fríggjadagur 27. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 40 - 27. februar 2004
Nr. 40 - 27. februar 2004
3
Roknaskaparúrslitit-
ið hjá Tryggingarfel-
agnum, Trygd, fyri
2003 var 1,9 mio. í
yvirskoti. Eginpen-
ingurin hjál felagn-
um er nú 116 mió.
krónur
ROKNSKAPUR
Pàll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í seinastu viku samtykti
nevndin hjá tryggingar-
felagnum, Trygd, rokn-
skapin fyri 2003. Árs-
úrslitið fyri 2003 var 1,9
mio. í yvirskoti eftir skatt.
Eginpeningurin hjá P/F
Trygd fevndi við árslok
2003 um 116 mió. krónur
Nevndin í P/F Trygd
ásannar, at kappingin á
tryggingarmarknaðinum
er hørð, men fegnast kort-
ini um vøksturin á trygg-
ingarøkinum. Tryggingar-
gjøldini eru brutto økt úr
41,4 mio. krónum í 2002
til 50, 3 mió. krónum í
2003. Henda øking svarar
til góð 21 %
Stórir brunaskaðar
Í fjør vóru fleiri stórir
brunaskaðar, ið tyngdu
brunatryggingina hjá P/F
Trygd. Nevndin felagnum
er ikki heilt nøgd við
gongdina innan bruna-
trygging og sjóvátrygg-
ing. Tryggingartekniksa
økið, sum millum annað
fevnir um brunatrygging
og sjóvátrygging, gav eitt
hall á 0,6 mio. krónur í
fjør.
Trygd fegnast
um framgongd
Leygardagin funnu
Annika Jacobsen og
børnini Súnhild og
Edvard eina forkunn-
uga ballón í Søltuvík.
Ballónin er úr Rotter-
dam og var ætlað sum
ein Valentines heilsan
frá næmingunum
fróðskaparsetrinum í
býnum. Ballónin og
heilsanin hava vunnið
seg heilt til Føroya
VALENTINES HEILSAN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Ja eg eri sannførd um, at
ballónin kemur heilt úr
Hollandi, sigur Annika
Jacobsen, tá hon verður
spurd um hon er vís í, at
ballónin hon og børnini
funnu seinasta leygardag er
komin heilt úr Hollandi.
Seinasta vikuskifti vitj-
aðu Annika og børnini
familju á Sandoynni. Leyg-
ardagin varð skipað fyri
gongutúri í Søltuvík og á
gongutúrinum komu tey á
eina grøna ballón, sum var
stødd millum tveir steinar.
Annika og børnini velja at
kanna nærri, hvat hetta er
fyri ein ballón og koma
fram á, at á ballónini stend-
ur
skrivað
heimasíðan
www. citycollege.nl á .
Valentines heilsan
Júst heimkomin fer Annika
at kanna heimasíðuna, sum
stendur skrivað á ballónini
og varnast, at talan er um
fróðskaparsetrið í Rotter-
dam í Hollandi. Á sjálvari
heimasíðuni stendur skriv-
að, at 14. februar hava
næmingarnar á skúlanum
sent Valentines heilsanir,
sum vóru festar fastar í
ballónir, upp í himmalin.
Ballónin, sum Annika og
børnini funnu leygardagin
var júst av sama slagið,
sum næmingarnir hava sent
upp í himmalin 14 februar.
Ballónin er eisini grøn og
sami tekstur er skrivaður,
umframt at ein Valentines
heilsan var fest føst á
ballónina, sum varð funnin
leygardagin
Tískil bendir nógv á, at
ein av Valentines heilsanin-
um frá næmingunum á
fróðskapasetrinum í Rotter-
dam hevur vunnið seg
heilt til Søltuvíkar.
Forkunnug
Valentines
heilsan úr
Rotterdam
Annika Jacobsen og børnini
Edvard og Súnhild síggjast
her við ballónini, sum tey
funnu leygardagin
Her sæst ein næmingur
á fróðskaparsetrinum í
Rotterdam við
Valentines heils-
aninum, sum vóru
sendar upp 14. februar
Sera stórur áhugi er
fyri listaframsýning-
ini, Fram í Ljósið,
sum Norðoya Spari-
kassi skipar fyri
LIST
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Eini 60 fólk hava teknað
seg til listaframsýningina
Fram í Ljósið, sum letur
upp á Grækarismessu tann
12. mars.
Norðoya Sparikassi skip-
ar fyri framsýningini, og
má undirtøkan sigast at
vera sera góð. Hetta er
stjórin í Norðoya Spari-
kassa Eyðfinn Reyðberg
bilsin av. Hann sigur, at
hann var skeptiskur, tá hug-
skotið um hesa framsýn-
ingina kom á borðið, men
hann viðgongur nú, at hetta
var eitt frálíkt hugskot.
– Fólk hava steðgað og
takkað mær fyri, at vit
skipa fyri hesari framsýn-
ingini fleiri ferðir. Og tað er
eisini fólk, sum eg vanliga
ikki tosi so nógv við, sigur
Eyðfinn, sum heldur, at tað
sigur nógv, at 60 fólk hava
teknað seg.
Breiddin
Eyðfinn heldur, at so mong
ókend og minni kend lista-
fólk fara at geva framsýn-
ingini eina ávísa breidd,
sum verður áhugaverd.
Eisini sigur hann, at hetta
hóskar væl saman við øðr-
um, sum sparikassin hevur
lagt seg eftir at stuðla. Her
hugsar hann serliga um
tónleikin og ítróttin.
Peningastovnurin hevur
ein tónleikagrunn, sum
veitir tónleikarum stuðul.
Umleið 150.000 krónur
fara úr grunninum um árið,
og fara teir til millum fimm
og sjey fólk.
Í ítróttinum stuðlar spari-
kassin nógv yngru deildun-
um, og við hesum saman
við listini og tónleikinum,
heldur Eyðfinn, at breiddin
er tilstaðar og eitt gott
grundarlag fyri at røkka út.
Hann vísir sum dømi á, at
við 60 fólkum til eina lista-
framsýning, er breiddin
har. Í tí breiddini eru
kanska eini fimm, sum eru
framúr góð.
– Tað er ikki vist, at hesi
nakrantíð høvdu komið
fram, tí tey kanska ikki
hava tað í sær at traðka
fram av sær sjálvum, tí er
hendan listaframsýningin
so uppløgd, sigur Eyðfinn.
Sparikassin royndarkoyrir
nú hesa framsýningina,
sum letur upp í Skálanum
tann 12.mars.
– So fáa vit at síggja,
hvussu tað gongur, og
eydnast hon væl, so er tað
so upplagt, at onnur áhug-
aði traðka til og taka yvir
við stuðuli frá okkum, sigur
Eyðfinn.
Framsýningin letur sum
sagt upp á Grækarismessu,
og verður hon í Skálanum.
Nógv vilja fram í ljósið
Seksti ókend og minni kend listafólk hava teknað seg til listaframsýningina Fram í Ljósið, sum
Norðoya Sparikassi skipar fyri
Herfyri sendi Trygd-
arstýrið undir danska
vinnumálaráðnum út
eitt skriv, har sjey
barnavognar vóru
sagdir at vera lívs-
hættisligir. Men nú
hevur Trygdarstýrið
viðurkent, at ein av
hesum, tað er Simo
Kombivognurin, als
ikki átti at verðið
tikin av marknað-
inum
BARNAVOGNAR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Trygdarstýrið hevur nú
ásannað, at tað skuldi ikki
verðið sett eitt bann fyri at
Simo Kombivognurin Su-
preme kann seljast.
Hetta sigur european
nursery group í einum
brævi til síni umboð í
Føroyum. Eitt teirra er
handilin Ciconia í Klaks-
vík, sum Mariann Fuglø
eigur. Seinast vit frættu frá
henni, bíðaði hon eftir
boðum frá teimum, um hvat
fór at henda víðari í
málinum.
Tá hevið ENG boðað frá,
at tey fóru at kæra avgerð-
ina hjá Trygdarstýrinum
viðvíkjandi Simo Kombi-
vogninum.
Síðani tað kom fram, at
vognurin
skuldi
vera
vandamikil, hava nøkur
fólk vent sær til handilin,
sum hava keypt ein tílíkan
vogn innan fyri tað seinasta
árið.
Mariann sigur nú, at hon
hevur fingið hetta skrivið
frá ENG fyri einari góðari
viku síðani, og at nú er alt
tikið aftur.
Trygdarstýrið krevur tó,
at ein skrúva verður sett á
handtaksreguleringina, so
at hon ikki kann leggjast
heilt niður, tí hetta var tað,
sum Trygdarstýrið metti at
vera mest vandamikið við
vogninum.
Sostatt vil tað siga, at
Trygdarstýrið hevur viður-
kent, at Simo Kombi-vogn-
urin als ikki er so vanda-
mikil, sum ført varð fram
av fyrstan tíð.
Barnavognur ikki vandamikil kortini
Fakta
Listin frá Trygdarstýrin-
um
yvir
vandamiklu
barnavognarnar sá soleið-
is út:
Ikki álvarsamir, men fáir
týðandi feilir:
* Teutonia Delta, Kombi
* Bugaboo Frog, Duo
* Emmaljunga Classic,
Duo
* Brio Kombi, Kombi
* Peg-Pérego Giovane,
Duo
Teir sjey vognarnir, sum
skulu av marknaðinum:
* Ora Fondeo, Duo
* Ora Urban, Kombi
* Jysk Amalie, Barne
* Trixx, Duo
* Simo Kombi Supreme,
Kombi
* Carena X-line, Duo
* Carena Malu, Kombi
Komdi er ein klappvogn-
ur, sum eisini kann vera
barnavognur, tá ein lyft
verður sett í hann. Duo er
eitt stell, har annaðhvørt
ein barnavognakassi ella
klappvognasetur verður
monterað.
Barne – er ein klass-
iskur barnavognur
Simo Kombivognurin er kortini ikki so vandamikil, sum
Trygdarstýrið undir danska vinnumálaráðnum vildi vera við
eftir nakrar trygdarroyndir, sum vognurin hevði verið
ígjøgnum
C
M
Y
K
3
2