Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 40 - 27. februar 2004 Nr. 40 - 27. februar 2004 11 Nú lítið hevur verið at frætta um oljuleiting her heima í eina tíð, og nú tað er sannlíkt, at tað neyvan verður nøkur boring á landgrunninum fyrr enn í 2005 ella í 2006, sum er seinasta freist at bora teir fýra írestandi brunnarnir í 1. útbjóðing, so eru tíðindini frá risastóra amerikanska oljufelagnum ChevronTexaco um, at tað fer at bora ein brunn skamt frá markinum í summar sera kærkomin. Og nú verður so meldað út í tíðindaskrivi frá felagnum, at tað er farið í samstarv við kenningar, sum eru virknir á føroyska landgrunninum, nevniliga norska Statoil og danska Dong. Hetta kann bara ljóða væl í oyrunum hjá teimum, sum helst síggja, at oljufeløgini halda fram við sínum virksemi á Atlantsmótinum hóast væntandi úrslit í mong ár. Nettupp Statoil og Dong eru oljufeløg, sum eru rættiliga virkin við Føroyar, og at tey nú "farma" inn í eitt loyvi í bretskum øki so nær markinum eisini, kann bara bera boð um, at tey framvegis trúgva uppá Atlantsmótið. Í tíðindasendingini í Útvarp Føroya mikukvøldið segði stjórin í Statoil, Rúni Hansen, at teir síggja samstarvið við ChevronTexaco nær markinum sum ein møguleika at fáa sær týðandi vitan, ið kann brúkast í leitingini við Føroyar eisini. Hetta eru áhugaverd úttalilsi, nú vit vita, at brunnurin, sum Statoil og hini feløgini fara at bora hinumegin markið í summar, liggur ikki so langt frá økjum á føroyska landgrunninum, sum helst verða boðin út í komandi útbjóðing. Vit kunnu ikki annað enn lesa burtur úr hesum tíðindunum, at eitt felag sum Statoil, fer at liggja rættiliga frammaliga, tá boðið verður út aftur á landgrunninum. Og um vit nú ímynda okkum, at samstarvið hinumegin markið við tað stóra samanlagda oljufelagið ChevronTexaco fer at bera veruligan ávøkstur, so átti ikki at verið óhugsandi, at nettupp hesi bæði stóru feløgini – møguliga saman – fara at bjóða uppá teigar í 2. útbjóðing – og ein kann eisini ímynda sær við tí áhuga tey vísa fyri leiting sum heild á Atlantsmótinum, at tey koma at vera flaggskipini í eini nýggjari rundu, tvs. tey feløgini, sum møguliga fara at vísa hinum feløgunum vegin og draga tey við. Harvið er ikki sagt, at onnur feløg, sum eisini hava víst økinum ans, so sum BP, Amerada Hess, ENI og Anadarko, ikki eisini fara at vera virkin í eini komandi rundu. Tað vil tó altíð vera gott fyri eitt nýtt øki, at tað eru fleiri stór feløg við drúgvum royndum og orku, sum ganga undan. Vilja onnur eisini tað, so ongantíð betur. Vit kunnu í hvussu er bara staðfesta við teimum seinastu tíðindunum um samstarv millum Statoil, ChevronTexaco og Dong, at lív er í aftur leitingini á Atlantsmótinum, og tað kunnu bara vera góð tíðindi til allar føroyingar, nú tað kanska meira enn fyrr, verður brúk fyri at fáa búskapinum fleiri bein at standa á. DAGSINS MEINING Sosialurin Áhugaverd gongd Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bókmentatiltøk við Johannes Møllehave og Einar Már Guðmundssyni á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn Kanska er ringt at minnast … Kanska hevur søgan fingið ein listarligan dám Johannes Møllehave er kendur fyri tær mongu bøk- urnar, hann hevur skrivað. Millum best umtóktu endurminningar hansara er tann fyrsta: »På myrernes fodsti« og tann higartil seinasta »Som en spring- ande hval«. Á føroyskum kenna vit hann frá bókini »Bíbliusøgur« sum kom út í 2000. Johannes Mølle- have greiðir á bókmenta- kvøldinum frá um at skriva endurminningar og vísir, hvussu hann hugfer minnið. Einar Már Guðmundsson er tann mest umsetti av íslendsku høvundunum, sum eru føddir eftir annan heimsbardaga. Hann fekk í 1995 bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hann býr í Reykjavík og hevur skrivað yrkingasøvn og skaldsøgur – av teimum er tann kendasta »Einglar Alheimsins« sum er umsett til føroyskt. Seinasta skald- søga hansara, kom út á donskum í heyst undir heitinum »Navnløse veje«, og varð sera væl móttikin. Einar Már Guðmundsson skrivar í sínum bókum ofta um egnar upplivingar og um upplivingar hjá familj- uni, og hann kemur bæði at umrøða sínar bøkur og tann leiklut minnini hava í ritverkinum. At enda fara Johannes Møllehave og Einar Már Guðmundsson m.a. at sam- røða um endurminningar og um munin á at minnast og at koma til hugs. Bókmentatiltøkini verða 29. februar kl. 16 og 19, Atgongumerki á 150 kr. kunnu keypast ella bí- leggjast á Norðurbryggj- uni, tlf. 3283 3700 bryggen@bryggen.dk Bíløgd atgongumerki eiga at verða heintað ein tíma undan tiltakinum, sig- ur Norðurbryggjan í tíðindaskrivi. TÍÐINDASKRIV frá Føroya Astma/ Allergifelag Yvirlæknin og barnalæknin Fróði Joensen greiðir frá um astma/allergi hjá børn- um tann 6. mars 2004 í MBF-húsinum kl. 15. Høvi verður at seta spurningar. Í summar vóru 2 før- oyskar gentur á summar- legu í Danmark 14 dagar. Summarlegan er ætlað fyri børn og ung í aldrinum 10 til 17 ár. Genturnar greiða frá uppihaldinum har. Myndir verða vístar. Øll kunnu vera við, ikki bara á fundinum, men eisini á summarleguni, tí stuðul kann útvegast. Høvi verður at seta spurningar. Drekkamunnur við onkrum afturvið. Aftaná verður aðalfundur felagsins. Fundur um astma og allergi Opið bræv til løgtingið og landsstýrið Dugir, dugir ikki. Dugir, dugir ikki. Er tað vegurin, vit skulu fara, tá ið ræður um komandi ættarlið? Skulu vit skilja millum børnini, hvør ið skal fáa loyvi til at liva, og hvør ið skal doyggja? Í ymiskum blaðgreinum hesa seinastu tíðina hevur tað verið sæð sum eitt framstig, at vit nú eru før fyri at kunna finna uppaftur fleiri børn, sum líða av Downs syndrom (ella mongolismu). Ikki tí at vit kunnu lekja ella linna um hjá teimum, men einans fyri at fáa tey skild burtur- frá. At hugsa sær til, hvat ið vit kundu spart, um hetta slagið av børnum varð vrakað ... Føroya Pro Vita vil í hesum sambandi heita á landsstýrið og løgtingið um at leggja fram og samtykkja tað lógaruppskotið, sum var á lofti í 1993, og sum er soljóðandi: »Løgtingið samtykkir at gera greiðar reglur fyri fosturdiagnostikki, ið seta bann fyri tí slagi, ið einans hevur til endamáls longu í móðurlívi at velja út tey børn, sum hava álvarsamt brek ella sjúku, til møgu- liga týning, og somuleiðis seta bann fyri diagnost- iskum hátti, sum ber í sær vanda fyri at elva til sjálvkravda misføðing ("spontan abort").« (Løg- tingsmál nr. 136/1993: Reglur fyri fosturdiagno- stikki.) Føroya Pro Vita Ólavur í Mittúni, Klaksvík, Doris Heinesen, Klaksvík, Marna Ellingsgaard, Klaksvík, Peter O. K. Olofson, Klaksvík, Elspa Sørensen, Norðragøta, Sofus Gregersen, Fuglafjørður, Eirikur Skála, Argir. NB: Felagið Javni skal fáa stóra tøkk fyri kærleika teirra til børnini og arbeiði, tey gera fyri tey. Skulu børn verða vrakað? Gloymir tú … at minnast VIÐMERKINGAR Ólavur Hátún Við millumbilum kemur alment fram um, hvussu illa stendur til við førleik- anum at skriva føroyskt. Soleiðis frættist herfyri um kanning, sum vísti, at tey ungu nú á døgum duga illa at stava, eru ráðaleys um bendingarendingar og hava lítið skil fyri, hvussu farast skal um ð-ini. Spurt hevur mangan verið, hvør orsøkin man vera til vánaligu støðuna í skrivligum føroyskum. Ov fáir tímar til lærugreinina í skúlanum, halda fleiri, lær- ararnir eru ikki nóg dugna- ligir og teimum vantar frálærutilfar, siga onnur, og onkur hevur hug at geva næmingunum skyldina. Mær er ongin ivi um, at aðalorsøkin til trupulleikan er skriftmálið sjálvt. Tað hevur alt ov lítið við okkara móðurmál at gera. Ofta er mær runnið í huga dømið, vit í sínari tíð hoyrdu um í sálarfrøði, at um tað er ein upptrektur leikafuglur og ikki ungamamman sjálv, sum rørir seg í nánd, har ungar koma úr eggum, so fara ungarnir at halda seg til manngjørda lutin heldur enn til mammuna. Nakað soleiðis tykir mær tað at vera við okkara skriftmáli, at fólk hava viljað hildið seg til leikafuglin, næstan líka so bæriligur í útsjónd sum íslendska fyrimyndin, í staðin fyri at halda seg til ektaðu mammuna, okkara føroyska mál. Veruleikin er jú tann, at málið er vorðið kroyst inn í ein skrivligan búna, eina miðaldar-brynju, sum tað langt síðan er vaksið frá, og tí hylkir og pínir, sum tað ger. Ikki kann tað bara leggj- ast heiðursmanninum V.U. Hammershaimb til last, at vit komu út í hetta málsliga óføri, tí vitað er, at tað vóru aðrir, filologar á høgum støði sum íslendingurin Jón Sigurðsson, danski pro- fessarin N. M. Petersen og norski søgu- og málfrøð- ingurin P. A. Munch, sum hóast avmarkaðan kunn- leika til og tí lítla virðing fyri okkara máli og viður- skiftum vildu leggja Hammershaimb, ungur á aldri, lag á, hvussu tað mikla mentanartilfar av mannamunnni, sum hann hevði savnað, átti at verða fest á blað. Okkara skrift- mál gjørdist tí eitt mál- søguligt fyribrigdi fyri tey lærdu og ikki nakað fólksins samskiftisamboð. Mikil orrusta hevur verið um hetta evni - ja, so harðligt var stríðið í sínari tíð, at tað skapti óvinskap, voldi klovning í okkara mentanarheimi og enntá beindi fyri vónríka "Før- inga-felag". Tað er tí ikki løgið, at fólk hava ikki hættað sær at taka málið uppaftur til viðgerðar; men nú tá meira enn hundrað ár eru runnin síðan hetta syndarliga eljustríð, og vit hava fingið málstovn við hópin av vælútbúnum fólki, má tíðin vera komin til at endurskoða skriftmálið, tí tað kann ikki framhaldandi vera so, at meginparturin av okkara fólki bara skal yppa øksl og illa hætta sær at festa orð á blað, tí "eg dugi ikki føroyskt". Tað ber til at læra kópar og delfinir at lofta við bóltum og elefantar at standa á einum beini, og tann úrmælti lærarin kann eisini koma væl á leið við teim gløggu næmingunum at læra teir at snúgva sær millum teir mongu fót- onglar, sum liggja í okkara skriftmáli. Men tú kannst díkja so nógv á føroyskt- lærarnar, sum tú vilt, skaffa til vega allmikið av læri- bókatilfari og seta óav- markað tal av til føroyskt á tímatalvuna hjá børnunum, tað at fáa lært at skriva móðurmálið verður verandi ein trupulleiki hjá fjøldini av Føroya fólki, um ikki broyting fæst í. Í 1996 varð pallfundur hildin í Norðurlandahúsin- um í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðan upp- skotið um "Broyting" - ein semja millum viðhaldsfólk hjá Hammershaimb og tey, sum ynsktu eina tillaging móti talaða málinum, sum dr. Jacobsen mælti til - varð lagt fram. Áhugaverdur var fundurin, og fleiri við mær mundu vóna og vænta, at nakað skilagott fór at spyrjast burturúr. Okkurt smávegis endurljóð sást eisini í bløðunum eftir fundin; men tá so for- maðurin í Málnevndini kom við teirri niðurstøðu, at "Best man vera, sum er", stóð fast aftur, og meira varð ikki grett um málið. Mótstøðan móti allari broyting ella tillaging av hesum viðurskiftum tykist byggja á tann ótta, at fert tú at pilka við verandi skrift- mál, er vandi fyri, at alt fellur saman sum korthús. Hesin óttin hevur so aftur støði í teirri sannføring hjá fyrst og fremst omanfyri nevndu útlendingum, at føroyskt skuldi ikki vera nakað veruligt mál, bert niðurslitnar loyvdir eftir av tignarliga fornmálinum og ikki nóg fullfíggjað til kunna standa á egnum beinum. Tí máttu spjálkar leggjast á í skriftmálinum, og leiðin mátti vera tann etymologiska aftur í mið- aldarligu íslandssøgurnar. Men kann tað vera rætt bara at taka tíðarbilið um 12. og 13. øld, tá hesar fornsøgur vórðu festar á blað, burtur úr málsøguni og siga, at har hava vit okk- ara málsliga støði? Hvat mundi Gøtu-Tróndur sagt um málburðin hjá Snorra Sturlasyni? Á Tróndar og Sigmundar døgum talaðu bæði føroyingar og íslend- ingar øðrvísi enn hesi 2- 300 árini seinni. Lat okkum hyggja at orðaljóðinum á yngra Jellinge-steininum í Jyllandi um ár 985, sama mundið sum Føroyinga- søgu-tíðin, tá danir, sviar, norðmenn, føroyingar og íslendingar tosaðu mest- sum sama mál: : haraltr : kununkR : baþ : kaurua kubl : þausi : aft : kurm faþur sin auk aft : þaurui : muþur : sina : sa haraltr : ias saR . uan . tanmaurk ala . auk . nuruiak. auk . tani karþi kristna ( "Haraldur kongur beyð gera henda minnisvarða eftir faðir sín Gorm og móður sýna Týru, tann Haraldur, sum vann sær ræði á allari Danmørk og Noregi og gjørdi danir kristnar"). Hetta er jú held- ur øðrvísi málburður enn tann fornnorrøni í íslands- søgunum, og soleiðis kundi verið hildið á at leitað eftir málsliga upprunanum - heilt aftur til Adam og Evu, um tað hevði ligið fyri. Øll mál broyta seg við tíðini, og er orsøkin ikki týnandi ávirkan uttanífrá, men heldur tað, at málið av egnum ávum lagar seg eftir samfelagsrákinum, er ikki talan um afturstig. Lat okkum taka eitt svenskt dømi úr miðøld ( um 1300 - um somu tíð, sum "Seyða- brævið" okkara varð skriv- að): Fyrsti laghmaþer var Lumbär, oc af hanum äru Lums lagh calläð, fore þy at han sighs hawä huxät oc gört en mykin lot af laghum warum ... Han war heðen. ( "Fyrsti løgmaður var Lummur, og eftir honum er Lums lóg kallað, av tí at hann sigst hava hugsað og gjørt ein stóran part / miklan lut / av okkara lógum ... Hann var heiðin "). Hetta dømið vísir, hvussu langt nútíðarsvenskt er komið burtur frá fornmálinum - hetta kundi jú eins væl verið gamalt føroyskt. Neyvan nakar svenskur málfrøðingur man meta hesa málsligu broyt- ing sum eina afturgongd. Gevið gætur, at sviar tá høvdu bæði þ og og ð í teirra skriftmáli. Av hesum báðum er þ-ið tað fornara, er longu at finna sum rúnu- stavur, sum sæst á fyrra døminum. Tá nú okkara skriftmál skuldi hava tørv á at gerast pyntiligt, vera "tækkeligt af udseende", sum Hammershaimb tekur til í innganginum til anto- logiina, so mátti tað verið so lagamanni at fingið eisini þ-ið við inn í rætt- skrivingina. Hugsið þykk- um, hvussu þekkiligur þáttur það hevði verið í okkara skriftmáli eisini at kunnað skrivað þ! Tá var bara at greitt frá, at t-ljóðið hjá okkum stundum var at skriva við t og stundum við þ á sama hátt sum við a ella æ, i ella y, í ella ý, dn ella rn, dl ella ll fyri ikki um at tala, at tað stundum er týdningarmikið at skriva ð, meðan sami orðaformur stundum ikki má hava ð. "Uttan kvæðini, Svabo og Hammershaimb hevði verið illa statt við føroysk- um í dag", hoyrir tú mang- an. Nei, hatta haldi eg ikki. Mín sannføring er, at málsliga samskifti her á landi í bø og í haga, á floti, undir húsaveggum og innadura í roykstovum hevur verið líka so ríkt og tignarligt upp gjøgnum øldirnar sum eitt nú á íslendskum bóndagørðum. Sagnirnar vísa tað og somuleiðis kvæðini, sum so eyðsýnt hava lagað seg eftir málmenningini hesi fimm- sekshundrað árini, vit hava havt egið mál. Áhugavert er at lesa eina endurgeving í bókmentasøgu Christians Matras úr kvæðabindi hjá Napoleon Nolsøe, skrivað í 1840, sum hann kallaði "Qväabók um fodna Manna Rojsnir frå fisti Findartui". Matras endurgevur brotið við nútíðar stavseting: "Tað má vissarliga haldast fyri eitt tekin, sum valla finnst makin til, at øll tann mongd av táttum og kvæðum, sum finnst her á landi, kunnu hava hildið so væl í so mong hundrað ár, tó at tey ongatíð hava verið upp- skrivað. Líkaleiðis hevur tað gingið við okkara føroysku tungu; hon hevur hildið seg higar til dags ... rein og óblandað ..., tó at tann danska tunga hevur verið okkum páskotrað í meira enn 400 ár ...". Ikki hevði hann tikið soleiðis til orða, um málsliga støðan var so vánalig, sum Svabo fimti ár frammanundan gramdi seg um. Sjálvur hevur Hammers- haimb fynduga málburð føroyinga á orði í fyrr- nevnda inngangi, og í hesum sambandi kann frá seinni tíð eisini endurgevast t.d. úr ævisøgubrotum hjá Jákupi Dahl, prósti um, tá sumbingar komu til handils í Vági: "...Tíðindafróðir vóru teir, hart og treystligt og klingandi talaðu teir, ... og væl sótu orðini ...". Hans Iversen, sáli, sum sjálvur var úrmælingur at taka til orðanna og varð sagdur at vera tann orðfimasti mill- um løgtingsmenn, fortaldi einaferð, hvussu hugtikin hann kundi sita og lýða á teir gomlu kollfirðingarnar, so væl teir dugdu at mál- bera seg. Og sig so at lesa bókmentir t.d. hjá Heðini Brú og Sigurði Joensen, har niðurarvaða bygdamálið ríkt og mergjað kemur prýðiliga sjóndar. Jú, saktans hevði okkara móðurmál havt uppiborið ein skrivligan búna, ið betri hóvaði til málsliga veru- leikan. ( Meira ) At skriva føroyskt – Vit eiga at áseta lógarkrav um nýtslu av vetrardekkum, heldur Fríðrikur Bláhamar, sum heitir á løgting og landsstýrið um at taka málið upp FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Tað er ikki rætt vorðið, at vit púra lógliga kunnu koyra við bili, sum er skøddur við summar- dekkum, í slíkum kava- veðri, vit hava havt sein- astu dagarnar. Hetta sigur Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Super- dekk í Havn. Hann hevur sent bræv til løgtings- og lands- stýrismenn, har hann ger vart við hesi viðurskifti. – Dekkini eru tey, ið hava sambandið við veg- in, tá ið tað snýr seg um at hava fótafesti og koyra trygt.Tí nyttar tað lítið, at vegirnir og bilarnir eru góðir og tryggir, um ikki dekkini eru í lagi, sigur hann. Fríðrikur Bláhamar heldur, at krøvini til dekk sum eru, eru alt ov lin. Hann heldur, at færri ferðsluóhapp kundi ver- ið, um bilarnir høvdu røttu dekkini. – Hetta vita vit eisini frá kanningum uttan- lands, sigur hann. Í Føroyum er lógar- ásetta kravið, at tað skal vera »dekk á øllum hjól- um við mynsturdýpd í minsta lagið 1,6 mm á bili til í mesta lagi 9 per- sónar og bili við loyvdari heildarvekt uppá í mesta lagi 3.500 kr. Á øðrum bilum skal mynstur- dýpdin vera í minta lgi 1 mm.« – Í øðrum londum er kravið nógv meira út- greinað, serstakliga í londunum á okkara breiddarstigi, har koyri- líkindini eru nógv verri enn í Danmark, serliga um veturin, heldur Fríð- rikkur Bláhamar. Hann heldur,at trupul- leikin er møguliga, at vit í Føroyum kopiera lógir, ið ikki hóska til føroysk viðurskifti. – Í Danmark er einki krav um, at tú um veturin skalt koyra við vetrar- dekkum, tí har eru góð koyrilíkindi so at siga alt árið, heldur Fríðrikur Bláhamar. Í Noreg, Svøríki og Finnlandi hinvegin, ið veg- og veðurliga eru lík- ara okkum, eru krøvini øðrvísi. – Í Svøríki og Finn- landi skal tú nýta vetrar- dekk, og í Noreg skalt tú nýta kavaketur ella vet- rardekk. Í øllum trimum londunum skulu vetrar- dekkini hava eina mynst- urdýpd við í minsta lagi 3 mm. Í Eysturríki er kravið til mynsturdýpd á vetrardekkum í minsta lagi 4 mm, sigur Fríð- rikur Bláhamar, dekk- sølumaður í Havn, sum heitir á landsins kosnu menn og kvinnur um at broyta hesar ásetingar, ferðslutrygdini at frama. Eiga at seta lógarkrav um vetrardekk – Vit áttu at havt krav um, bilar vóru skøddir í hálku, heldur Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Superdekk í Havn Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 11 10