fríggjadagur 27. februar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 40 - 27. februar 2004
Nr. 40 - 27. februar 2004
5
– Við skerjingini av
áðalráðum verða
nakrar dupult-
funktiónir í fyrisit-
ingini, og er tað nú
uppgávan hjá teimum
sjey aðalráðunum at
rationalisera og
spara. Tískil kunnu
uppsagnir eisini ger-
ast neyðugar, um vit
skulu hála inn á hall-
ið á 400 milliónir
krónur á komandi
fíggjarlóg, sigur
Jóannes Eidesgaard
løgmaður. Við broyt-
ingunum í fyrisiting-
ini sigur hann seg nú
hava slóðað fyri
komandi sparingum
og møguligum
uppsagnum
SPARINGAR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Føroyska fíggjarlógin sten-
dur í løtuni at fáa eitt hall á
góðar 400 milliónir krónur,
og sambært løgmanni er
tískil alneyðugt hjá ráðun-
um at rationalisera og
effektivisera fyrisitingina. Í
teimum broytingum, sum í
hesum valskeiði eru framd-
ar, eru aðalráðini farin frá
níggju niður í sjey, men tó
hava ongar uppsagnir verið,
og ein kann tískil spyrja,
hvar sparingarnar eru, um
embætisverkið er eins stórt
og áður.
– Í fyrstu syftu spara vit
bert
tvær
landsstýris-
mannalønir, sum er ein góð
millión um árið, men við
niðurskurðinum av aðalráð-
um verða sjálvsagt nakrar
dupultfunktiónir, og tískil
er uppgávan nú at finna tey
øki, har vit kunnu spara,
sigur løgmaður. Jóannes
Eidesgaard vísir á, at tað í
fyrstu syftu ikki hevur ver-
ið gjørligt at skerja samlaða
embætisverkið og niður-
leggja uppgávur, men eftir
at aðalráðini nú eru tvey
færri, eru møguleikarnir
betri at spara.
– Hetta er so uppgávan
hjá núverandi sjey ráðum,
og í ljósinum av samlaðu
búskaparligu
støðuni
kunnu uppsagnir gerast
neyðugar, hóast tað ongan-
tíð er eitt mál í sær sjálvum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður væntar ikki, at
tað verður gjørligt at berja
niður hasar 400 milliónirn-
ar, uttan at avleiðingarnar
verða ov ógvusligar fyri
føroyska samfelagið, men
hann er sannførdur um, at
tað eigur at lata seg gera at
spara í almenna sektorinum
og fyrisitingini, so hallið
gerst so lítð sum gjørligt.
– Tað verður fokuserað
so nógv uppá, at sparingar
ikki eru framdar í teimum
broytingum, sum júst eru
framdar, men tað er tað, vit
við skerjingini av aðalráð-
um hava ruddað slóð fyri,
og nú er so klárt at taka
næsta stigið, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Spurdur, um Føroya fólk
sostatt skal vænta uppsagn-
ir í fyrisitingini í framtíðini,
er løgmaður avgjørdur.
– Skulu vit fáa eina nøk-
unlunda borðbara fíggjar-
lóg, kunnu vit ikki bert
hyggja at sparitiltøkum
aðrastaðni í samfelagnum
men mugu eisini finna spa-
ringsmøguleikar hjá okkum
sjálvum, og m.a. kann hetta
merkja, at færri fólk vera at
fremja uppgávurnar, ásann-
ar Jóannes Eidesgaard.
Enn er ov tíðliga at áseta
tal av uppsagnum, men løg-
maður ivast ikki í, at spar-
ast kann á nógvum økjum,
og at Føroya fólk tískil
kann vænta sær skerjingar í
almennu fyrisitingini næstu
fýra árini.
Politikarar stýra
embætisverkinum
Í viðmerking í Sosialinum í
gjár sigur fyrrverandi løg-
maður Anfinn Kallsberg, at
við skerjingunum av aðal-
ráðum er embætisverkið
vorðið
sterkari,
meðan
politiska stýringin er vikn-
að. Í viðmerking til hetta
heldur Jóannes Eidesgaard,
at embætisverkið ongantíð
gerst sterkari, enn politiska
stýringin loyvir.
– Um vit hava nóg sterkar
politikarar, og um teir sjey
núverandi
landsstýris-
menninir vita, hvat teir
vilja, fær embætisverkið
ikki ov stóra ávirkan, og so
verður hetta ikki nakar
trupulleiki. Embætisvaldið
kann ongantíð fara longri,
enn politiski myndugleikin
loyvir, og tí er hesin spurn-
ingur tengdur at framferð-
arhátti hvørjum politikara
sær, sigur løgmaður um
viðmerking Anfinn Kalls-
bergs í gjár.
Samanumtikið
undir-
strikar løgmaður, at við
skerjingini av aðalráðum og
broytingunum í fyrisiting-
ini er fyrsta stigið at spara
tikið.
– Lat nú hesi aðalráðini
koma í gongd, áðrenn vit
finna útav, hvar vit víðari
kunnu spara, t.d. við at
redusera núverandi embæt-
isverkið, tí hallið á fíggjar-
lógini er ein veruleiki, vit
mugu fyrihalda okkum til
og føra okkara politikk út
frá, sigur landsins hægsti
myndugleiki,
Jóannes
Eidesgaard at enda.
– Hóast øll uttan-
ríkismálini nú eru
savnað undir løg-
mann, er talan als ikki
um nakrar skerjingar
í rættindunum hjá
landsstýrismonnum,
og í praksis verða ikki
stórvegis broytingar,
sigur løgmaður
Jóannes Eidesgaard
UTTANRÍKISMÁL
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Føroya løgmaður boðaði
fyri stuttum frá, at nú verða
øll uttanríkismál savnað á
uttanlandsdeildini í Løg-
málaráðnum. Seinnu árini
hava uttanríkismál verið
spjadd í ymsu aðalráðun-
um. Í Sosialinum í gjár
legði Jóannes Eidesgaard
dent á, at hann ikki sjálvur
fór at standa fyri t.d. fiski-
vinnusamráðingum, men er
nýggja stigið tikið við
endamálinum at geva løg-
manni betri innlit í tey mál,
hann formliga umsitir.
– Uttanríkismál hava
formliga altíð verið undir
løgmanni, og hóast løg-
menn seinnu árini í størri
mun hava lagt út ymisk
uttanríkismál til landsstýr-
ismenninar, hoyra uttanrík-
ismál framvegis undir løg-
mann, og tískil er tað mín
ábyrgd at hava innlit í og
samskipa hesi mál, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður leggur dent á,
at í praksis verða fáar
broytingar, har landsstýris-
menn
framvegis
skulu
standa fyri samráðingum á
sínum økjum, men ynskir
hann við savningini av
uttanríkismálum at ogna
sær betri yvirlit og sam-
skipan á økinum.
- Tað er løgmaður, sum
leggur
nýggjar
avtalur
fram, og tað er hann, sum á
pappírinum hevur ábyrgd-
ina, og tískil hava vit mett,
at savningin av uttanríkis-
málum hevur verið neyðug,
men í praksis hava nýggju
landsstýrismenninir
eins
stóra ábyrgd og áður, og er
talan tí ikki um stórvegis
broytingar í praksis, slær
løgmaður fast.
Løgmaður vil spara:
Uppsagnir kunnu gerast neyðugar
Uttanríkismálini:
Ongar broytingar í praksis
– Tað verður fokuserað so
nógv uppá, at sparingar ikki
eru framdar í teimum
fyrisitingarligu broytingum,
sum júst eru framdar, men
tað er tað, vit við skerjingini
av aðalráðum hava ruddað
slóð fyri, og nú er so klárt at
taka næsta stigið, um
fíggjarlógin skal vera
nøkunlunda borðbarð á
tingi, sigur Jóannes
Eidesgaard løgmaður, sum
ikki útilokar uppsagnum í
aðalráðunum
– Men tað er ein
fortreyt, at landið
letur okkum endur-
gjald fyri tollin, sigur
stjórin í Føroya Fiska-
virking
ARBEIÐSPLÁSS
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Flakavirkið í Vági verður
latið uppaftur.
Tað sigur Meinhard Jac-
obsen, stjóri í Føroya
Fiskavirking.
Nú er liðugt at taka laks á
stóra flakavirkinum hjá
Fiskaviring í Vági og so-
statt er heldur onki arbeiði
á virkinum.
Men ætlanin er ikki, at
virkið skal standa tómt
longi.
Tað er langt síðani, at
Vágs
Kommuna
setti
Fiskavirking sum treyt, at
arbeiði skal vera á virkin-
um í Vági.
Megnar Fiskavirking ikki
sjálv at hava arbeiði á virk-
inum, skal tað leigast ella
seljast onkrum, sum kann
fáa arbeiði aftur á virkið-
ella má Fiskavirking taka
virkið niður og flyta tað, so
at grundstykkið verður
tókt.
Virkið stendur á grund-
stykkið, sum er leigað frá
kommununi og kommunan
hevur hótt við at siga leigu-
málið upp, verður onki ar-
beiðið á virkinum.
Hetta er Fiskavirking við
uppá, tí leiðslan har hevur
boðað frá, at ætlanin er at
hava arbeiðið á flakavirkin-
um í Vági. Fiskavirking
hevur avtalað við býráðið,
at virkið skal ikki liggja
stilt, tí tað hevur ongantíð
verið ætlanin, at virkið skal
liggja stilt.
Men nú laksavirkið er
hildið uppat, og lítið og
lítið og onki arbeiði er í
Vági, er spurningurin meiri
átrokandi enn nakrantíð at
fáa arbeiðið aftur á virk-
inum.
Jógvan Krosslá, borgar-
stjóri í Vági, sigur, at Bý-
ráðið stendur við treytirnar,
sum eru settar fiskavirking.
Og Meinhard Jacobsen,
stjóri í Fiskavirking sigur,
at Fiskavirking stendur eis-
ini við sína avtalu við Vágs
Býráð um, at arbeiðið skal
vera aftur á virkinum.
Hann sigur, at fyrsta stig-
ið er at royna at keypa út-
gerðina, sum hevur verið
brúkt í sambandi við laksa-
slaktið.
– Suðuroyggin er eitt av
fáu økjunum, har smolt er
at seta út aftur, so vónandi
kemur alingin fyri seg aftur
og tá ætla vit at bjóða
virkið fram til tað eisini,
sigur stjórin í Fiskavirking.
– Men vit kanna eisini,
hvat annað virksemið kann
vera á virkinum, tí virkið er
stórt og tað er ikki lønandi
at lata størsta partin av tí
standa tómt.
Meinhard Jacobsen sigur,
at ymsir møguleikar verða
kannaðir.
Men hann vil ikki siga,
hvørjir teir møguleikar eru.
Hann vil heldur ikki siga
nakað um, nær arbeiðið
kann væntast aftur á virk-
inum.
– Men tað er ongin loyna,
at tað sera, sera tungt at
fáast við fiskivinnu í løtuni.
Tað ger ikki støðuna lætt-
ari, men vit eru ikki fallin í
fátt, og vit ætla okkkum
ikki at sita hendur í favn,
leggur hann afturat.
Russarafiskur er ein
møguleiki
Meinhard Jacobsen sigur,
at ein máti at fingið rætti-
liga nógv arbeiðspláss í
Vági, kundi verið at inn-
flutt frystan fisk úr Russ-
landi og virka hann í Vági.
Men skal tað bera til, er tað
ein fortreyt, at tað almenna
er við.
– Fyri nøkrum árum síð-
ani lat tað almenna tollend-
urgjald fyri tann fisk, sum
vit innfluttu úr Russlandi
og virkaðu í Føroyum.
– Endurgjaldið var 1,10
krónur fyri hvørt kilo av rá-
fiski.
– Hetta gav rættiliga
nógv arbeiði, men tað datt
niðurfyri, tá ið endurgjaldið
varð tikið av.
Meinhard Jacobsen sigur,
at russarafiskur kundi verið
ein møguleiki at fingið
nógv og støðug arbeiðs-
pláss í Vági.
Hann vísir eisini á, at tað
er nógv mikið av frysti-
goymslu í Vági so umstøð-
urnar eru til staðar at ar-
beiða russarafisk.
– Men skal tað lata seg
gera, er tollendurgjaldið ein
fortreyt, sigur Meinhard
Jacobsen.
Og hann sigur, at eitt
endurgjald uppá 1,10 krón-
ur fyri kilo, hevði gjørt
ógvuliga stóran mun.
Fiskur úr Russlandi kann skapa
nógv arbeiðspláss í Suðuroynni
Ætlanin er framvegis at flakavirkið í Vági skal lata uppaftur. Stjórin í Fiskavirking heldur, at ein gongd leið kundi verið at keypt fisk úr Russlandi til virkingar í
Vági. Men skal tað lata seg gera, má tað almenna vera við
C
M
Y
K
5
4