Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 40 - 27. februar 2004 Nr. 40 - 27. februar 2004 9 Útlitini eru døpur: Vit duga einki sum hinir ikki duga - Vit hava ongar royndir í rækjuvinn- uni, men yvirmennin- ir, sum verða við Hav- borg, eru í stóran mun teir somu, sum vóru við South Island. Hetta er ein av orsøk- unum til, at vit av- gjørdu at keypa skip- ið. Hóast døkku skýggini, sum hanga yvir rækjuvinnuni, fara vit kortini undir hesa verkætlan við góðum treysti.Vit vóna, at tað fer at ganga rætta vegin hjá rækjuvinnuni, soleiðis at skipið kann hóra, til tíðirnar gerast betur. Gongur tað ikki við hesum skipi, sum er helvtina bíligari, enn ein slíkur rækjutrolari hevði kostað undir vanligum umstøðum, meti eg, at rækjuvinn- an er liðug, sigur Tummas Justinussen, reiðari RÆKJUVINNAN Vilmund Jacobsen/ Myndir Maria Olsen vilmund@sosialurin.fo Einki stendur í stað. Alt broytist. Onkur gevst, onk- ur byrjar. Summi eru vón- leys, onnur vónrík. Tey vónleysu kunnu gerast vón- rík, og tey vónríku kunnu gerast vónleys. Hetta eru treytirnar hjá okkum øllum. Ikki minst í rækjuvinnuni og alivinnuni eru hesar treytir galdandi. Stutt fyri ársskiftið seldi Kjartan Joensen í Leirvík eitt av nýggjastu og stási- ligastu skipunum í føroyska fiskiskipaflotanum, rækju- trolaran Hvilvtenni, til Ís- lands. Stutt frammanundan høvdu aðrir leirvíkingar við Tummasi Justinussen á odda keypt rækjutrolaran, South Island, frá Realinum. Seinastu árini hava Kjart- an Joensen og aðrir rækju- skipaeigarar sæð, hvønn veg tað bar í rækjuvinnuni, og ivaleyst avgjørdi hann at selja skipið, áðrenn hann stóð eftir á berum. Hvilvtenni kom sum ný- bygningur úr Noregi fyri fá- um árum síðan, og var hetta tískil ein stór íløga hjá reið- arínum í eini tíð, har rækju- vinnan gekk niður á bakka. P/F Havborg Supply, ið eigur rækjutrolaran, sum nú er heimahoyrandi í Leirvík, keypti skipið fyri 34 milj. krónur. Hóast skipið nú er høvuðsklassað, øll maskin- aríir eru yvirhálað, alt skip- ið sandblást, metaliserað og málað, stendur Havborg bert í helminginum av tí, ein slíkur trolari hevði kost- að, um umstøðurnar vóru vanligar. Kortini eru eigar- arnir ikki vísir í, at verkætl- anin fer at bera seg. Men teir hava tó eina vón um, at skipið kann hóra, til um- støðurnar hjá rækjuvinnuni einaferð gerast betur aftur. Tummas Justinussen, reiðari, sigur, at teir hava ongar royndir í rækjuvinn- uni, og teir duga einki, sum aðrir ikki duga. – Eg var í sínari tíð onkr- an túr við rækjuskipi, men sum reiðarí hava vit ongar royndir í so máta. Hann vísir á, at yvirmenn- inir og aðrir av manningini, sum verða við Havborg, eru í stóran mun teir somu, sum vóru við South Island. – Vit tosaðu við nakrar av hesum monum, áðrenn vit avgjørdu at keypa skipið, og vit tosaðu eisini við teir eftir, at avgerðin varð tikin. At fleiri av monnunum vildu fylgja við skipinum, var ein av orsøkunum til, at vit avgjørdu at fara undir hesa verkætlan. Tummas sigur, at hóast døkku skýggini, sum hanga yvir rækjuvinnuni, fara teir kortini undir hesa verk- ætlan við góðum treysti. – Gongur tað ikki við hesum skipi, sum er helvt- ina bíligari, enn ein slíkur rækjutrolari hevði kostað undir vanligum umstøðum, meti eg, at rækjuvinnan er liðug, sigur Tummas Just- inussen, reiðari Mikudagin kom so Hav- borg heimaftur til Føroya eftir fyrst at hava verið í Hirtshals til høvuðsklass- ingar og síðan í Bologne í Fraklandi, har alt skipið er sandblást, metaliserað og málað. Áðrenn Havborg stevndi inn á Skálafjørðin tíðliga seinnapartin mikudagin, hevði skipið verið ein túr útfyri Leirvíksbygd. Men skipið stingur ov djúpt til at leggja at í Leirvík. Tummas sigur, at Hav- borg fór niður til Danmark- ar í november, og nú skipið kemur aftur úr Fraklandi, er tað sum eitt nýtt skip at síggja til. Hann sigur, at reiðaríið hevur brúkt nógvan pening uppá at seta skipið í stand, men vil ikki siga, hvussu nógv talan er um. – Eg haldi, at skipið at kalla er sum nýtt í dag. Vit hava fingið at vita frá teim- um, ið hava staðið fyri ar- beiðinum, sum gjørt er í Danmark og Fraklandi, at bæði maskinaríir og skipið annars er í sera góðum standi. Tummas sigur, at vág- bingarnir, sum áttu South Island, eru farnir væl við skipinum. Áðrenn Havborg fór úr Føroyum, varð skipið rigg- að av, og nú verður so rigg- að til aftur. Hann væntar, at klárt verður at fara til fiskiskap um eina viku ella 10 dagar. – Enn er ikki endaliga av- gjørt, hvar farið verður, men tað verður antin til Eystur- grønlands ella Svalbard. Einir 13-16 mans verða við Havborg, og skipari verður vágbingurin, Dan Joensen, sum saman við bróðrinum, Jóhannus, áður hevur ført South Island. – Teir fiskaðu væl við South Island, men prísurin og treytirnar, teir høvdu við lánistovnarnar, vóru ikki nóg góðar til tess, at rakst- urin hekk saman, sigur Tummas. Hann vísir á, at skipið nú er bíligari, men kortini verður einki at geva av, soleiðis sum útlitini eru. – Vit vóna tí, at verkætl- anin fæst at hanga saman so nøkulunda, til tíðirnar gerast betur. Enn einaferð leggur Tummas dent á, at teir, sum nú eiga Havborg, duga ikki nakað, sum aðrir ikki duga. -– Eg haldi, at føroysku rækjuskipini eru ógvuliga væl rikin, og við teirri gongd, sum verið hevur, er tað undrunarvert, at vit enn hava nøkur skip eftir í før- oyska rækjuskipaflotanum. Í hesum sambandi vísir hann á, at inntøkurnar hjá einum føroyskum rækju- skipi bert eru eina helvt av tí, ið eitt nú grønlendsku rækjuskipini hava. – Umstøðurnar hjá grøn- lendsku rækjuskipunum kunnu slett ikki samaberast við umstøðurnar hjá okkara skipum, sigur Tummas og leggur aftrat, at treytirnar hjá Havborg eru júst tær somu, sum treytirnar hjá øðrum føroyskum rækjuskipum. Spurdur, um hann heldur, at tað almenna eigur at veita rækjuvinnuni eina hjálpandi hond við stuðli av einum ella øðrum slagi, sigur reiðarin: – Eg trúgvi ikki, at rækjureiðarar í grundini ynskja at fáa almennan stuðul, men bøtt veiðirætt- indi høvdu verið kærkom- in. Um tað almenna eigur at virka við, til umstøðurnar hjá rækjuskipaflotanum gerast betur, dugi eg ikki at meta um, sigur Tummas. Felagið, Havborg Supply, sum eigur Havborg, er eitt felag, sum í sínari tíð varð stovnað til supplyskipini. Føroyski parturin av partapeninginum í Havborg er 66%, meðan norðumað- urin, Per Sævik í Herøy, eigur hini 33%. Leirvíkingar hava eitt gott samstarv við norðmannin, sum serliga starvast í supply-vinnuni, men eisini hevur ein rækjutrolara. – Tað er sjálvsagt ein vandi fyri, at henda verk- ætlanin ikki fer at hanga saman, soleiðis sum støðan í rækjuvinnuni er. Tí hildu vit tað vera best, um fleiri herðar vóru til at bera hesa verkætlan. Men sjálvsagt er tað okkara vón, at framtíð- arútlitini gerast betur, so- leiðis at verkætlanin fíggj- arliga kemur at hanga sam- an – til gleði og gagns fyri allar partar, sigur Tummas Justinussen, reiðari, at enda. Havborg er góðar 60 metrar long og 12,5 metrar breið. Osmund Justinussen og konan, Jórun Faðir og sonur, Tummas og Osmund Fólk nýttu høvi at síggja skipið, t.h. Sjúrður Eliasen, bygdaráðsformaður í Leirvík Alti Dam á Realinum og skiparin, Dan Joensen Osmund og abbasonurin, Osmund Helgason Havborg, fyrrverandi South Island, sum nýggjur eftir høvuðsklassing í Danmark og sandblásing, metalisering og máling í Fraklandi C M Y K 9 8