Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 10. februar 2012 7 VIKUSKIFTI Hvat er títt dreymastarv? Tað er eitt starv við avbjóðingum, har eg samstundis havi ávirkan á hvussu heimurin – ella bara ein lítil partur av honum – sær út í framtíðini. Hvat saknar tú mest í gerandisdegnum? Tað eg sakni allarmest, er at eg oftani havi trupulleikar við at vera 100% til staðar allastaðni, har eg havi hug til at vera. Hvat ger tú í frítíðini? Í frítíðini dámar mær øgiliga væl at spæla bólt við vinmonnum, og annars bara at vera saman við áhugaverdum fólkum, sum gera meg til eitt betri fólk.   Ert tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur? Føroyska náttúru. Men tað hevði ikki verið so galið, um tað onkuntíð var eitt sindur heitari. Hvat er tað besta, tú fær at eta? Tað allarbesta er stokt ræst kjøt og brún sós, við hvítarótum og eplum. Hvør árstíðin er hin besta? Várið. Tað verður alt bara stuttligari, og lívið kennist meira innihaldsríkt, tí mann er á veg fram ímóti betri tíðum.   Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi? Eg eri farin at hyggja minni og minni í veruligt sjónvarp, síðan alsamt meiri gjørdist tøkt á netinum, har eg plagi at hyggja at tíðindum og so framvegis, men ein partur av South Park ella ein góður fótbóltsdystur eru ikki at forsmáa, og so eri eg blivin eitt offur fyri Criminal Minds, tá eg ikki sovni. Og so má eg eisini viðganga, at fríggjakvøld hyggi eg eftir X-Factor og haldi við øllum, sum er føroyskt. Hvussu er títt sinnalag? Eitt ella annað stað eri eg nokk so snarsintur, men í mun til, tá eg var yngri, so verði eg ikki líka illur nú. Men tá okkurt so er farið afturum, so er tað farið. Plagi at siga, at eg ikki havi tíð til at vera fornermaður.   Fylgir tú væl við í samfelagsviðurskiftunum? Eg fylgi ikki við øllum økjum, men tá ið okkurt fangar mín áhuga, so skal eg hava alt við. Hetta hevur til dømis gjørt seg galdandi í makrelmálinum, har eg enntá royni at lurta eftir øllum slatri sum fyriferst ymsastaðni. Um tú ikki búði í Føroyum, hvar hevði tú so vilja búð? Eg veit ikki, um eg reint geografiskt veruliga hevði viljað búð í nøkrum øðrum stað, men eg hevði viljað, at Føroyar broyttust eitt sindur. Hvør bók liggur á náttborðinum? »Endelig ikke- ryger«, hevur ligið har í rættiliga langa tíð, men enn eri eg ikki blivin liðugur við hana. Hvat hevur verið títt størsta scoop? Eg veit ikki, hvat mítt størsta scoop er, men eg helt tað í hvussu so er vera stuttligt, tá ein grein hjá Rógva Nybo og mær, har vit kannaðu um tingfólk í Føroyum høvdu broytt hugsan til at hava eitt valdømi, helst óbeinleiðis var orsøkin til, at Løgtingið við aðru viðgerð atkvøddi fyri at gera Føroyar til fleiri valdømir. Uppskotið fall við triðju viðgerð, men tað var áhugavert at síggja, at tað, mann gjørdi sum fjølmiðlafólk, kundi hava onkra ávirkan. Gangur og óljóð, levind og larm­ ur eru vorðin ein stór plága í lív­inum. Alt og øll larma. Tendrar tú til dømis eina kaffi­ maskinu ýlir hon í eina løtu og tá runnið er niður, ýlir hon aftur. Tey, sum gera kaffimaskinur, hugsa eisini um tey blindu, og tað er sjálvandi sympatiskt. Onnur kunnu fáa sær hoyrnarvernd. Og tað eru dugnaligir verk­ frøðingar, sum fáa so lítlar motorar sum teir í dustsúgvarum og prutlum at hava líka nógvan gang sum eitt flogfar við fýra motorum. Smærri tólini eru, størri er gangurin frá teimum. Lítlir hundar goyggja eisini harðast, ella teir hoyrast best. Fólk er yvirhøvur givin at tosa, tey rópa. Tað er neyðugt, tí tey flestu hava so nógv at siga, at tey noyðast at tosa alla tíðina, øll í senn. Skal nakar hoyra, er neyðugt at rópa. Øll rópa í senn um alt í senn. Og vit hini eru so høvisk, at vit vilja ikki biðja tey halda kjaft, tí 80 prosent av tí, sum tey siga, orsaka, rópa, er bullshit. Hurðar verða heldur ikki latnar aftur longur. Tær verða slongdar aftur. Annars hoyrir eingin, at hurðin fór aftur. Tí ber heldur ikki longur til at gera vart við sína misnøgd og fara úr einum rúmi og langa hurð­ina aftur. Nú buldra fólk hurð­ina aftur, sama, hvussu lagið er. Telefonirnar vóru betri fyrr. Tá bar til at tosa í telefon. Nú noyðast fólk at rópa í telefon. Á fundum fyrr, tá miðaldesibellið í almenna rúm­ inum var ein triðing lægri enn nú, var vanligt, at fundarfólkið rópti »hoyrt, hoyrt«, tá tann, sum hevði orðið (tá hevði ein orðið í senn) segði okkurt skilagott. Nú nyttar einki at rópa »hoyrt«, tí eingin hoyrir tað. Hoyringar eru eisini vorðnar so væl umtóktar, hóast eingin lurtar. Hoyringar eru politiskur samvitskutváttur. At hoyra og lurta eru ikki tað sama. Tú kanst hoyra uttan at lurta, men ikki lurta uttan at hoyra. Alt verður pakkað inn í gang og levind, útvarpssendingar, sjón­ varps­sendingar, filmar, mót­mæli og alla staðni larmandi far­tele­ fonir, tað ræður um at hava ringi­ tóna, sum larmar meira enn tann hjá hinum. Tað stendur tí nógv á fólki, tá øll verða biðin um at tiga í ein minutt fyri at minnast onkran, sum doyði av tinnitus. Tá er ein minuttur nógv longri enn 60 sekund. Skjótt verður tann obliga­ toriski minutturin skorin niður í hálvan minutt. Meiri tøgn kunnu vit ikki krevja. Tað er so nógv, sum skal rópast. Vanlukkan er tann, at so ólukkuliga fá, sum rópa alla tíðina, hava nakað at leggja afturat øllum tí, sum longu er sagt. Tað er, tá fólk tosaðu í staðin fyri at rópa. Og tíverri tiga tey fáu, sum veruliga hava okkurt skilagott at siga. Teimum lurtar eingin eftir. Ávarað verður móti elbilum, tí teir hoyrast ikki. Tí kunnu fólk til gongu, tað er so ikki tann stóri trupulleikin í Føroyum, men fólk til gongu kunnu verða yvirkoyrd, tí tey hoyra ikki bilarnar koma. So ivaleyst fara elbilarnir, tá teir gerast fleiri og fleiri, at ýla, meðan teir koyra. Ein lúður verður settur á takið. Friður á jørð, søgdu tey einaferð. Tað var tá. Friður larmar ikki, so nú siga vit ófriður á jørð. Kríggj larma. Tjøldrini eru á veg hendan vegin aftur at larma alt summar­ ið. Tíbetur rýma tey skjótt aftur. Kanska tey als ikki koma í ár, nú mótvindurin er so nógvur. Størstu uppfinningar eru hátalarin og fuglabergið. Hvat hevur tú í lummanum beint nú? Eina megafon. Og tungur er tigandi róður. Tí hava tey altíð fólk við umborð at rópa, tá tey rógva kapp. Umafturafturum høgni djurhuus Eirikur í Jákupsstovu lagt til rættis: Eydna Skaale Ikki tíð at vera fornermaður Hann vil ávirka heimin, hyggur at x-factor, og makrelmálið er veruliga farið undir húðina á honum. Eirikur í Jákupsstovu, lesandi í Keypmannahavn, sum seinastu árini er kendur úr føroyska miðlaheiminum, svarar spurningum í 90 sekund Tøgn í hálvan minutt