fríggjadagur 27. februar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 40 - 27. februar 2004
Nr. 40 - 27. februar 2004
7
Støðan er verri, enn
fleiri geva sær far um,
siga fólk í flakavinn-
uni. Stjórin á Føroya
Fiskavirking sigur, at
tað er tyngri at selja
fisk í dag, enn tað var
undir kreppuni
VINNAN
Edvard Joensen
Tað stendur munandi verri
til, enn nógv fólk geva sær
far um. Fiskaprísirnir eru
lágir. Alivinnan er í bein-
leiðis kreppu, og fólk royna
sum frægast at tryggja seg,
har tey vænta støðugt
arbeiði.
Petur Mohr, sum er virk-
isleiðari á flakavirkinum
Norðís á Eiði, heldur bein-
leiðis, at tað eru nógv fólk í
samfelagnum, sum veruliga
ikki vita, hvussu vánalig
støðan er í fiskivinnuni.
– Tey merkja einki til tað
persónliga, og hava tí onga
føling við veruligu støðuni.
Og tað er vandamikið, sigur
hann.
Einstáttað
Meinhard Jacobsen, stjóri á
Førya Fiskavirking hevur
nøkunlunda somu uppfat-
an. Hann endurgevur ein av
sínum gomlu professarum
fyri at siga, at tað er ógvu-
liga
týdingarmikið
at
rokna, men enn týdningar-
miklari at kanna eftir, at
tað, ein hevur roknað, er
rætt.
– Vit eru soleiðis fyri, at
okkara vinna tolir bara ein
møguleika, sigur Meinhard
Jacobsen. Tí skal rokni-
stykkið vera rætt fyrstu
ferð. Kiksar marknaðurin
einaferð, eru aðrir farnir
við honum, áðrenn vit
koma aftur, og vit hava bara
tað sama at koma aftur við.
Tað er okkara veikleiki,
staðfestir hann.
Petur Mohr, virkisleiðsri
á Norðís, heldur, at veru-
liga støðan hjá fiskivinnuni
er ov illa lýst. Hann heldur
stutt og greitt, at tað er tí, at
nógv fólk, sum úttala seg,
vita ov lítið um, hvussu
veruliga stendur til.
– Støðan er nógv hættis-
ligari, enn dagliga verður
givið fatan av, sigur hann.
Fiskavirkinin á landi hava
tað ikki gott. Fleiri høvdu
undirskot í fjør. Og fleiri av
skipunum flóta eisini tungt
í sjónum.
– Línuskipini eru ikki
ringast fyri, sigur hann.
Men bæði útróðrarflotin og
trolararnir hava tað tungt.
Upsin hevur lágan prís.
Trolaramenn tosa um, at
teir fiska til hundafóður.
Og hýsan er rættiliga illa
fyri. Hon er so rak, at ikki
fæst líkinda úrtøka úr
henni, sigur virkisleiðarin á
Norðís.
Hartil kemur so, at nógv-
ar goymslur kring landið
eru í fyllra lagi. Illa gongst
at sleppa av við fisk fyri ein
prís, sum til ber at liva av.
Og har eru vit so fangað,
sigur Petur Mohr.
Hørð kapping
Vit eru í álvarsligari kapp-
ing, sum vit í løtuni hava ilt
við at vinna, siga virkis-
leiðarin á Norðís og stjórin
á
Føroya
Fiskavirking.
Kappingarførið er verri,
enn vit halda.
Petur Mohr vísir á, at vit
á
saltfiskamarknaðinum
kappast við eitt nú íslend-
ingar, sum keypa tosk fyri
helvtarprís av tí, føroysku
virkini lata. Tað sæst sjálv-
andi aftur í hinum end-
anum, tí har er prísurin tann
sami fyri føroyskan og
annan fisk. Úrslitið verður
sjálvandi, at føroyska virk-
ið hevur minni eftir enn
kappingarneytin.
Vit hava eisini kapping á
øðrum økjum, sigur Mein-
hard Jaocbsen. Evran er
sterk, og tað merkist týðu-
liga, tá vit skulu selja til
europeiska marknaðin, sum
er okkara høvuðsmarkn-
aður.
Evran
er
eisini
styrknað nógv í mun til
norsku krónuna, og tí fáa
tær stóru norsku nøgdirnar,
sum koma á marknaðin,
sjálvandi eisni fyrimun av.
Umframt kemur so, at
veiki dollarin ger, at fiska-
sløgini, sum serliga kappast
við upsan so sum Alaska
Pollock og Hake, eisini
verða bílig.
– Sannleikin er tann,
sigur Meinhard Jacobsen,
at tað er tyngri at selja fisk
í dag, enn tað var undir
kreppuni í nítiárunum.
Fólk flyta
Fólk flytir í vinnuni. Fleiri
og fleiri eru um boðið, tá
størv verða lýst leys.
Sosialurin hevur tosað við
virki, sum hava havt lýs-
ingar eftir fólki. Tey siga frá
rættiliga stórum áhuga fyri
teimum størvum sum lýst
eru leys. Bæði fyritøkur í
bygivinnuni og eisini fiska-
virki.
Talan er um fólk, sum
søkja bæði úr traditionellu
fiskivinnuni og serliga úr
alivinnuni.
– Og her tosa vit bæði um
fólk, sum longu eru upp-
søgd, og fólk, sum fara í
góðari tíð, tí tey síggja eina
uppsøgn fyri framman,
sigur
ein
virkisstjóri,
Sosialurin hevur tosað við,
men sum tó ikki við verða
nevndur í blaðnum.
Meinhard
Jacobsen,
stjóri á Føroya Fiskavirk-
ing, sigur at tað er skilligt,
at nú rørist í pottinum, og
fólk eru farin at órógvast og
fara at leita sær eftir arbeiði
aðrastaðni enn í teimum
hóttu vinnunum. Serliga
eru tað fólk í alivinnuni,
sum flyta, staðfestir hann
og vónar inniliga at hendan
støðan ikki verður drúgv.
– Nøgdin av tøkari ar-
beiðsmegi
økist,
sigur
hann. Og eg vænti, at fleiri
av hesum noyðast av land-
inum at finna sær arbeiði.
Hjá okkum fer eisini at
minka, tí vit fara eisini at
rationalisera, sigur stjórin á
Føroya Fiskavirking.
Tyngri enn í kreppuárunum
Veruliga støðan hjá fiskivinnuni er ov illa lýst, sigur Petur
Mohr, virkisleiðari á Norðís, sum heldur, at tað eru ov nógv
fólk í Føroyum, sum ikki hava føling við tí, sum veruliga
hendir í samfelagnum
Tað er tyngri at selja fisk í dag, enn tað var undir kreppuni, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á
Føroya Fiskavirking
Trygdarbeltið bjargaði mær
19 ára gamla Jóhanna
í Króki av Strondum
var í einum álvars-
ligum ferðsluóhappi í
oktober í fjør. Bilurin,
sum hon koyrdi, fór
sera illa og hon fekk
at vita frá løgregluni,
at um hon ikki sat í
trygdarbeltinum, so
var hon deyð á
staðnum
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Strendur:
Uppi á Fløtum standa eini
stór svørt og hvít hús. Inni í
húsinum býr 19 ára gamla
Jóhanna í Króki saman við
einari av sínum fýra systr-
um og foreldrunum.
Jóhanna er ein práting-
arsom ung kvinna, sum av
álvara hevur lært at virðis-
meta lívið. Hon kom út fyri
einum ferðsluóhappi við
bilinum hjá foreldrunum
tann 26. oktober í fjør.
Óhappið hendi á Skála heilt
tíðliga um morgunin. Jó-
hanna minnist ikki reiði-
liga, hvat hendi, tí hon
misti vitið eina løtu. Bilurin
varð vrak, og frá løgregluni
fekk hon at vita, at hon
hevði verið sera heppin.
Hóast hon fekk ein stóran
skelk, so koyrir hon aftur
bil í dag, men sigur sjálv, at
hon ikki er heilt trygg við
tað.
Hon hevur valt at traðka
fram við sínari søgu, tí hon
heldur so avgjørt, at hon
hevur ein boðskap at senda
út um, at ein eigur at sita í
trygdarbeltið.
– Eg kundi tað sama ver-
ið deyð, men trygdarbeltið
bjargaði mær, sigur hon
álvarsom.
Óhappið
Jóhanna var á veg út aftur á
Strendur tíðliga sunnu-
morgunin tann 26. oktober
2003. Hon veit ikki, júst
hvat hendi.
Hon minnist bara, at hon
koyrdi á Skála, at so brád-
liga var bilurin farin út av
vegnum og koyrdi í grøvini
við síðuna av vegnum.
So rendi bilurin á ein
steingarð, sum er laðaður
framvið og steðgaði.
– Eg minnist bara, at eg
skríggjaði ræðuliga hart ,og
tað ljóðaði ikki sum eg. So
fekk glassplintur í munnin
og so var alt kvirt, greiðir
unga strandakvinnan frá.
Hon slapp tó við egnari
hjálp úr bilinum og gekk ør
á vegnum og mól. Ein bilur
kom á staðið og koyrdi
hana heim.
Ikki fyrr enn seinni gekk
tað upp fyri Jóhonnu, hvat
var hent. Hon var púra í
ørviti og enn tann dag í dag,
sigur hon, at hon minnist
ikki túrin frá Skálabotni til
óhappið hendi.
Hon fekk ikki stórvegis
skaða av óhappinum, men
gongur enn til viðgerð fyri
koyrilsbrest. Pínu hevur
hon onga longur, men tað
órógvar hana so mikið
nógv, at hon hevur verið
sjúkrameldað síðani óhapp-
ið og hevur ikki fingið
spælt hondbólt.
Men tað er hon við at
taka uppaftur nú. Hon er so
smátt farin aftur til arbeiðis
og spælir hondbólt av og á.
Tók bilin
Jóhanna fylti 19 ár tann
dagin óhappið hendi. Hon
skuldi koyra ein vin til
Havnar. Foreldrini áttu ein
Rover 600, sum var rættu-
liga nýggjur. Hon helt, at
eftirsum, at hon hevði føð-
ingardag, so slapp hon at
lána bilin. So hon spurdi
ikki foreldrini áðrenn, men
fór bara avstað við bilinum.
Hetta hevur givið henni
sera ringa samvitsku síðani
óhappið.
– Mamma og tey hava
ongan bil í dag, tí eg krasj-
aði hann. Og eg vildi ynskt,
at eg kundi keypt teimum
ein nýggjan, sigur hon still-
isliga.
Frá Bileftirlitinum hevur
hon fingið at vita, at antin
misti hon tamarhaldið á bil-
inum og rendi útav ella
punkteraði bilurin. Men tað
er ikki staðfest, hvør av
hasum
møguleikinum,
veruliga var orsøkin til
óhappið.
Jóhanna er sannførd um,
at tað hevði lætt munandi
um ringu samvitsku henn-
ara, um foreldrini høvdu
keypt ein nýggjan bil.
– Tey hava tosað um tað,
og eg vóni, at tað verður
skjótt, tí eg kann ikki lata
vera við at hugsa um, at tey
ongan bil hava orsakað av
mær, sigur hon.
Koyri ikki aftur
Beint eftir óhappið ætlaði
Jóhanna, sum tá hevði havt
koyrikort í eitt ár, at bróta
koyrikortið, tí hon ætlaði
sær ikki at seta seg handan
eitt ratt aftur. Men for-
eldrini eggjaðu henni til at
fara at koyra aftur beinan-
vegin, tí eitt óhapp kann
henda fyri ein og hvønn.
So við og við fór hon at
koyra aftur, men hon sigur,
at tað er ringt at koyra, tá
foreldrini eru við í bilinum.
– Tá tey eru við, tori eg
stak illa at koyra, tí eg eri
bangin fyri, at okkurt skal
henda, meðan tey eru við,
greiðir Jóhanna frá.
Hon harmast eisini um,
at fólk ikki longur hava álit
á henni sum bilførara. Ong-
in hevur beinleiðis sagt tað
við hana, men hon sigur, at
hon merkir tað á fólki, at
tey vilja illa koma við
henni í bili.
Tað er nakað, sum særir
hana, tí hon heldur ikki, at
hon er ein verri bilførari
fyri tað, um hon kom út fyri
einum óhappi.
Men samstundis ásannar
hon kortini, at tað er torført
fyri hana at koyra bil til
tíðir.
– Serliga tá eg koyri fram
við staðnum, har óhappið
hendi, tá kann eg gott blíva
illa fyri av minnunum, tí
óhappið er enn so feskt í
mínum minni, sigur hon.
Marruna
Tá Jóhanna var komin heim
í øllum góðum eftir óhapp-
ið og alt var so nøkulunda
komið upp á pláss, legði
hon seg. Hon svav ikki
minni enn 13 tímar, men
tað hevur helst verið av
góðum grundum.
Men
svøvngávurnar
hildu ikki fram at vera líka
góðar. Hon byrjaði at
droyma og at fáa marruna
um, at hon var aftur í bil-
inum og um óhappið sjálvt.
Og tað gjørdi tað so ikki
betur, at hon fyri einum
mánaði síðani ella so aftur
var stødd í einum bili, sum
kom út fyri einum óhappi.
Hesuferð koyrdi Jóhanna
ikki sjálv, men ein vin-
maður.
Tey vóru á veg suður til
Havnar at hyggja eftir
steypafinaluni í hondbólti.
Koyrilíkindini hendan dag-
in vóru út av lagi vánalig,
og tá tey komu til Kolla-
fjarðar, hendi alt so skjótt.
Jóhanna greiðir frá, at tað
var krapi á vegnum, og bil-
urin fór uppfrá, gronin
rendi í bilverjuna, so fór
bilurin runt og tá tók reyvin
í bilverjuna, og tá hann so
aftur stóð stillur stóð hann í
sama bana aftur og vendi
sama veg.
– Vit kundu tað sama
koyrt víðari, um ikki bilurin
var so illa farin, sigur Jó-
hanna.
Fimm fólk vóru í bilin-
um. Øll sótu í trygdarbelti,
og ongin teirra fekk nakran
skaða.
Tey hildu leiðina fram í
øðrum bili til Havnar, hóast
óhappið skelkaði tey øll.
Jóhanna sigur sjálv, at
hon upplivdi hetta óhappið
sum nakað sera óhugnaligt,
tí hon so stutt framman
undan hevði verið úti fyri
hinum. Men hon helt sam-
an við hinum fýra leiðina
fram til Havnar kortini.
Onki misálit
Tá dysturin í Havn var av,
fóru tey inn aftur til
Strendur. Jóhanna sigur, at
eftir óhappið boðaðu tey
sjálvandi frá heima, hvat
var hent, men at øll høvdu
tað gott og fóru til Havnar.
Mamma Jóhonnu var sera
ørkymlað og ringdi ofta til
Jóhonnu á vegnum inn-
aftur. Men tað skilir hon
væl.
Hon valdi tó sjálv at fara
aftur í bilin við sama før-
ara, tí hon veit, hvussu tað
er, tá ein hevur verið úti fyri
óhappi.
– Tað kann henda fyri ein
og hvønn. Og eg helt, at eg
skuldi geva honum ein
kjans afturat. Tað gekk fínt
at koyra inn aftur til Strend-
ur, sigur Jóhanna í Króki,
sum hevur valt at trína fram
við sínari søgu av fleiri
orsøkum.
– Tað er gott fyri meg at
kunna práta um óhappið.
Tað reinsar meg, og eg
haldi, at tað er nakað stórt,
at eg eri á lívi, tá eg líka so
væl kundi havt latið lív í
hasum óhappinum. Trygd-
arbeltið bjargaði mær, og
tann boðskapin vil eg fegin
vera við til at senda út. So
havi eg í øllum førum gjørt
mítt á hesum økinum, sigur
Jóhanna í Króki, sum eisini
hevur verið í samband við
Ráðið fyri Ferðlsutrygd um
hetta.
Bilurin, sum Jóhanna koyrdi,
ein Rover 600 fór sera illa í
óhappinum og bleiv vrak.
Bert tann handari parturin
av bilinum var heilur. Á
myndini sást eisini, at tað
var sera heppið, at ongin sat
við síðuna av framman
Privatmynd
– Trygdarbeltið bjargaði
mær, tá eg kom út fyri einum
ferðsluóhappi á Skála í okto-
ber í fjør. Eg fekk at vita frá
løgregluni, at um ikki eg sat í
beltinum, var eg deyð á
staðnum, sigur 19 ára gamla
Jóhanna í Króki av Strond-
um
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
7
6