Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 10. februar 2012 8 VIKUSKIFTI PORTRETT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Keypmannahavn: Klokkan er farin nakað tíggju týsmorgunin. Í Studie 5 í DR Byen í Keypmannahavn verður brád­liga kvirt. Dyrnar fara upp og allir finalistarnir í X Factor koma inn saman við dóm­arunum Pernille Rosendahl, Thomas Blachman og Mich Hedin Hansen, betri kendur sum Cutfather. Sum einastu føroysku fjøl­miðla­ umboðini er okkara dagsskrá greið. Vit skulu tosa við Svein og vit skulu tosa um Svein. Sveinur Gaard Olsen er ein­asta føroyska umboðið, ið er eftir í X Factor-kappingini. Men Sveinur er eis­ini einasti finalisturin, sum ikki er til staðar í Studie 5 henda morgunin. So kem­ur frágreiðingin frá pallinum. – Vit mugu bíða við felagsmyndini av øllum finalistunum til seinni, tí Sveinur ikki er komin enn. Vit hava tosað við og hann er ávegis í einum hýruvogni, greiðir ein av samskiparunum frá. – Hatta staðfestir bara hansara rokk­ stjørnustíl, flennir Cutfather við sínum eyðkenda látri, tá vit konfrontera hann við hetta. – Eg havi annars betri tíð um morg­ unin nú, enn eg hevði áðrenn X Factor. Tá fór eg til arbeiðis klokkan seks. Át ongan morgunmat og roykti í bilinum á veg til arbeiðis. Nú havi eg betri stundir til morgunmat. Egg og bacon, men einki breyð. Eg skal bara hava kjøt, sigur Sveinur við einum smíli, tá vit fáa orðið á hann. Segði nei til X Factor Sveinur smílist sum heild nógv. Tað sær út til, at hann trívist væl millum finalistar, journalistar og fotografar. Men avráddi hann sjálvur, hevði hann ongan­tíð verið partur av X Factor. – Nei. Eg segði nei beinanvegin, tá daman fortaldi mær, at hon hevði meld­að meg til. Eg ringdi eisini til mín góða vin Hans Marius (Ziska, blðm.) og vildi bara hoyra hann siga, »nei, tað er mega kiksað«. Men hann segði tað beint øvugta. So mátti eg hugsa um tað umaftur, og gjørdi so av at fara, greiðir Sveinur frá. Tað var Frida Poulsen, unnustan hjá Sveini, sum meldaði hann til. – Tá vit hugdu í fjør segði hann, at støði ikki var serliga høgt. Vit argaðu so og spurdu, um hann hevði gjørt tað betri? Hann segði ja og tvætlaði við, at hann burdi meldað seg til næsta ár. Men tað gjørdi eg so fyri hann, greiðir Frida Poulsen frá. Hon viðgongur, at tað var eitt sindur undarligt at síggja Svein í X Factor sendingini at byrja við, men at hon nú hevur vant seg við tað. Ein, sum ikki er vanur at hyggja Sveinur er ein rokkari. Men sambært beiggja hansara er Sveinur nógv størri rokkari, enn vit higartil hava sæð í X Factor. Á tíðindafundinum í vikuni kom Sveinur alt ov seint, men Cutfather heldur bara, at tað undirstrikar rokkstjørnustílin. Og í B36 hevur Sveinur veruliga givið felagnum ein rock ’n’ roll-dám við komplettum trummusetti til stóru dystirnar. Sosialurin hevur hitt Svein, Cutfather, beiggjan, vinmannin og unnustuna undan live-showinum Ein ordiligur rokkari – Mín uppgáva er at syrgja fyri, at Sveinur varðveitir sín samleika og so fínpussa nøkur ting. Eg vóni hann megnar at koma allan vegin í gjøgnum, sigur Cutfather mynd: rólant waag dam