fríggjadagur 10. februar 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 10. februar 2012
14
VIKUSKIFTI
USA
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
It's the economy stupid! var ákæran hjá
Bill Clinton undir valstríðnum ímóti
George Bush eldra fyrst í nítiárunum.
Clinton legði Bush undir at síggja burt
ur frá trongu búskaparstøðuni undir
valstríðnum. Tað sama kundu vit sagt
um sitandi samgongu í Førotum, ið
ikki hevur megnað at sannført fjøldina
um sín búskaparpolitikk. BADH sam
gongan stríðist við ein image trupul
leika, ið republikanski flokkurin eisini
stríðist við: Støðugt ákærd fyri at
umboða tey ríku og síggja burtur frá
veruligu trupuleikunum, eitt nú stóra
arbeiðsloysinum. Búskapur er farin
frá at vera upphevja vísind, til at vera
persónlig gerandissamrøða millum
vanlig fólk. Øll hava eina meining um
búskapin. Hesum kunnu politikarar
gera sær dælt av við størri hepni enn
sitandi samgonga her heima. Í USA
siga eygleiðarar, at kandidaturin ið
megnar at sannføra fjøldina um, at
hann kann skapa inntøkur og arbeiði
til miðalstættina, uttan iva vinnur for
setavalið.
Endurskapa
amerikanska dreymin
Forsetavalið í november fer at definera
USA. Bæði republikanarar og Barack
Obama forseti hava gjørt búskapin til
ein bardaga um amerikonsku sálina.
Mitt Romney, fremsti uppstillarin hjá
republikanarunum, lovar stórar skatta
lættar til vinnulívið, niðurskurð av al
mennum tænastum og privatiseringar.
Fíggindamyndin hjá Romney er
sosialisman, ið nógvir amerikanarar
knýta til kalda kríggið – Vit ynskja
ikki at gerast Europa ella nakar annar
vælferðarstatur! Valið snýr seg ameri
konsku sálina. Tað almenna skapar
Grovur sosialur ójavni, methøgt arbeiðsloysi og strongdur
privatbúskapur. 1 prosent stýra 40 prosent av landsins ríkidømi;
hini 99 prosentini mugu býtast um rest. Amerikanski dreymurin
var nú ikki fyri øll hóast alt. Milliónatals fólk hava verið á
gøtunum og gjørt vart við sína ónøgd. Stríðið um forsetasessin
í november verður ein samanbrestur um búskaparstøðuna
It’s the
economy,
stupid!
Boðskapurin hjá Romney er klassiskur:
Í USA ber alt til, bert ein er dugnaligur og framsøkin