Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 40 - 27. februar 2004 Nr. 40 - 27. februar 2004 13 At tað loksins eydn- aðist Norðoya Sam- bandsfelag at fáa landsstýrismann, læt felagið ikki fara still- isliga afturvið borð- inum. Mikukvøldið var móttøka í Skálan- um í Klaksvík, har hópin av fólkið kom inn á gólvið at heilsa nýggja landsstýris- mannin við fiski- vinnumálum, Bjørn Kalsø MÓTTØKA Myndir: Bárður Lydersen Orð: Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Tað var ein fegin mann- fjøld, ið var samankomin í Skálanum í Klaksvík miku- kvøldið at heilsa nýggja landsstýrismanninum, Bjørn Kalsø. Ikki kann sigast annað enn, at Sambandsflokkurin seinastu vikurnar hevur verið fyri hørðum ákoyr- ingum, sum tó eina mest hava gingið út yvir Jóhan Dahl og familju hansara. Men lívið má halda fram og hesaferð var høvið ein hátíðar- og gleðisløta fyri norðoyingar. Tað var Norðoya Sam- bandsfelag, sum var vertur við móttøkuna, har bæði høg og lág, stór og smá, út- við 300 í tali, høvdu leitað sær inn á gólvið. Hýrurin var góður og fólk veruliga frøddust um, at norðingar høvdu fingið landsstýrismannin við fiskivinnumálum. Nógvar røður vóru hildn- ar og týðiliga kom fram, at Bjørn Kalsø er sera væl umtóktur maður. Fólk úr øllum politisku flokkunum heilsaðu honum og bóru honum góðynski við á veg- num. Eins deyð annans breyð Bjørn og konan Hennebeth tóku hjartaliga móti mongu gestunum Norðoya Sambandsfelag var vertur við móttøkuna, har bæði høg og lág, stór og smá, høvdu leitað sær inn á gólvið Systirin Gloria, gjørdist tíðliga sum mamma fyri Bjørn, ið bert var 5 ára gamal, tá mamma teirra doyði. Bjørn var bert ein tannáringur, tá hann eisini misti pápan og festi garðin eftir hann Tað var ein glaður, men sera lítillátin landsstýrismaður, sum tók móti mongu gestunum og góðynskjunum, sum bornar vóru honum hátíðarløtuna mikukvøldið Útvið 300 fólk høvdu leitað sær í Skálan at heilsa nýggja landsstýrismanninum við fiskivinnumálum. Bjørn Kalsø takkaði fyri og fegnaðist um heiðurin, sum vístur varð honum Høvdingar hittast. John William Joensen og Alfred Olsen eru so hjartansfegnir, nú sjógvarnir hava lagt seg Millum røðararnar var Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol. - Hevur tú brúk fyri okkum á Garðavegum, ert tú vælkomin inn á gólvið. Vit hava brúk fyri tær, segði hann í røðuni til landsstýrismannin við fiskivinnumálum NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 27. februar. Leander, deyður umleið ár 600. Biskupur í Sevilla; harður mótstøðumaður av ariansku ranglæruni. Grikst navn, samansett av orðum, ið merkja gleði og menskur. Aftara rað: f.v. Katrin Mortensen, Tvøroyri, Elinborg Joensen, Oyndarfjørður, Torgerð Olsen, Hvalba, Eileen Djurhuus, Vest- manna, Else Mortensen, Tórshavn, Poula Poulsen, lærari, Kristina Nolsøe, Dalur, Margith Niclasen, Klaksvík, Marjun av Stein- um Eikholm, Hvalvík, Asta Vágadal, Sandavágur. Fremra rað: f.v. Pallfríða Danielsen, Skála, Essemia Vang, Hvalba, Heidi Olsen, Vestmanna, Marjun Sivertsen, Tórshavn, Ragna Skylv Reinert, Tórshavn, Mariann Eldevig, Fuglafjørður, Gunnvá Nielsen, Vestmanna, Durid Stakkslíð, Tórshavn. Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1974 Í dag, fríggjadagin 27. februar, fyllir Torkil Beder, fyrrverandi prestur, í Fuglafirði 80 ár. Torkil er ættaður úr Vági, foreldrini vóru Ingeborg, f. Thomasen, og Poul Johann- es Beder, bæði úr Vági. Pápin var skipari og átti sluppina Harry sum fórst í 1941. Sum 13 ára gamal gjør- dist Torkil álvarsliga sjúkur í lungunum. Pauli Dahl, sum var yvirlækni á hospit- alinum í Havn, segði for- eldrunum, at um hann skuldi yvirliva varð neyð- ugt við eini skurðviðgerð uttan doyving, tí hann var ov veikur til at blíva doyvd- ur. Hetta bleiv so gjørt, og Torkil kom væl fyri seg aftur. Torkil hevði annars ætlað at verði sjómaður eins og pápin, men tað helt hann seg ikki hava nóg góða heilsu til. Hann varð liðugur við realskúlan í 1941. Eftir tað fór hann til Havnar at ganga í studentaskúla og tók prógv í 1944. Hann var vikarur við skúlan í Vági í eitt ár, til hann í 1945 fór til Danmarkar at lesa teologi við Københavns Universi- tet. Meðan hann las, arbeiddi hann á bananfyritøkuni »Kirkeby« við lossing og sortering av bananum. Hann spældi eisini fótbólt við »Ítróttarfelagnum Før- oyar« saman øðrum føroy- ingum, sum lærdu í Keyp- mannahavn. Í januar 1954 varð hann útbúgvin sum prestur. Eftir tað gekk hann á Pastural- seminarium í fýra mánaðir, áðrenn hann kom heim aft- ur til Føroya. Hann var prestur á Viðar- eiði frá august 1954 til jóla í 1956, tá hann varð settur sum prestur í Fuglafirði. Hetta starv røkti hann so, til hann legði frá sær í 1989, 64 ára gamal. Torkil var nevndarlimur í ítróttarfalagnum ÍF í Fuglafirði frá 1977-81. Í 1995 gav hann, saman við Erlingi Poulsen, út bók- ina »Mangt er millum himmal og jørð«, sum er um ymiskar áhugaverdar frásagnir og hendingar, teir høvdu upplivað. Torkil giftist í 1949, í Vágs kirkju, við Ingu, f. Midjord, úr Vági. Tey eiga fýra børn: Páll, sum býr á Argjum, Tordis og Heina sum búgva í Fuglafirði og Johan, sum býr á Kambs- dali. Inga og Torkil eiga 11 ommu-og abbabørn. Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni. Torkil Beder 80 ár Fyri 30 árum síðan: Prógv sum sjúkrasystrar í 1974 26. februar 1974 var próvtøka í Landssjúkrahúsinum har hesar 18 sjúkrasystrarnar fingu prógv C M Y K 13 12