fríggjadagur 10. februar 2012síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 10. februar 2012
11
VIKUSKIFTI
Søga
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Nakrir av teimum nógvu njósnarunum,
sum virkaðu undir seinna heimsbardaga,
gjørdust kendir aftan á kríggið fyri
síni avrik. Okkurt nýtist bert at nevna
onglendingin Kim Philby og týskaran
Richard Sorge. Gevork Vartanjan gjørd
ist harafturímóti ongantíð kendur og
fekk sostatt als ikki ta viðurkenning,
sum hann av røttum hevði uppiborið.
Kortini verður hann roknaður sum ein
av teimum størstu njósnarunum í 20.
øld.
Trygdin var sum vera man í hásæti,
og harafturat varð tað dult sum mans
morð, tá teir tríggir leiðararnir hjá
teimum sameindu, Churchill, Roosevelt
og Stalin, hildu fund í persiska høvuðs
staðnum Teheran í november í 1943, har
teir skuldu leggja ætlanir um tað, sum
eftir var av heimsbardaganum.
Kortini var tað eydnast fregnar
tænastuni hjá týsku herleiðsluni at
fáa fatur á loyndarmálinum, sum gekk
undir kodunavninum Eureka. Týskar
arnir vóru komnir eftir, hvar og nær
teir tríggir skuldu hittast.
»Operasjón Longdarlop«
Avdúkingin hjá teirri hernaðarligu
fregnartænastuni var vorðið sum
fongur hjá teirri týsku leiðsluni.
Málið varð latið SS-leiðaranum Ernst
Kaltenbrunner, og hann gav alt fyri eitt
sínum monnum boð um at seta í verk
»Operasjón Longdarlop«. Málið var
at burturflyta teir tríggjar leiðararnar.
Eydnaðist tað ikki, skuldu teir takast
av døgum.
Til at standa fyri sjálvum átakinum
valdi Kaltenbrunner tann best kenda
kommandohermannin, sum Nazi-
Týskland hevði. Hesin maðurin æt Otto
Skorzeny.
Skorzeny var ikki hvør sum helst.
Nakrar fáar mánaðir frammanundan,
í juli í 1943, hevði hann staðið á odda
fyri tí kenda átakinum, tá tað eydnaðist
týskarunum at fría italska einaræðis
harran Benito Mussolini, sum sat fangi
í einari borg á einum fjallatindi í Italia.
Tað eydnaðist Skorzeny og hansara
monnum at fáa fatur á Mussolini og at
flyta hann við flogfari til Týsklands.
Avdúkað í fyllskapi
Men hóast týskararnir gjørdu alt fyri at
halda »Operasjón Longdarlop« loyni
liga, bleiv ætlanin avdúkað.
Sovjetski njósnarin Nikolaj
Kuznetsov, sum dugdi flótandi týskt,
segði seg vera týskan oberstloytnant,
og tað eydnaðist honum at fáa SS-yvir
mannin Ulrich von Ortel til vinmann.
Von Ortel visti um »Operasjón
Longdarlop«, og eitt kvøldið hevði
hann drukkið í meira lagi og greiddi
vinmanninum frá ætlanini. Hann visti
eisini at siga, at servandir týskir her
menn, sum skuldu við til Teheran,
vandu í Keypmannahavn.
Kuznetsov bar skjótt at og greiddi
sínum sovjetsku leiðarum frá tí, sum
von Ortel hevði sagt. Haðani fóru
boðini til tann bara 19 ára gamla
Gevork Vartanjan, sum stóð á odda
fyri sjey sovjetskum njósnarum, sum
hildu eygað við teimum umleið 20.000
týskarunum, sum búðu í Persia.
Vartanjan og hinir sovjetsku njósn
ararnir í Persia fóru alt fyri eitt til
verka, og stutt undan toppfundinum
eydnaðist tað teimum at avdúka, at
seks týskir radiomenn vóru komnir
hagar. Tað vísti seg, at eitt týskt flogfar
hevði slept teimum niður í fallskíggja
nærhendis býnum Qom.
– Vit fóru aftan á teimum til Teheran.
Tað vísti seg, at nazistarnir høvdu gjørt
eini hús í býnum klár til teirra. Radio
menninir ferðaðust á kamelbaki, og
allir vóru vápnaðir. Meðan vit hildu
eygað við teimum, komu vit eftir, at
teir høvdu radiosamband við Berlin, so
vit tóku allar samrøðurnar upp, segði
Vartanjan við russiska blaðið Zavtra í
2007.
Týskararnir avlýsa
Samrøðurnar millum teir týsku radio
menninar í Teheran og leiðslu teirra í
Berlin vóru sjálvandi í kodum. Men
tað eydnaðist rættiliga skjótt sovjetsku
fregnartænastuni at bróta kodurnar, og
nú skiltu teir, at týskararnir ætlaðu at
senda eina størri deild av servandum
hermonnum til Persia, og at Otto
Skorzeny skuldi standa á odda fyri
teimum.
Teir seks týsku radiomenninir vórðu
nú handtiknir, men teir fingu boð um at
halda fram við samskiftinum við Berlin
– tó nú undir sovjetskum eftirliti.
– Ein dagin góvu vit radiomonnunum
boð um at varskógva sínar yvirmenn í
Berlin um, at øll ætlanin var avdúkað,
og at »Operasjón Longdarlop« var mis
eydnað. Hetta fekk alt fyri eitt ta týsku
leiðsluna at avlýsa ferðina hjá Skorzeny
og hansara hermonnum. Eydnan var
við okkum, segði Vartanjan í samrøðuni
við Zavtra.
Harvið var ætlanin um at burturflyta
ella at beina fyri teimum trimum stóru
av ongum, og Churchill, Roosevelt og
Stalin hildu ta ætlaðu ráðstevnuna í
Teheran. Ein tann týdningarmesta av
gerðin hjá hesum fundinum var land
gongdin í Norðurfraklandi eitt hálvt ár
seinni.
Byrjaði sum 16 ára gamal
Gevork Vartanjan varð borin í heim
í býnum Rostov-na-Donu har suðuri
í Russlandi tann 17. februar í 1924.
Pápi hansara arbeiddi hjá sovjetsku
fregnartænastuni og bleiv sendur til
Persia í 1930 at virka sum njósnari har. Í
Teheran virkaði pápin sum vælhavandi
handilsmaður, samstundis sum hann
var njósnari.
Gevork var bara seks ára gamal, tá
tey fluttu til Persia, men longu í 1940
fór hann at arbeiða sum njósnari. Hann
var tá bara 16 ára gamal. Hetta var
nakrar mánaðir undan týská álopinum
á Sovjetsamveldið í juni í 1941.
Sum nevnt var Gevork bara 19 ára
gamal, tá hann fekk týskarar at avlýsa
tiltakið í Teheran, men hetta var ikki
hansara fyrsta avrik sum njósnari.
Eitt tað fyrsta, sum hann gjørdi, var
at útvega sær pláss í einum skúla í
Teheran, har bretar vandu menn, sum
teir síðani sendu til Sovjetsamveldið at
njósnast. Gevork kunnaði Moskva um,
hvat hendi, og avleiðingin var, at fleiri
bretskir njósnarar blivu tiknir, so skjótt
teir komu til Sovjetsamveldið.
Saman við konuni Goar arbeiddi
Gevork Vartanjan sum njósnari í Mið
eystri og í Vesturheiminum í meiri enn
30 ár. Hann gavst í fregnartænastuni
í 1992. Tá var Sovjetsamveldið ikki til
longur.
Loyniligt í 57 ár
Tað er ikki nakað nýtt, at týskararnir
ætlaðu at beina fyri teimum trimum
stóru í sambandi við fundin í Teheran.
Hetta verður millum annað lýst í
franska filminum »Teheran 43«.
Men navnið Gevork Vartanjan var í
mong, mong ár eitt væl dult loyndar
mál. Tað var ikki fyrr enn í 2000, at
hann av røttum fekk æruna av at hava
forða fyri drápsætlanini. Tá kom eisini
fram, at hann longu í 1986 var vorðin
heiðraður við heiðursmerkinum «Ein
hetja Sovjetsamveldisins«, sum var
størsti heiður í landinum.
Tá hann doyði tann 10. januar, bleiv
Gevork Vartanjan dúgliga fagnaður í
teimum russisku fjølmiðlunum, og
Dmitrij Medvedev, forseti, lýsti hann
sum ein »søguligan njósnara, ein sann
an russara og ein sjáldsaman persón.«
– Hann var við í nøkrum heilt ser
ligum atgerðum, sum hava serlig pláss
í søguni hjá okkara fregnartænastu,
skrivaði Medvedev í einum brævi til
familjuna.
Í 1943 forðaði sovjetski njósnarin Gevork Vartanjan fyri, at
ein deild av servandum týskum hermonnum beindi fyri teimum
trimum stóru, Winston Churchill, Franklin D. Roosevelt og
Josef Stalin. Í síðsta mánað doyði hann, 87 ára gamal
Njósnarin sum bjargaði
teimum trimum stóru
Teir tríggir stóru sameindu undir seinna
heimsbardaga, Josef Stalin, Franklin
D. Roosevelt og Winston Churchill á
fundi í Teheran í november í 1943
SS-yvirmaðurin Otto Skorzeny og
Gevork Vartanjan (til høgru)