Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 10. februar 2012 10 VIKUSKIFTI eftir X Factor, er beiggin Jákup Pauli Gaard Olsen, sum vit kenna best sum for­sangara í tungmálsbólkinum Hatespeech. – Tað er fínasta slag, at hann er við. Tað er jú ikki hansara skyld, tí Frida lokk­aði hann, sigur Jákup Pauli ikki sørt speiskur. – Eg havi sæð onkran part fyrr, tá eg havi tendrað sjónvarpið og av óvart eri komin fram á tað, men hetta er fyrsta ferðin, at eg havi fylgt við í X Factor. Og eg kann bara siga, at Sveinur er nógv størri rokkari, enn tað X Factor hev­ur víst, sigur hann avgjørdur. Byrjaði við The Darkness Jákup Pauli greiðir frá, at Sveinur og hann í stóran mun lurta eftir sama tón­ leiki. – Tað hava vit altíð gjørt. Ofta hoyr­ir tú søgur um, hvussu lítlibeiggin snýkti seg at lurta eftir plátunum hjá stóra­ beiggja. Hjá okkum var tað soleiðis, at vit keyptu tónleikin saman. Tað, sum fylti mest vóru heavybólkarnir síðst í áttati­árunum og fyrst í nítiárunum. Metallica, Judas Priest, Motörhead og so framvegis, fortelur Jákup Pauli. Tá tað kemur til at spæla tónleik, hev­ur Sveinur gjørt vart við seg í fleiri bólk­um. Tey flestu minnast hann best frá Flux, Side Effect og RanDomo, men Sveinur var eisini við at stovna bólkin Happy, sum seinni gjørdist til Makrel, tá Sveinur fór úr bólkinum. Tað hevur einamest verið við trumm­ unum, at Sveinur hevur markerað seg. Nú ger hann tað so sum sangari og við heima­síðuna hjá DR hevur hann greitt frá, at tað var Hans Marius Ziska, sum gav hon­um íblástur til hetta. – Sveinur byrjaði so spakuligt at syngja í Flux fyri nógvum árum síðani. So í onkrum ballum plagdi Sveinur at syngja I Believe in a Thing Called Love hjá The Darkness, sum er rættiliga høgt. Tá fann hann helst út av, at hann dugdi at syngja, greiðir Hans Marius frá. – Fyri kortum setti eg ein bólk sam­an, har eg skuldi brúka fleiri røddir. Eg heitti á Svein, sum so kom at syngja aftanfyri og eisini hevði onkran høvuðsvokal, so tað er nokk tað hann meinar við, tá Sveinur meinar við, tá hann sigur soleiðis, sigur Hans Marius. Kanska trummur í X Factor Sostatt hevur Sveinur flutt seg frá at sitast aftast á pallinum, goymdur hand­ an eitt trummusett, til at vera mið­ punktið við mikrofonini í hondini. Men tað er als ikki óhugsandi, at trummur­ nar verða tiknar í nýtslu undir X Factor, siga bæði Sveinur og Cutfather. – Tað skal eg ikki avvísa, men tað er ikki nakað, vit hava planlagt, sigur Sveinur, meðan Cutfather sigur seg vóna, at tað verður soleiðis: – Eg vóni veruliga, at vit fáa tað pass­a soleiðis, at hann sleppur at trumma minst einaferð. Nú mugu vit síggja, hvussu alt kemur at passa sam­ an, men tað vil eg ógvuliga fegin. Sostatt bendir nógv á, at hyggjararnir hjá DR1 fáa høvi at síggja evnini hjá Sveini á trummunum. Tað er á teimum, at hann hevur prógvað sítt virði á tónleika­pallum kring Føroyar, men B36'arin Sveinur hevur eisini spælt trumm­ur við Ovara vøll í Gundadali í Havn. – White Tigers eiga eitt komplett trummusett. Til vanligar dystir hava vit bara einkultar trummur, men til størri dystir hava vit brúkt alt setti, og tá hevur Sveinur trummað allar rokksangirnar og fingið lív í fjøldina, fortelur formaðurin í fjepparafelagnum hjá B36, Pætur Eyðunsson Jensen. For­ maðurin greiðir eisini frá, hvussu aktiv Sveinur og systkini Jákup Pauli og Heidi eru í B36. – Tey hava verið við frá byrjan, tá felagið varð stovnað á sumri í 2007 og tey fáa altíð futt í, sigur Pætur. Sjálvur er Sveinur heldur ikki í iva, tá hann skal lýsa sítt forhold til B36. – B36 er mítt felag. Tað er einki sum eitur. Eg spældi eisini har, áðrenn tón­leikurin fór við allari tíðini. Eg eri B36’ari um ein háls. Og vit vera heilt víst Føroya­meistarar aftur í ár. Vit hava fingið styrk og tað er deiligt at hava Bárð Olsen aftur á liðnum, sigur Sveinur. Tatoveringar hugtaka Nú fer tað mesta av tíðini hjá Sveini til tónleikin. Áðrenn tónleikin fór nógv av tíðini til fótbóltin. Sveinur spælir tó framvegis eitt sindur av fótbólti í Dan­ mark, men brúkar annars nógva tíð hjá tatovørinum. – Eg havi altíð verið hugtikin av tato­ver­ingum. Nú er tað vorðið ein part­ur av mínum lívsstíli. Tá tú fært tína fyrstu tatovering, so steðgar tú ikki aftur, og eg havi heldur ongar ætlanir um at steðga, sigur Sveinur. Men tatoveringarnar eru bara ein partur av útsjóndini hjá Sveini, sum eisini gongur høgt upp í klæðir, hár og tað, tú útstrálar sum heild. – Sjálvandi skal alt vera við máta, men mær dámar væl klæðir og tað, sum har til hoyrir. Tað, tey kalla X Factor, fevnir um allan pakkan. Persónligheit, útráling og image. Tað eri eg tilvitaður um og eg haldi eisini, at eg havi rímiliga gott stýr upp á tað, sigur Sveinur. Hetta hevur hann púra rætt í. Dóm­ arin Pernille Rosendahl segði sum tað fyrsta við Svein, tá hann var til upp­ tøkuroynd, at hann sá gott út. Og í farnu viku staðfesti litríka danska vikublaðið Se og Hør, at Sveinur er »stanglækker«. Hóast unnustan hjá Sveini viðgongur, at tað var undarligt at síggja hann í sjón­varpinum fyrstu tíðina, hevur hon als ongar trupulleikar við, at Sveinur verð­ur róstur fyri sína útsjónd. – Nei, tað havi eg einki í móti. Eg haldi eisini, at hann er lekkur, so hví skulu onnur ikki eisini halda tað, spyr Frida og flennir. Skal koma longst Tað er – tíbetur – ikki bara útsjóndina, Sveinur hevur við sær. Ummælari hjá danska JyllandsPosten segði eftir send­ ing­ina, tá Sveinur hevði verið við fyri fyrstu ferð, at um allir tríggir dóm­ar­ arnir ikki sendu Svein víðari, so var ongin orsøk at tendra sjónvarpið aftur, meðan X Factor var. Nakrantíð! Cutfather hevur somuleiðis víst Sveini stórt álit allatíðina. – Sveinur veit hvat hann vil og hann hevur meiningar um tað, hann ger. Og tað er deiligt at arbeiða við slíkum fólki. Mín uppgáva verður tískil at syrgja fyri, at hann varðveitir sín samleika og so fín­pussa nøkur ting. Eg vóni hann megn­ar at koma allan vegin í gjøgnum, sigur Cutfather. Og Sveinur sjálvur hevur sama ynski sum dómarin. – Eg skal bara ikki út sum tann fyrsti, og eg ætli mær 100 prosent at koma í finaluna. Málið er at branda mítt navn í danska, og føroyska tónleikaheiminum og brúka hetta sum eina lopfjøl til at geva eina fløgu út og sleppa út at spæla. Eg havi sagt við meg sjálvan, at eg skal vera tann, sum er komin longst aftan á X Factor nakrantíð. Tað hava onnur helst sagt áður, men eg meini tað meiri enn tey! – Eg eri B36’ari um ein háls. Og vit vera heilt víst føroya­meistarar aftur í ár, sigur trummuspælandi tikarin, Sveinur Gaard Olsen mynd: faroephoto.com mynd: REBEKKA RAFAEL Luttakarar og dómarar til live sendingarnar í X Factor, sum byrja í kvøld. Longst til høgru, síggjast Sveinur og Cutfather