fríggjadagur 27. februar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ólavur Olsen solistur á
komandi várkonsertini
hjá FSO. Spæld verða
verk av Aron Copland,
Bela Bartok, Arutjunian
og Dvorak. Konsertin
verður í Norðurlanda-
húsinum sunnudagin
21. mars klokkan 1600.
Dirigentur:
Bernhard Wilkinson
Sunnudagin 21. mars hevur
Føroya Symfoniorkestur
sína árligu várkonsert.
Henda konsertin er tann
57. í røðini av konsertum.
Skráin hesaferð er sera
fjølbroytt. Byrjað verður við
einum verki eftir ameri-
kanska komponistin Aron
Copland. Tað er Fanfare for
the Common Man, og er
skrivað undir 2. heimsbar-
daga sum ein “cadeau” til
vanliga hermannin. Hetta
verkið er fyri brass og per-
cussion; stutt, bert einar 4
minuttir og er upprunaliga
burtur úr hansara 3. sym-
foni, men verður sera ofta
spælt sum ein sjálvstøðug
eind.
Annað verkið er ein Trom-
petkonsert. Havnardrong-
urin, Ólavur Olsen, sum í
summar var liðugt útbúgvin
sum trompetistur frá
konservatoriinum í Århus,
verður solistur í einum sera
áhugaverdum verki av ar-
menska komponistinum
Alexander Grigori Arutju-
nian. Hetta verður fyrsta
stóra almenna framførsla
hansara við einum symfoni-
orkestri. Hetta er krevjandi
tekniskt verk, sum í sær
ber ymisk stílsløg, so sum
spenna frá jazz til roman-
tisk løg, við sera breiðum
akkordum í blásarunum; so
hóast hetta er verk, tóna-
sett mitt í seinastu øld, so
hevur tað í sær lagadám,
sum eins væl kundi verið
frá fyrrverandi øldum.
Triðja verkið er Rumen-
skir fólkadansir eftir ungar-
ska tónasetaran Bela Bar-
tok (1881-1945) Bartok er
– umframt at hann var
komponistur og frálíkur
pianistur – kendur sum
tann stóri savnarin av ung-
arskum fólkatónleiki; og
nógv av hansara verkum
eru ávirkaði av hesum arb-
eiði. Hann royndi við hesi
gransking at finna fram til
tann upprunaliga ungarsk-
rumenska tónleikin, og sig-
ur, at tann meira roman-
tiski ungarski sigoynara-
musikksurin, sum Liszt
metti sum tann uppruna-
liga, als ikki var tað. Hann
sigur, at sigoynaramusikk-
urin er sprottin úr heilt
øðrum umhvørvi. Bartok
hevur savnað ikki færri enn
6000 ymisk løg úr økinum
har eysturi, eisini fram við
Svartahavinum. Verkið, sum
FSO fer at framføra, hevur
fýra stuttar satsar.
Eftir steðgin kemur sym-
foni nr. 8 í G-dur eftir An-
tonin Dvorak (1841-1904)
Dvorak er tjekki, føddur í
einum lítlari bygd í Böh-
men. Hann er ein sannur
melodikari, sigur kendi
musikkummælarin Kretsch-
mer, og sammetir hann
Dvorak við Franz Schubert.
Henda áttanda symfoniin av
Dvorak var ikki so kend, og
metir onkur orsøkina vera,
at hon upprunaliga var út-
givin av einum enskum for-
lag og ikki av einum konti-
nentalum.
Um hesa symfoniina sig-
ur áðurnevndi Kretschmer
m. a., at hon ikki hevur ein
so typiskan symfoniskan
bygnað, men kann kanska
heldur metast sum ein
“rapsodisk suita”.
Fyrsti satsur byrjar við
einum heldur tunglyntum
lag í g-moll. Høvuðsleiklutin
hevur eitt G-dur tema, sum
byrjar í floytuni, og undir
liðini av hesum kemur eitt
týdningarmikið marsjmotiv.
Annar satsur verður mett-
ur sum tann mest uppruna-
ligi í symfoniini. “Hátíðarlig-
ur kirkjutónleikur, serenad-
ur, reystur marsjljómur úr
firruni – púra ymisk evni
eru her sera heppiliga sett
saman”, heldur nevndi
ummælarin fram. Triðji
satsur hevur valsikent stev
og við tí serliga melodiska
søtleika, sum Dvorak dugir
so meistarliga væl; sipar til
hansara slavisku dansir.
Upp ímóti hesum heldur
tunglynta lagadámi eru teir
glaðaru tónarnir í trioini og
tann sprækna codain. Final-
an byrjar við eini trompet-
solo, sum kundi fingið ein
at hugsað um trompetsig-
nal frá eini hermannalegu;
síðani heldur satsuirn fram
sum ein variasjón yvir
tema, sum er í ætt við høv-
uðstemaið í fyrsta satsi.
NORÐURLANDAHÚSIÐ TILTØK MARS 2004
TILTØK MARS 2004
• Listaframsýning við grafiskari list hjá Ase Bømler er í
húsinum frá 06. mars til 18. apríl
• Listaframsýning við listamanninum Lennart Iverus er í
húsinum frá 06. mars til 18. apríl
• Framsýningin “Veiðimentan” er á Bryggen í
Keypmannhavn til og við 12. apríl 2004
Leygardagur 6. mars
Kl. 15.00 Framsýning (FO)
Størri grafisk verk hjá listakvinnuni Aase Bømler
letur upp í Klingruni.
Kl. 15.30 Framsýning (SE)
hjá listamanninum Lennart Iverus letur upp í Dansi-
stovuni við tekningum og málningalist.
Mánadagur 8. mars
Kl. 19.30 Aðalroynd
”Sangleikurin ”Josef og ótrúliga dreymakotið”.
Framførsla fyri næmingum og foreldrum.
Týsdagur 9. mars
Kl. 19.30 Frumsýning: Sangleikurin “Josef og ótrúliga
litfagra dreymakotið”.
Sangleikurin hjá Andrew Lloyd Webber er skrivaður yvir
søguna í gamla testamenti um Jósef. Fyriskiparar eru
Tónaungdómur (Føroya Studentaskúli og HF Skeið) og
Norðurlandahúsið. Atgongumerki á kr. 150.- eru at fáa í
NLH og Kunningarstovuni í Havn
Mikudagur 10. mars
Kl. 20.00 KLIPP
Filmsfelag Norðurlandahúsins sýnir filmin “Lilja 4-Ever”
leikstjóri Lukas Moodysson, Svøríki 2002(109min) (SE)
Atgongumerki á 60.- kr. eru at fáa í húsinum
Hósdag 11. mars - Sunnudag 14. mars
Kl. 19.30 Sangleikurin “Josef og ótrúliga dreymakotið.
Kostn. Kr. 150.- Atgongumerki eru at fáa í húsinum og
Kunningarstovuni í Havn
Fríggjadagur 19. mars
Kl. 09.00 Málráðstevna 2004
Fyriskipari er Føroyska Málnevndin
Sunnudagur 21. mars
Kl. 16.00 Føroya Symfoniorkestur
Spæld verða verk av Aron Copland, Bela Bartok
Arutjunian og Dvorak. Dirigentur: Bernhard Wilkinson
Atgongumerki kunnu keypast í húsinum og
Kunningarstovuni í Havn á kr. 250,-
Mánadagur 22. mars
Kl. 19.30 ENEKK og Afenginn - konsert.
Framført verður alt frá kvæðum, kingosangi, fólka- og
spælimans-tónleiki til nýggjan rokk og jazztónleik.
Atgongumerki keypt seinast 12. mars kr. 90.-, aftaná
er kostnaðurin kr. 120.-
Leygardagur 27. mars
Kl. 19.30 Konsert við Lenu Andersen
Útgávukonsert í samband við at nýggja fløgan “Can`t
Erase It” verður útgivin. Atgongumerki á kr. 150.- eru
at fáa í Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í Havn
Norðurlandahúsið er opið gerandisdagar kl. 10.00-18.00
og sunnudagar kl. 14.00-18.00
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900. Telefax nr. 319790
www.nlh.fo e-mail: nlh@nlh.fo
FILMAR, FRUMSÝNDIR Í MARS:
LILJA 4-EVER
Í sambandi við altjóða kvinnudagin vísir Klipp, Filmsfelag
Norðurlandahúsins, svenska filmin Lilja 4-Ever. Hetta er
filmur um 16 ára gomlu Lilju, sum er vaksin upp í fyrr-
verandi Sovjettsamveldinum og ikki eigur sýru í vegg, tá
mamman rýmir til USA við einum fremmandum manni.
Tá hon møtir Andrei tykist alt annaleiðis. Hann billar
henni inn, at í Svøríki er eitt betri lív hjá ungum
baltiskum kvinnum. Og har byrjar søgan, sum ikki er
tespulig. Lukas Moodyson hevur leikstjórnað og eins og
í undanfarnu filmunum prógvar hann enn einaferð
framúr hegni tá umræður arbeiði við ungum fólki. Sterki
og viðkomandi filmurin “Lilja 4-Ever” verður sýndur í
Norðurlandahúsinum tveir dagar eftir altjóða
kvinnudagin, hin 10. mars 2004.
Úr filminum ”Lilja 4-ever” ið verður sýndur í Norðurlandahúsinum
mikudagin 10. mars kl. 20.00
Føroyski bólkurin Enekk
kemur út við nýggjari
fløgu síðst í februar
mánaði, og í hesum
sambandi fer bólkurin
á konsertferð í Føroy-
um, og eisini skal
bólkurin hava tríggjar
konsertir í Norðan-
londum
Enekk spælir alt frá kvæð-
um og kongosangi, fólka-
og spælimannstónleiki til
nýggjan rokk og jazztónleik.
Kári Sverrisson, sangari og
sangskrivari í Enekk varð í
fjør, fyri aðru ferð, uppskot
til Tónleikaheiðursløn Norð-
urlandaráðsins.
Á skránni verður tilfar, ið
er at finna á teimum trim-
um fløgunum hjá bólkinum,
tilfar av fjórðu komandi
fløguni, “Meðan vit nærkast
jørðini” og okkurt, ið ikki er
tikið upp enn.
Afenginn
Afenginn, ið er mannaður
við manning úr Finnlandi,
Danmark og Póllandi verður
eisini at hoyra hetta
kvøldið.
Teirra tónleikaheimur
strekkir seg frá rokk yvir
jazz til fólkatónleik.
Konsertirnar hjá Afenginn
bera dám av stórari ”spæli-
gleði”, ið saman við einari
ágrýtnari og viðtakandi upp-
traðkan, gera konsertirnar
hjá Afenginn til eitt stórt
upplivilsi - líkamikið, um tal-
an er um gomul ella ung,
dansandi ella lurtandi
áskoðarafjøld.
Teir, ið manna
Enekk á ferðini, eru:
Kári Sverrisson, sang og
kassagittar
Óli Olsen, klaver
Agnar Lamhauge,
kontrabass
Rógvi á Rógvu, trummur
Heðin Z. Davidsen, el-gittar
Teir, ið manna
Afenginn, eru:
Kim Nyberg, mandolin
Niels Skovmand, violin
Rasmus Krøyer, klarinett,
bassklarinett
Andrzej Krejniuk, bass
Rune Kofoed, trummur,
sláverk
Sama dag, sum nýggja
fløgan við Lenu Anderssen
“Can’t Erase It” kemur út í
Føroyum, fer Norðurlanda-
húsið at vera karmur um
útgávukonsert við føroysk-
kanadisku songkvinnuni.
Talan er um egin løg, ið
Lena Anderssen og Niclas
Johannesen hava skrivað til
nýggju útgávuna, sum Óli
Poulsen hevur produserað.
Fløgan er tikin upp í eitt
nú Lundgaard Studio í Dan-
mark har føroysku tónleik-
ararnir James Olsen, Hans
Poulsen og Jákup Zach-
ariassen eisini vóru við til
innspælingarnar. Lena fer
hetta kvøldið at hava or-
kestur við sær, ið telur
somu manning - Óla, Hans,
James, Niclas og Jákup -
umframt aðrar gestir. Talan
verður bert ta einu kon-
sertina í høvuðsstaðnum.
Lennart Iverus er fødd-
ur í Skara í Svøríki í
1930. Hann er útbúgvin
í Listaháskúlanum í
Stockholm 1957-1962,
í Atelier 17, í Atelier
Friesländer, Paris og í
Royal College of Art
London
Í myndinum hjá Lennart
kann man síggja hansara
stóra áhuga fyri dansi,
teatri og arkitekturi. Hestar
í rørslum, teknaðir við
kenslusligum linjum, ofta
stórfingin bygnaður, sum
skapar scenografi fyri mo-
tivi, skapar eina kenslu av
skemtiligum sjónleiki.
Arkitekturmotivini hava
ein klárleika í skapinum,
hvassar linjur og reinar
kontrastir millum svart og
hvítt. Hann arbeiðir fyri tað
mesta við kobarstift og et-
sing.
Lennart hevur sýnt fram í
Nationalmuseum Stock-
holm, Gustav VI Adolfs
samlingar, museerna i
Göteborg, Malmö, Norrköp-
ing, Eskilstuna och Väst-
erås, Tessininstitutet Paris,
Nasjonalgalleriet Oslo o.a.
ENEKK OG AFENGINN Í
NORÐURLANDAHÚSINUM
ÚTGÁVUKONSERT
VIÐ LENU ANDERSSEN
FØROYA SYMFONIORKESTUR
MYNDAFRAMSÝNING HJÁ LENNART IVERUS
Fløguaktuellu Enekk framføra løg av nýggju útgávuni í
Norðurlandahúsinum 22. mars 2004 kl. 19.30
Mynd: Bárður Eklund
Upprunaheitið: “Joseph
and The Amazing
Technicolor®
Dreamcoat”
Tónleikur: Andrew Lloyd
Webber
Tekstir: Tim Rice.
Týtt til føroyskt: Anna
Kristin Bæk og Dánial
Hoydal.
Leikstjórn: Jákup Veyhe
Ein bíbilskur sangleikur um
Jósef og brøðurnar og faðir
hansara Jákup. Søgugongd-
in verður lýst við sangum,
sum fylgja Jósefi frá tí at
brøðurnir royna at sleppa
av við hann, til hoffið hjá
Fárao í Egyptalandi, har
hann vinnur álit Fáraos, og
til aftureiningina við brøður-
nar, sum koma til Egypta-
lands.
Hetta er ein stór og
rættiliga áhugaverd verk-
ætlan. Tónleikurin er góður
og skift verður ímillum allar
møguligar tónleikastílar. Við
í leikinum eru umleið 10
dansarar, 20 leikarar, 20
kórsangarar, 15 tónleikarar
og barnakór. Leikurin er
hálvanannan tíma til longd-
ar, í tveimum pørtum við
steðgi ímillum.
Leikstjórin Jákup Veyhe,
Kórleiðarin Zacharias Sør-
ensen og koreografarnir
Jóna Thomsen og Elsa
Maria Bærentsen hava teir
seinastu tríggjar mánaðir-
nar miðvíst arbeitt við hes-
ari verkætlan. Saman við
sniðgevanum Anna Kristin
Bæk og scenografinum
Jóannes Gaard verður nú
seinasta hondin løgd á list-
arligu útsjóndina.
Verkætlanin er eitt sam-
starv millum fleiri stovnar,
feløg og virki. Felagið Tóna-
ungdómur hevur í sam-
starvi við Føroya Studenta-
skúla í Hoydølum, Tórs-
havnar kvøld- og Ungdóms-
skúla og Tórshavnar Musik-
skúla lagt verkætlanina til
rættis saman við høvuðs-
stuðlunum Føroya Banka og
Norðurlandahúsinum. Av
øðrum stuðlum kunnu nevn-
ast Føroya Tele, Menta-
málaráðið og Mentunnar-
grunnur Landsins.
Frumframsýningin verður
týsdagin 9. mars kl.
19.30. Sýningar verða frá
hósdegnum 11. marts til
og við sunnudagin 14.
mars allar dagar kl. 19.30.
Atgongumerki á 150,- eru
at fáa í Norðurlandahúsi-
num, á Kunningarstovuni í
Havn og á www.kontoin.fo
Nógvir hentir upplýsingar
um leikin fáast á heimasíðuni
www.hoydalar.fo/josef
JÓSEF OG ÓTRÚLIGA LITFAGRA DREYMAKOTIÐ
LISTAFRAMSÝNGININ HJÁ AASE BØMLER OLSEN
Størri grafisk verk hjá
listakvinnuni Aase
Bømler Olsen letur upp
í Klingruni leygardagin
06. mars 2004 kl.
15.00, og er framsýn-
ingin er gjørd serliga
til Norðurlandahúsið
og ljósviðurskiftini í
húsinum
Aase er fødd í Keypmanna-
havn í 1952. Hon hevur
havt eginframsýningar og
tikið lut í bólkaframsýning-
um í Norðurlondum og
gjørt rúmprýði, umframt
bøkur til børn.
Framsýningin er gjørd
serliga til Norðurlandahúsið
og ljósviðurskiftini í húsi-
num.
Aase sigur frá eini søgu.
Íblásturin hevur hon fingið
úr yrkingini “Fyrtårnet ved
Montséger” hjá Finn Lang-
gard.
Yrkingin er skrivað til
minnis um 16. mars 1244,
tá ið 205 “katharar” gingu
syngjandi yvir til trúvillinga
bálið við borgina Montsé-
gur í Suðurfrankaríki.
Plássið nevnist enn tann
dagin í dag fyri “Plássið hjá
teimum brendu”.
“Katharar” var kristið
fólk, sum hevði vent verðs-
liga lívinum bakið, og sum
nú livdi sum guðsrøkið fólk.
“Katharar” vóru væl um-
tóktir í øllum Suðurfranka-
ríki og høvdu nógv viðhalds-
fólk. Rómverska kirkjan
byrjaði í 1181 at forfylgja
“katharunum”. Aftan á fleiri
fleiri krossferðir, eydnaðis
at enda rómversku kirkjuni
at beina fyri tí síðsta kath-
aranum við Montséger.
Hvussu kanst tú siga frá
tí, sum eingin kann siga
frá?. Her verður hugsað um
lívsins týdningarmiklu
spurningar so sum frælsi,
kærleika o.s.fr. Hetta eru
spurningar, Aase Bømler
Olsen roynir at seta/lýsa í
verkum sínum á framsýn-
ingini í Norðurlandahúsi-
num.
Øll listaverkini eru gjørd
við blandaðum teknikki á
tunnum ríspappíri. Lista-
verkini hanga í vindeyganum
við dagsljósinum sum bak-
grund. Motivini eru “sterkt
foreinklaði og symbolsk”.
Í Klingruni verður eisini
ein installatión av perfor-
eraðum pappíri at síggja,
sum verður lýst við projek-
tørum, og sum so aftur
gera ein “skuggavirkning” á
hvíta veggin. Samstundis
verður yrkingin, sum er in-
spiratión til evni í allari
framsýningini, at lesa á
vegginum.
Aase Bømler Olsen og
Finn Langgard verða til
staðar, tá ið framsýningin
letur upp.
Framsýningin verður húsi-
num til og við 18. apríl.
C
M
Y
K
17
16