Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 10. februar 2012 6 VIKUSKIFTI Djóramotiv Uglur í hálsketum og kettur í oyraringum hava verið nógv at sæð seinasta árið. Og hetta rákið heldur fram í vár og í summar. Djóramotivir av øllum slag eru vælkomin – einans hugflogið setur markið. Tilhoyrið hevur alt at siga TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Tað kann til tíðir gerast ov kostnaðarmikið at fylgja øllum rákum, sum síggja dagsins ljós, men tilhoyr – accessories – geva okkum møguleikan at fylgja við – uttan at tað kostar ov nógv. Og til alla lukku eru accessories eisini tað týdningarmesta í vár og summar. Her eru nøkur boð uppá, hvat tilhoyr verður nógv at síggja komandi tíðina. Frískar negl Neglalakk er komið fyri at vera, og komandi tíðina kanst tú eksperimentera við fleiri sløgum av neglalakki. Prikkutar, stríputar, glitrutar, ja, nærum øll mynstur á neglunum fríska upp tín stíl. Fjarðar til øll høvið Fjarðar hava verið nógv at sæð seinasta árið, og nú hava heimsins mótarisar avgjørt, at fjarðar skulu nýtast í vár og summar eisini. Hálsketur ella oyraringar við fjarðum í eru eitt avgjørt hitt. Stórar ringar Klassiski gullringurin verður nú skiftur út við stórar ringar í øllum hugsandi litum. Eisini ringar til fleiri fingrar eru nógv frammi. Ógvuslig armbond Armbondini í hesum tíðum hava fingið íblástur frá griksku fortíðini – brúka eitt stórt gullarmband við nógvum gimsteinum. Litríkar oyraringar Set hárið upp í ein vanligan topp, og lat tínar litríku oyraringar koma til sjóndar.