Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 40 - 27. februar 2004 Nr. 40 - 27. februar 2004 19 Ein brasilsk nunna vil vera við, at nógv børn í Mosambik verða rænd, og at gøgn teirra síðani verða seld HANDIL VIÐ GØGNUM Árni Joensen fartekst@mail.dk Brasilska nunnan Maria Elida leggur myndugleik- arnar í afrikanska landinum Mosambik undir at fjala útyvir, at nógv børn har verða rænd, og at rænarar- nir síðani selja yvisk gøgn hjá børnunum. Í samrøðu við portugis- iska blaðið Lusa sigur tann 45 ára gamla nunnan, at stjórnin í Maputo ger alt fyri at dylja veruleikan. Ríkisákærin í landinum hevur lovað at kanna málið, men sambært Mariu Elida hava kanningarnar verið ógvuliga tilvildarligar, og harafturat hevur ríkisákær- in verið undir stórum trýsti frá ónevndum sterkum kreftum, sum vilja hava hann at sleppa kanningun- um, sigur hon. Vararíkisadvokaturin í Mosambik, Rafael Sebast- io, sigur við Lusa, at einki hald er í tí, sum nunnan sigur. Á einum tíðindafundi fyrr í vikuni segði hann, at myndugleikarnir hava ikki funnið nøkur prógv fyri, at nakar hevur selt gøgn hjá rændum børnum. Hann viðgekk, at børn eru rænd undir ógreiðum viðurskift- um, men endamálið var ikki at taka gøgn úr teim- um, segði hann. Men Maria Elida heldur uppá, at handilin við gøgn- um úr rændum mosamb- iskum børnum er umfat- andi. Sjálv hevur hon arbeitt í Mosambik í níggju ár. Kanadiski dómarin og fyrrverandi ákærin í krígsbrotsmanna- dómstólinum hjá ST, Louise Arbour, er tilnevnd hákommi- serur í mannarætt- indamálum. Eitt gott val til eitt krevjandi starv MANNARÆTTINDI Árni Joensen fartekst@mail.dk Løgfrøðina dugir hon uttanat, og so er hon ikki bangin fyri at siga nøkrum ímóti, heldur ikki heimsins týdningarmestu leiðarum. Taðer tann stutta lýsingin av kanadiska dómaranum Louise Arbour, sum Kofi Annan, ST-aðalskrivari, hevur sett sum hákommiser í mannarættindamálum. Hetta er eitt starv, sum krevur støðufesti, dirvi og áhaldni. Ikki minst í hesum tíðum, nú bardagin ímóti yvirgangi hóttir við at skúgva mannarættindini til viks. Um allan heimin verða mannarættindini traðkað undir fót, eisini í Vesturheiminum. Neyðugt sum lið í bardaganum ímóti yvirgangi verður sagt. Í Guantanamo á Kuba hava amerikanararnir 600 fangar sitandi, og aðra- staðni kring heimin sita yvirgangsfangar handan rimarnar. Hetta eru dømi um, hvørjar avleiðingar bardagin ímóti yvirgangi hevur havt fyri tað, sum vit vanliga kalla mannarætt- indi. Ein djørv kvinna Flestu mannarættindafe- lagsskapir eru á einum máli um, ater tað nakar, sum kann átaka sær uppgávuna sum hákommiserur í mannarættindum, er tað tann 57 ára gamla Louise Arbour. Júst mannarætt- indafelagsskapirnir halda eitt vakið eyga við arbeið- inum hjá hákommiserinum og aftra seg ikki við at gera vart við mistøk. - Louise Arbour hevur júst teir eginleikarnar, sum eru neyðugir hjá tí, sum skal verja mannarættindini. Hon hevur víst, at hon letur seg ikki ræða, heldur ikki av teimum ringastu bøl- mennunum, sigur Reod Brody í mannarættinda- felagsskapinum Human Rights Watch. Tað var millum annað sum høvuðsákæri í ST- krígsbrotsmannadómstólin um fyri gamla Jugoslavia, at Louise Arbour vísti síni evni, og tað gjørdi hon eis- ini, tá hon var ákæri í dóm- stólinum, sum viðgjørdi krígsbrotsverkini í Rwanda. Hetta var í árun- um frá 1996 til 1999, og har prógvaði hon, at hon hevur dirvi til at taka illa lýddar avgerðir. Í 1999 var hon við til at reisa mjálið ímóti serbiska leiðaranum Slobodan Milosevic, sjálvt um nøkur av londunum í Vesturheiminum vóru ímóti tí. Tey vildu heldur hava eina friðaravtalu við serbiska leiðaran. Tað var eisini Louise Arbour, sum tók avgerð um at kanna, um NATO hevði framt krígsbrotsverk, tá flogfør hjá samgonguni bumbaðu mál í Serbia undir Kosovo-krígnum. Hon var ikki liðug við kanningarnar, tá hon fór frá sum høvuðsákæri í Haag. Eftirmaður hennara, sveits- iska Carla del Ponte, hevur fyribild fríkent NATO. Vald uttan atkvøðu- greiðslu Louise Arbour, sum er fødd í Montreal í Kanada í 1947, tekur við sum hákommiser- ur í mannarættindamálum eftir brasilan Sergio Vieira de Mello, sum doðyi, tá ST- støðin í Bagdad bleiv sprongd í luftina í august í fjør. Hon hevur verið virkin løgfrøðingur í mong ár og hevur skrivað fleiri vísinda- ligar greinar um borgara- rættindi og mannarættindi. Síðani 1999 hevur hon verið hægstarættardómari í Kanada, og hon ber orð fyri at vera ein av teimum mest frælslyntu dómarunum har. Kofi Annan hevur leingi roynt at fáa Louise Arbour at átaka sær starvið sum hákommiserur í manna- rættindum. Í fyrstani segði hon nei. Henni dámdi væl starvið í hægstarætti, men kanadiska stjórnin vildi fegin hava hana at taka av tilboðnum frá ST, og kanska var tað í seinna enda tað, sum fekk hana at taka av. Tað er vert at leggja til merkis, at ST nýttist ikki at atkvøða um starvssetanina, tí øll tey 191 limalondini tóku undir við at seta Louise Arbour í starvið sum heimsins nýggi varð- hundur. Stanislav Ryniak var fyrsti fangin í nazist- isku týningarleguni Auschwitz. Fyrr í vikuni doyði hann FANGI Árni Joensen fartekst@mail.dk Stanislav Ryniak fór til gravar í Wroclaw í Pólandi mikudagin. Hann var 89 ára gamal, nú hann doyði. Stanislav Ryniak varð tikin í heimbýnum Sanok í mai í 1940. Hann var tá 24 ára gamal, og týskararnir vildu vera við, at hann var uppi í polska mótstøðuher- inum. Ein mánað seinni sendu týskararnir tað fyrsta tokið við fangum til týn- ingarleguna Auschwitz.Í tokinum vóru fleiri hundr- að polskir fangar, og ein teirra var Stanislav Ryniak. Fangarnir fingu hvør sítt nummar, sum varð tatover- að á armin. Týskararnir gjørdu av, at 30 týskir brotsmenn skuldu skrá- setast fyrst. Stanislav Ryni- ak fekk nummar 31, og hann sostatt tann fyrsti fangin í leguni. Í 1944 varð hann fluttur til arbeiðsleguna Leitmer- itz, sum í dag er í Kekkia. Har arbeiddi hann, til kríggið endaði. Tá hann slapp leysur, vigaði Stanis- lav Ryniak 80 pund. - Eg dugi ikki at siga, hvussu eg helt mær á lívi. Men eg spyrji enn tann dag í dag, hvaðani eg fekk megi til tað, segði hann í sam- røðu við polsku tíðinda- stovuna PAP í 1995. Nazistarnir bygdu leguna í Auschwitz í 1940. 1,5 milliónir fangar, teir flestu jødar, doyðu har. UTTAN ÚR HEIMI Børn verða rænd og nýtt sum gøgnlatarar Fyrsti fangin deyður Heimsins nýggi varðhundur Louise Arbour Mynd: Reuters LEITING Jan Müller Tvey av oljufeløgunum, sum eru við í leitingini á landgrunninum, tað norska Statoil og tað danska Dong eru farin uppí eitt samtak, sum skal bora ein brunn beint hinumegin markið í summar. Tað snýr seg um eitt samtak, har Chev- ronTexaco og OMV hava eitt loyvi norðaliga á bretskum øki, skamt frá okkara marki, í teigunum 213/26 og 213/27, har talan er um tvey prospekt, tvs. mál í undirgrundini við ser- ligum áhuga, nevnd Rose- bank og Locknagar. Chev- ronTexaco átti 80% í hesum loyvinum men hevur nú selt 30% til Statoil og 10% til Dong, meðan OMV hevur 20%. ChevronTexaco sigur í tíðindaskrivi, at ætlanin er at bora ein brunn í summar við boriskipinum West Navigator. Boristaðið er umleið 9 fjórðingar frá før- oyska markinum. Rúni Hansen, stjóri í Statoil segði við útvarpið mikudagin, at teir hava gjørt av at fara við í hesa boringina, tí hon sær áhugaverd út. – Okkara pri- mera mál er at finna olju, har vit nú fara at bora. Haraftrat liggur boristaðið so nær føroyska markinum, at vit kunnu fáa nakað av vitan frá hesi boringini, sum vit kunnu brúka í Før- oyum. Statoil vónar, at teir koma at kenna jarðfrøðina í Føroyum nakað betri við at bora ein brunn so tætt uppat markinum, soleiðis at tað kann vera ein gevinstur fyri Føroyaøkið eisini í framtíðini. Rúni Hansen vísti eisini á, at ein og hvør brunnur í økinum kann geva eina týðandi vitan, og Statoil metir, at vitanin frá boring- ini hinumegin markið kann vera við til at loysa upp fyri nøkrum í Føroyum eisini, soleiðis at man eisini kann gerast betur til at tulka seis- mikkin í Føroyum her. Statoil og Dong við í boring í summar Ovari pílurin vísir teigin, har Statoil og DONG nú verða við í einari boring. Niðari pílurin vísir ein annan teig, har eisini verður borað í summar. Har er Amerada Hess fyristøðufelag, men bæði DONG og ChevronTexaco eru við har eisini C M Y K 19 18 Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í Føroya Sparikassa P/F fríggjadagin 12. mars 2004, kl. 17:00 í B36-húsinum, Gundadalur, Tórshavn. Dagsskrá 1. Frágreiðing frá nevndini um virki Sparikassans í farna ári 2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar 3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapinum 4. Heimila nevnd at lata Sparikassanum ognast egin partabrøv í tíðini fram til næsta ársaðalfund 5. Val av nevndarlimum 6. Val av grannskoðara 7. Ymiskt Grannskoðaði ársroknskapurin og ársfrágreiðingin liggja frammi á stjórnarskrivstovuni, Yviri við Strond 2 frá 4. mars 2004. Partaeigarar hava við at vísa atgongdarkort atgongd til aðalfundin, har teir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt. Atgongdarkort verða á deildum Sparikassans útflýggjað teimum partaeigarum, sum í seinasta lagi mánadagin 8. mars 2004 hava biðið um hetta. Tórshavn, hin 23. februar 2004. Nevndin r e p r o z ÁRSAÐALFUNDUR