri filmar
– eisini action-filmar eftir at teir hava
fingið viðgerð fyri akslaskaðarnar.
Teir skulu báðir spæla við í filminum
The Tomb, sum skal í biografarnar
næsta ár.
Tá ið
deyðin er
í durunum
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Sveinur Gaard Olsen / Rebekka Rafael
klumman
Eyðun
Klakstein
Stóru og sterku action-hetjurnar Arnold
Schwarzenegger og Sylvester Stallone endaðu á somu
sjúkrahússtovu eftir skaðar frá filmsupptøkum
Actionhetjur
á sjúkrahúsi
Eingin nevndi arbeiði. Eingin segði nakað
um bungee jump. Og eingin tók bilar upp á
tungu.
Australska sjúkrasysturin Bronnie Ware,
sum í nógv ár var um doyggjandi fólk, hevur
skrivað eina bók um tað, sum fólk angra,
tá ið tey liggja á deyðastrá. Hon byrjaði at
skriva um hetta á einum bloggi, men áhugin
fyri hennara hugleiðingum var so stórur, at
hon nú hevur skrivað eina bók um evni.
»The Top Five Regrets of the Dying«
kallast bókin.
»Eg hevði ynskt, at eg var meira trúgvur
ímóti mær sjálvum og ikki livdi eitt lív, sum
onnur væntaðu av mær«, stendur ovast á
listanum hjá Bronnie Ware yvir tað, sum fólk
angra í sínum lívi, tá ið dagarnar eru við at
ganga undan.
Hini fýra viðurskiftini, sum oftast vórðu
nevnd av teimum doyggjandi, vóru:
Eg hevði ynskt, at eg ikki arbeiddi so hart.
Eg hevði viljað, at eg hevði størri dirvi at
vísa mínar kenslur.
Eg hevði ynskt, at eg hevði betri samband
við mínar vinir.
Og eg hevði ynskt, at eg hevði latið meg
sjálvan verið lukkuligari.
Vit læra so leingi, vit liva, verður sagt. Og
ivaleyst er tað eisini soleiðis. Tá ið fólk, sum
eru komin til tað seinasta, taka saman um
sítt lív og vísa á, hvat tey angra, liggur bæði
bakklókskapur og lívsvísdómur í tí.
Víst kunnu vit læra okkurt av tí, sum
fólk umaftur og umaftur vísa á, at tey angra
við sínum lívi, men hinvegin er tað tað
lættasta í verðini at verða bakklókur- at gera
niðurstøður, tá ið vit kenna avleiðingarnar av
okkara valum og vita, hvussu alt endaði.
Tað er ikki eins lætt at standa mitt í
lívinum, mitt í valinum, mitt í avgerðini og
vita best. Tá skal valið gerast, og vit skulu
liva við tí. Og tað er als ikki vist, at tað, sum
vit halda verða rætt fram móti endanum av
okkara lívi, veruliga eisini var tað rætta, tá
vit stóðu við valinum og tóku avgerðina.
Men kanska kunnu vit í øllum førum
gera niðurstøðuna, at tað er ikki skíferian
í Fraklandi ella sólferian í Spania, sum er
avgerandi fyri lukkuna.
So segði
hon...
Schwarzenegger og Stallone endaðu
á somu sjúkrahússtovu
mynd: polfoto