fríggjadagur 27. februar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fyrstu fyrireikingar-
nar til EM undan-
kappingarumfarið,
sum verður í Føroy-
um í oktober, eru á
skránni nú í viku-
skiftinum
U–19 LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Tað er farið merkisvert
skifti fram í ábyrgdini fyri
U–19 landsliðnum. Øll
árini, sum Føroyar higartil
hava havt U–19 landslið,
hevur Jógvan Martin Olsen
verið venjari. Tað er hann
ikki longur.
Jógvan Martin hevur
framvegis høvuðsábyrgd-
ina fyri øllum landsliðs-
arbeiðnum í yngru deildun-
um. Men nú eru tað Abra-
ham Løkin og Pætur Clem-
entsen, sum skulu vera
venjarar hjá U–19 lands-
liðnum. Hetta er fyrsta árið,
at Abraham er venjari hjá
einum landsliði. Okkurt av
undanfarnu árunum hevur
hann kortini verið eitt sind-
ur knýttur at U–15 lands-
liðnum. Pætur Clementsen
starvast á FSF skrivstovuni,
og hann hevur framman-
undan verið knýttur at
U–17 landsliðnum.
Abraham hevur drúgvar
royndir sum venjari. Eitt nú
hevur hann vant NSÍ og ÍF,
tá ið hesi feløgini hava
verið umboðað í bestu
deildini. Hesi seinastu árini
hevur Abraham verið ung-
dómsvenjari hjá NSÍ. Tað
er hann framvegis. Pætur
Clementsen hevur í fleiri ár
verið ungdómsvenjari í HB.
Enn er formlig avtala ikki
gjørd millum FSF og venj-
ararnar. Men tað eru teir
báðir, sum skulu standa fyri
fyrstu venjingini, og tað
skilst, at tað bara er ein
spurningur um tíð, áðrenn
formlig avtala fer at verða
gjørd.
Einki er at ivast í, at tað
verður serliga stórur áhugi
fyri U–19 landsliðnum í ár.
Hetta kemst av, at FSF fyri
fyrstu ferð skal verða vertur
fyri U–19 undankappingar-
bólkinum, sum Føroyar eru
partur av. Kappingin verður
í Føroyum fyrst í oktober.
Umframt Føroyar eru í
bólkinum Grikkaland, Ung-
arn og Wales.
Nýtt ættarlið
Í fjør varð tilfarið til U–19
landsliðið mett at vera so
mikið gott, at møguleikar
áttu at havt verið fyri góð-
um avriki í EM kappingini.
Tað hilnaðist ikki so væl.
Fleiri av lyklaspælarunum
vóru skaddir, og úrslitini
vóru ikki góð.
Fyrsta
venjingin
hjá
nýggja liðnum er á skránni
nú leygardagin frá kl. 10 og
til kl. 16. Møtt verður í FSF
húsinum.
Sambært listanum, sum
er sendur feløgunum, eru
tað hesa ferð væl færri
spælarar, sum hava royndir
úr bestu deildini, enn tað
vóru í fjør. Hetta kann
sjálvandi broytast, tí tað er
stórur møguleiki fyri, at
fleiri av spælarunum, sum
nú ætlast at vera við til at
mynda U–19 landsliðið,
fara at fáa møguleikan í
bestu deildini í kappingar-
árinum, sum nú stendur fyri
framman.
Í fyrsta umfari hava 26
spælarar fingið boð. Sum
tað plagar at vera, so eru
flestir úr havnarfeløgunum,
men tað er merkisvert, at so
at siga øll feløgini í bestu
deildini og okkurt felag í 2.
deild eru umboðað.
Spælararnir eru hesir:
Svenn Jacobsen, Poul T.
Dam, Páll Mohr Joensen,
John Eivind R. Mouritsen
og Emil Nolsøe Leifsson,
HB, Justinus H. Hansen,
Debes Danielsen, Tórður
Thomsen og Búgvi V. Ol-
sen, NSÍ, Símun Louis Jac-
obsen og Jan Poulsen, GÍ,
Johan V. Gunnarsson, Ás-
bjørn V. Gunnarsson og
Mikkjal Hvannastein, B36,
Símun Rógvi Hansen og
Mikkjal T. Hentze, B71,
Fritleif í Lambanum, ÍF,
Jóhan Petur Poulsen, B68,
Hanus Holm Stórhamar og
Ragnar Mortensen, TB,
Arnbjørn Theodor Hansen,
EB/Streymur,
Poul
N.
Poulsen, Marner Ludvig og
Arthur Tausen, VB og Juli-
an Samuelsen og Urbanus
Olsen, KÍ.
Nr. 40 • fríggjadagur • 27. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Abraham verður landsliðsvenjari
Abraham Hansen man vera ein tann drúgvasti 1.
deildarleikarin í føroysku fótbóltssøguni. Nú skal hann royna
seg sum venjari hjá U-19 landsliðnum
Leygardagin 28. febr. skipar
ÍSB fyri skeiði fyri
ítróttalærarar/ venjarar
Anne Merete Kisow og
Vibeke Lund frá Handi-
capidrættens
Videns-
center fara at taka sær av
frálæruni á skeiðnum.
Skeiðið er ætlað at geva
lærarum og venjarum góð
hugskot til fjølbroytni í
dagliga arbeiðnum. Hetta
verður gjørt við ymisk-
um, sum kann brúkast
beinleiðis aftur í tímun-
um, men sum eisini kann
leggjast sum grund undir
eini størri undirvísingar-
heild. Samstundis verða
ymiskir
undirvísingar-
hættir tiknir upp, so hædd
verður tikið fyri aldur,
førleika
o.ø.hjá
teim
íðkandi.
Skeiðið verður á Føroya
Læraraskúla og byrjar
kl.10.
Hendan myndin er frá
steypafinaluni hjá
unglingum millum GÍ og
EB/Streym, ið varð leik á
Tórsvølli seinasta summar.
Nú fáa nakrir av okkara
fremstu ungu leikarum aftur
høvdi at royna seg á grasi, tá
ið føroyska U-19 landsliðið
fer til verka
21
20
Nr. 40 - 27. februar 2004
Søgan um forsetan í
Haiti, Jean-Bertrand
Aristide, er ein
moralsk frásøgn um,
hvussu vald kann
ávirka fólk. Mong av
teimum, sum mettu
hann sum tann
karibiska Nelson
Mandela, halda í dag,
at hann líkist mest
einum einaræðis-
harra
HAITI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Árið í ár varð ætlað at vera
eitt hátíðarár í Haiti, tí í ár
eru 200 ár liðin, síðani tað
lítla landið varð skipað sum
heimsins fyrsta svarta lýð-
veldi.
Av røttum skuldi tann
fólkavaldi forsetin, Jean-
Bertrand Aristide, staðið
uttan fyri forsetaborgina í
høvuðsstaðnum
Port-au-
Prince og heilsa manna-
múgvuni, sum skuldi fagna
bæði honum og landsins
stóra degi.
Men ístaðin er støðan ein
heilt onnur. Forsetin er
byrgdur inni og illa lýddur.
Tey, sum finnast at honum,
leggja hann undir einaræði.
Brotsmenn hava valdið í
einum stórum parti av land-
inum, og minst 50 fólk hava
latið lív í samanbrestum og
ófriði í gøtunum. Gamla
hjálandaveldið
Frakland
umhugsar at senda her-
menn til landið at fáa skil á.
Ein Mandela
Útlitini vóru tey bestu, tá
Jean-Bertrand Arisitde kom
til valdið í 1990 aftan á tað
fyrsta demokratiska for-
setavalið í Haiti. Hann fekk
67 prosent av atkvøðunum,
so eingin setti spurnartekin
við valið.
Jean-Bertrand Aristide
hevði frammanundan ar-
beitt sum katólskur prestur
ímillum tann fátæka partin
av fólkinum. Hann hevði
góðar taligávur og gjørdi
nógv burtur úr at lýsa tey
vánaligu viðurskiftini hjá
teimum fátæku. Í honum
sóu fólk eina vón um eina
betri framtíð - ikki bara í
Haiti, men í øllum Karibia.
Hann var eitt slag av einum
karibiskum Nelson Man-
dela.
Men skalt tú framat, skal
onkur annar frá, og teir,
sum sótu við valdið, vóru
alt annað enn sinnaðir at
lata prestin og atfinnaran
sleppa framat. Bara sjey
mánaðir aftan á forsetavalið
í 1990 koyrdi herurin Jean-
Bertrand Aristide frá.
Broyttist í USA
Hann flýddi til USA, men
meðan hann var har, av-
dúkaði hann nakrar higartil
ókendar partar av sínari
persónsmensku. James Mo-
rell, sum er leiðari á Demo-
cracy Project í Washington,
kom at kenna Aristide í
1992 og gjørdist skjótt ein
av hansara ráðgevum. Men
í dag er hann ein av teimum
vónsviknu.
- Hann hevur framt brot á
mannarættindini. Hann er
vorðin ein einaræðisharri.
Tá fólk gerast forsetar og
ganga ímillum trygdarfólk
dagin langan, kann tað
ávirka tey. Tey tola ikki at
verða nevnd tygara hátign,
sigur James Morell.
Í amerikanska høvuðs-
staðnum vóru tað haraftur-
ímóti mong, sum hildu tann
frákoyrda haitiska forsetan
vera ein úrmæling. Ja, hann
varð so nógv avhildin har,
at í 1994 gjørdi Bill
Clinton, forseti, av at senda
20.000 hermenn til Haiti,
og við góðkenning frá ST
varð tann frákoyrdi forsetin
settur aftur í embætið.
Men tá teir amerikonsku
hermenninir vóru farnir
heimaftur, fór tað at ganga
niður á bakka hjá Jean-
Betrand Aristide. Kortini
fekk hann meiri enn 80 pro-
sent av atkvøðunum á for-
setavalinum í 2000, og
hann varð alt fyri eitt
lagdur undir svik.
Mótmælini vundu upp á
seg. Fátækradømið var tað
sama, sum tað hevði verið.
Sjálvur valdi forsetin at fáa
sær egnar vápnaðar deildir.
Nakrar teirra hava seinni
svikið hann og eru nú við
til at gera seg inn á sivil-
fólkið.
Avbyrgdur
Men Aristide er ikki einsa-
mallur. Hann hevur sínar
sameindu. Stjórnin hjá
George W. Bush, forseta
heldur hondina yvir hon-
um. Hann plagdi at borga
fyri tryggum viðurskiftum,
USA hevur úr at gera
aðrastaðni, og so er forsetin
hóast alt formliga valdur.
Tað hevur kortini ikki altíð
forðað USA í at leggja uppí
ymsastaðni, og aftan tjaldið
eru tað mong, sum halda, at
amerikanararnir í veruleik-
anum virka fyri at fáa
Aristide frá.
Tað er nú ikki vist, at tað
fer at loysa trupulleikarnar.
Robert Fatton, sum er ser-
kønur í viðurskiftunum á
Haiti, sigur, at andstøðan í
Haiti hevur ongan, sum er
egnaður at taka við. Tí
heldur hann, at tað frægasta
hevði verið at skipa eina
eindarstjórn, sum bæði
Aristide og andstøðan eiga
at manna. Hann væntar
kortini ikki, at fólkið sjálvt
er ført fyri at fáa eina slíka
eind í lag, og at altjóða
uppílegging tí kanska verð-
ur neyðug fyri at forða fyri
sonnum ruðuleika í Haiti.
Ímeðan situr Aristide
avbyrgdur í húsum sínum
saman við konuni og teim-
um
báðum
børnunum.
Prestagerningin hevur hann
lagt frá sær, men forseta-
starvið heldur hann fast
um. Tað er helst eisini tað
týdningarmesta, sum hann
nakrantíð hevur havt.
0 Kelda: Berlingste Tidende
UTTAN ÚR HEIMI
Vónarinnar maður sum
gjørdist einaræðisharri
Jean-Bertrand Aristide
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
20