fríggjadagur 27. februar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 27. februar 2004
15
Elisabeth Hansen er hin
besta í bólkinum av hesum
seks.
Ringast heldur hann hin
grønlenska Kristian Olsen
Aaju við savninum »Orde-
nes land«, hvørs bók »ikke
er værd at kommentere«.
Men hann er eisini sera
firtin um savnið hjá Jóanes
Nielsen, ið er: »…naivt, til-
bageskuende, hyggeligt og
enfoldigt«. Eg eri kki
samdur við honum, og
haldi at savnið hjá Jóanesi
ikki er so vánaligt sum
hann vil vera við. Mest
ósamdur er eg við Lyngsø
tá hann sigur, at íslenska
Ingibjörg Haraldsdóttirsa
savn »Vart än det bär« er
naivt og keðiligt. Ummæl-
arin vrakar søvnini úr Før-
oyum, Grønlandi og úr Ìs-
landi sum ein annar yvir-
listadómari. Eg havi bert
lisið brot úr grønlenska
savninum og tað ljóðar
óluksáligani vánaligt, so
har hevur hann helst púra
rætt. Savnið hjá Jóanesi er
ikki tað besta frá hansara
hond. Men eg haldi, at
íslenska Ingibjörg Haralds-
dóttir fær eina vána við-
gerð. Savnið hjá henni er
eitt av teim bestu eg havi
lisið í 2003. Hesar yrkingar
kunnu tykjast einklar og
abstraktar, men stóra máls-
liga distansan boðar ein
intensitet og ein fínan form
fyri pathos og melankoli.
Hetta er yrkjari, ið hevur
týtt stórar yrkjarar sum
Anna Akhmatova, Thomas
Tranströmer og er skyld við
stórar íslenskar modernist-
ar sum Sigfus Dadason,
Hannes Sigfusson og ann-
ars við Rilke og Celan-
kenda málinum og formin-
um er hon ein góður mod-
ernaður yrkjari.
Tað harmar meg at hin
mangan
so
skilagóði
Lyngsø ger sær so lítlan
ómak sum yrkingarum-
mælari, at hann vil saman-
bera seks ymiskar yrkjarar í
einum lítlum ummæli, at
hann ikki hevur verulig
argument fyri tí hann sigur
annað enn at Føroyar er
eins lítið fólkað øki sum
Ballerup uttan fyri Keyp-
mannahavn.
Hetta
er
absurd, eins og tað er at
samanbera Danmark við
Detroid ella Salt Lake City,
tí fólkatalið kanska er tað
sama. Ísland samanber
hann við Århus. Men sum
hann tekur feil. Einar Már
Gudmundsson tók til um
hetta, at »Stillet over for
ånden er nationer hverken
små eller store, og de
største kulturelle bedrifter
er tit blevet udført fjernt fra
de egne, som regnes for jor-
dens midte og verdens
navle(…) Enhver tale om
store nationer og små natio-
ner, randområder, verdens-
hjørner, provinskultur og
andet i samme dur er derfor
først og fremmest udtryk
for de herskende magt-
relationer.« Menniskja livir
á einari rundari gongu-
stjørnu og miðan er har
sum menniskja er, tí menn-
iskja er miðan á jørðini,
sigur Einar Már.
Millum avantgard-
ismu og meiri sið-
bundna realismu
Í norðurlenskum bókment-
um er ikki nøkur serlig
semja í løtuni. Torført er at
hugsa sær eina tíð tá øll
vóru samd, tí altíð er munur
á høvundum. Ibsen og
Brandes
bardust
báðir
longu móti helmingin av
tíðarinnar romantisku estet-
um. Í løtuni er ofta kjak um
realismu, avantgardurørslur
og postmodernismu, ið alt-
íð endar sum eitt kjak um at
skriva ein tápuliga samtíð-
arskaldsøgu ella eina ævi-
søgu. Bókmentablaðstjórin
á Berlingske Tidende Nils
Gunder Hansen skrivaði
herfyri um bøkur, ið skuldu
kappast á danska bóka-
marknaðinum um bóka-
prísin
millum
lesarar.
Helvtin av hesum bókum
vóru ævisøgur um t.d. H.C.
Andersen, Henrik Stange-
rup og ein um danskan utt-
anríkispolitik. Restin eru
bert søguligar skaldsøgur,
ið eru sera vælumtøktar
millum fólk, meðan kritik-
arar mangan dáma tær lítið.
Fólkið lesur um siðsøgu og
ævisøgur, meðan tær meiri
smølu bókmentirnar klára
seg illani á marknaðinum.
Men hetta kemur eisini av
at modernisman endaði
sum ein myrk og fragment-
era anæmisk og anorektisk
stuttprosa. Høvdu fólk ikki
vent sær frá tí fínaru avant-
garduni fyrr komu tey at
gera tað seinni. Í Føroyum
kann man spyrja hvør tímir
at lesa Carl Johan Jensensa
bøkur, ella textir og ævigu
ropini hjá Tórodda, ið tvær
ferð um árið kunnger, at
hann hevur skriðað sær í
afturpartinum? Samstundis
kom filmurin veruligani at
gerast tað sum fólk tosa um
og nærum hin fyrsta og
fremsta listagreinin, ið just
tordi at endurtaka eina
stóra episka traditión, ið vit
í Norðanlondum kenna frá
t.d.
William
Heinesen,
Halldór Laxness og Knut
Hamsun. Filmurin kann og
torir at taka støði í einum
vanligum dagligdagi, á
bygd og í bý, einum nútíð-
arveruleika, sum modern-
aðir
bókmentafrøðingar
sum Alain Robbe- Grillet
og Roland Bartes hava
roynt av avlíva, eins og
Jean Paul Satre meintu
hesir, at ein modernaða
skaldsøga skal (skal hon
vera »fín«) vera ein anti-
skaldsøga. Hetta hámod-
ernistiska
svartskygni,
síggja vit nú góð fjøruti ár
eftir hetta, hevði eina ávísa
ávirkan. Skaldsøgur verða
skrivaðar, men antin leggja
tær sjógv millum formin og
lesaran ella royna tær at
tekkjast lesarinum ov nógv
og ov týðuligt.
Í hinum endanum á norð-
urlenskum
bókmentum
hava vit sum sakt avant-
gardubókmentir, anti-rom-
anir, textir og avantgardu-
kritikarar sum t.d. Lars
Bukdal sum er limur í bók-
mentafelaginum Øverste
Kirurgiske. Her er ein
óendalig eksperimentering.
Einki er heilagt her. Húsa-
yrkjarar her eru Per Høj-
holdt, Simon Grotrian, Kat-
rine Marie Guldager, Ursu-
la Andkjær Olsen o.s.fr.
Tað er kanska ikki so løgið,
at fólk sum Per Højholdt
ikke vera innstillaði ella
vinna slíkar virðislønir, so-
leiðis sæð er henda virðis-
løn kanska meiri konserva-
tiv. Í Øverste Kirurgiske
ella Ø.K. eru bókmentir
meiri ein spurningur um
stand-up komik, sum man
sær hjá Jens Blendstrup,
T.S. Høeg, Asger Schnack.
Ø.K. hevur roynt at gjørt av
við álvaran í bókmentum
frá
áttatiárunum,
men
mangan er lítið góðs í hes-
um dadaistisku og post-
modernistisku provokatør-
um. Tóroddur átti kanska at
søkt um upptøku sum skjót-
ast.
Í ár eru nógv góð
nøvn
William Heinesen fekk
hesa virðisløn, sum ein av
teim fyrstu í Norðan-
londum fyri skaldsøguna
»Det gode håb«, men varð
noyddur at deila virðisløn-
ina við Oluf Lagercrantz í
1965. Seinni hevur Rói Pat-
ursson fingi hesa í 1986
fyri
modernaða
savnið
»Líkasum«, sum enn er ein
nýklassikari innan føroyska
yrking. Tá William fekk
hesa
virðisløn
skrivaði
hann eitt telegram til ein av
nevndarlimunum:
»Eg
takki tær av mínum hálva
hjartað«. Kanska William
ikki var so nøgdur við at
skula deila hendan heiður.
Men hin vegin kunnu vit
siga, at Lagercrantz er ein
stór ond í norðurlenskum
høpi. Læs herfyri bókina
hjá honum kallað: »Om
konsten
att
läsa
och
skriva«, har hann tók til,
nakað sum enski yrkjarin
Samuel Butler hevði sakt,
spyr teg sjálvan hvønn
týdning tað tú skrivar hevur
um hundrað ár. Eitt annað
ráð er at lesa hart fyri teg
sjálvan, týðuligt og spaku-
ligt. Tá sært tú hvar tekstur-
in hevur sínar veikleikar.
Tey størru londini
vinna oftari
»Norðurlenskar mentanar-
gjáir eru djúpari enn Kalve-
boderne og grynri enn
Philippinaragrøvin. Ama-
tørar og professionel berj-
ast um rættin til ríkið. Góði
viljin og kritiskur sansur
eru ikki altíð í familju«
Torben Brostrøm
Søgan hjá hesi virðisløn er
hon, at veikleikar verða
mangan sæddir, og at flog-
vit fáa hesa virðisløn. Fara
vit aftur í søguna hjá hesi
nógv umrøddu virðisløn, so
hevur Danmark vunnið 8
ferð tey seinastu 41 árini,
seinast Henrik Nordbrandt,
Pia Tafdrup, Dorrit Wil-
lumsen, Peter Seeberg.
Longur afturi hava Villy
Sørensen, Thorkild Hansen
og Klaus Rifbjerg eisini
vunnið. Svøríki hevur fing-
ið hesa virðisløn flestar
ferðir, bæði fyrstu ferð í
1962 tá Eyvind Johnson
fekk hana og í 2003 tá Eva
Ström fekk hana. Millum
1962 og 2003 hava sviar
fingið hana 12 ferðir. Kend
nøvn sum Gunnar Ekelöf,
Per Olov Enquist, Tomas
Tranströmer og Kerstin Ek-
man eru nærum sjálvskriv-
aði.
Noreg hevur vunnið virð-
islønina 8 ferð eins og Dan-
mark. Eftir eru so 13 virð-
islønir sum Finland, Ìsland,
Føroyar, Grønland kunnu
berjast um. 7 av hesum
virðislønum eru finnar
farnir við. Ísland við 4 prís-
um og tvær til Føroyar, og
tá fekk William bert eina
hálva virðisløn. Grønland
hevur ongantíð gjørt seg
galdandi enn. Saman um
tikið eru tað tey stóru
Norðurlensku londini sum
vinna oftari enn tey heilt
smáu. Tað vil so vera, tað er
helst longri millum eina
góða bók úr Føroyum og
Íslandi enn úr t.d. Svøríki.
Norðurlond líkjast
men bókmentir eru
ymiskar
»…torført er at vera rætt-
vísur, tí málsligar avmark-
ingar minka um gleðina við
tí norðurlenska. Hvussu
nógv skilja grønlenskt, ísl-
enskt, føroyskt, finskt, tá
vit nú mutla um felagsnorð-
urlenska tungu.«
Torben Brostrøm
Hetta er fjórða ferð Jóanes
er útnevndur. Í føroysku
nevndini fyri Norðurlanda
Ráðsins Bókmentavirðisløn
sita í løtuni lektarin og
mag.art Jógvan Isaksen,
lektarin og mag.art. Turið
Sigurðardóttir og rithøv-
undin og týðarin Ebba
Hentze.
Vit kunnu bert vóna, at
tað gongur Jóanesi væl
framyvir, og at Føroyar
koma at menna seg innan
yrking og prosa. Mangan
haldi eg, at fólk í Føroyum
mest
munnhøggast
og
øvunda teim sum royna
seg. Eg haldi, at tað er stóra
æru vert at vit hava fínar
yrkjarar sum Jóanes og
onnur í Føroyum, men
áhugavert er sjálvandi at
síggja, hvat onnur meina
um okkara heimligu yrkjar-
ar og høvundar í norður-
lenskum høpi.
:
Kim Simonsen er als ikki samdur við ummælaranum hjá Politiken, Niels Lyngsø, tá hann sigur um yrkingasavnið hjá Jóanes
Nielsen, at tað er »…naivt, tilbageskuende, hyggeligt og enfoldigt«. – Savnið hjá Jóanesi ikki er so vánaligt, sum hann vil vera við,
sigur Kim Simonsen
15
14
Nr. 40 - 27. februar 2004
»Ein av teim goðu
mátunum at merkja
pulsin á norður-
lensku samtíðini er at
líta at bókmentunum.
Tí her fær man svar
upp á, hvussu vit
hugsa og, hvat vit
gera. Bókmentir eru
tó ikki bert ein spegil
av okkum sjálvum, tí
tær kunnu nakað sum
er heilt serstakt.«
Torben Brostrøm 1990
Kim Simonsen
Nú skal vinnarin av Norð-
urlanda
Ráðsins
Bók-
mentavirðisløn 2004 finn-
ast. Fyri Føroyar í ár er
Jóanes Nielsen útnevndur
fyri savnið: »Brúgvar av
svongum orðum«, ið kom
út í 2003. Í ár eru seks yrk-
ingasøvn og seks skaldsøg-
ur útnevndar í kappingini
um tær 350.000 krónurnar
og stóra heiðurin, ið kemur
við hesi virðisløn, ið føroy-
ingar bert hava vunnið tvær
ferð í tey 42 árini, sum
virðislønin hevur verið
handað. Fríggjadagin verð-
ur vinnarin almannakunn-
gjørdur á Christansborg á
tíðindafundi.
Einar Már Gudmundsson
tók til í 1990, hetta langt
áðrenn hann sjálvur í 1996
vann hesa virðisløn, at um
allan heimin biða børn tey
vaksnu siga frá søgum, tí
menniskjans hugur at hoyra
søgur kann ongantíð mett-
ast. Halldór Laxness tók
eisini til, at tað at siga frá
søgum er einki mótafyri-
brigdi, men liggur djúpt í
menniskjans náttúru. Í søg-
uni varðveitir menniskjan
minnið og broytir hending-
ar til søgur og fakta til
fiktión, soleiðis at fortíðin
er saman við okkum í
nútíðini. »Øll tíð er samtíð«
tók T. S. Elliot til. Einki er
meiri internationalt enn at
skriva, at siga frá og tí eiga
øll fólk á jørð allar bók-
mentir. Eingin eigur t. d.
søgnir úr Ìslandi, ella tað
sum Shakespeare skrivaði.
Tó hava ymisk øki teirra
lokalu mátar at tulka heim-
in. Tí betur er munur á t. d.
norðurlenskum høvundum
sum H.C. Andersen, Willi-
am Heinesen, Tomas Tran-
strömer og Snorra Sturlu-
syni, tí munur er á londum,
siðum og á tí tíð hesi livdu
í, men tó er søguligi mun-
urin á t.d. Snorra og Einari
Már Gudmundsson ikki so
stórur sum man heldur.
Munurin á William Heine-
sen og donskum salmistum
sum Kingo kann virka øgi-
ligur, men er minni enn
fyrsta eygnabráðið letur
vita. Og høvundar sum
August Strindberg, Knut
Hamsun, Tom Kristensen
og Halldór Laxness eru
allir skildir við aðrar
høvundar, og okkara tíðar
høvundar sum oftast skildir
við hesar. Tað er sum Einar
Már Gudmundsson tók til,
at hugflog og realisma eru
tvær síður av somu søk. Ein
realisma uttan hugflog er
fløt og reint hugflog uttan
realismu er bert møsn.
Kappingin er sum
vant hørð
Í ár eru seks skaldsøgur út-
valdar. Úr Noreg kemur
Roy Jacobsen við »Frost«.
Úr Svøríki Kari Hotakai-
nen við »Löpgrasvägen« og
Steve Sem Sandberg við
»Ravensbrück«. Úr Dan-
mark er tað Vibeke Grøn-
dahlsa »Det nye«. Úr Fin-
landi »Eriks Bog« eftir
Lars Sund og úr Íslandi er
tað skaldsøgan hjá Jón Kal-
man Stefánsson »Lite av
varje om jättetallar och
tid«. Ummælarin hjá Ber-
linske Tidende heldur at tað
eru sera stórur góðskumun-
ur á hesum skaldsøgum.
Hann spyr polemiskt, um
tað hevur verið nøkur tíð,
har fólk hava verið minni
áhugaði í hvørjum øðrum í
Norðanlondum enn júst
nú? Hetta heldur hann tó
vera sera tápuligt og ímóti
okkara veruligu náttúru.
Serligani dámar honum væl
skaldsøguna hjá norska
Roy Jacobsen »Frost«, ið er
ein søgulig skaldsøga frá
árinum 933. Jens Andersen
heldur eisini at skaldsøgan
hjá finska Kari Hotakai-
nens og svenska skaldsøg-
an hjá Steve Sem-Sandberg
»Ravensbrück« eru góðar.
Honum dámar tó ikki
donsku Vibeke Grønfeldt,
Lars Sund og ringaastu
bókina metir hann bókina
frá Íslandi hjá Jón Kalmar
Stefánsson vera.
Í ár eru eisini seks yrk-
ingasøvn útvald. Tey eru
eisini sera ymisk. Ummæl-
arin hjá Politiken Niels
Lyngsø, ið sjálvur er ein
(ikki serligani góður) yrkj-
ari, helt at trý av hesum
søvnum vóru góð meðan
hini trý vóru vánalig. Hon-
um dámar best norsku
Inger Elisabeth Hansen,
danska Peter Nielsen og
svensku Kristina Lugn. Eg
ivist ikki í at hesi er nøkun-
lunda góð, Peter Nielsen
sigur mær tó ikki so nógv.
Lyngsø heldur, at Inger
Norðurlandaráðsins Bókmentavirðisløn verður handað:
– Tankar um eina virðisløn
og um bókmentir
C
M
Y
K
14