fríggjadagur 10. februar 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 10. februar 2012
15
VIKUSKIFTI
einki arbeiði. Og frælsa vinnulívið
verður nú álopið! Alneyðugt er at taka
amerikanska frælsi í álvara! ávarar Mitt
Romney. Barack Obama forseti ákærir
harafturímóti treytaleysu kapitalismuna
hjá republikanarum fyri at gera av við
amerkikanska dreymin. Hann lovar at
minka um sosiala ójavnan, halda eyga
við bankunum – umframt ein serligan
ríkmannaskatt. – Vit kunnu annaðhvørt
lata lata okkum lynda eitt samfelag, har
eitt minkandi tal av fólkum eru sera
væl bjargaði ella eitt samfelag, har øll
hava ein møguleika. Tí søgan um USA
snýr seg ikki bert um individualismu,
men um eitt samfelag har vit øll eru
knýtt at hvørjum øðrum – eru boðini
frá Obama. Snildisliga endurtulka báðir
partar amerikanska dreymin til egnan
fyrimums. Boðskapurin hjá Romney er
klassiskur: Í USA ber alt til, bert ein er
dugnaligur og framsøkin. Obama roynir
at tekkjast Occupy Wall Street rákinum:
Mong hava ongan møguleika at røkka
amerikanska dreyminum, fortreyt
irnar eru grundleggjandi broyttar síð
ani hesin dreymur varð til. Við hesum
skal Obama royna at endurvinna for
setasessin.
Kemur Robin Hood?
Thomas B. Edsall, politiskur viðmerkjari
á New York Times, hevur víst á, at
fíggjarkreppan frá 2008 grundleggjandi
hevur broytt amerikanskan politikk.
Politikkurin er eyðkendur av at minni
og minni er at býta av búskaparligu
køkuni og spurningurin er støðugt
hvar spariknívurin skal setast næst.
Republikanar hava megnað væl at
selt sín boðskap við at finnast at skjótt
vaksandi almennari skuld og størri
føderalari íblandan í heilsuverk og
fíggjargeira. Aftur til privata intiativi.
Hetta var livibreyði hjá Tea Party
rørsluni. Hinvegin tykist kritiska
Occupy Walstreet rørslan hava megnað
væl at fortalt sína søgu: Ovurhondsstóri
ójavnin kann illa rættvísgerast – Ein
stór orsøk til ójavnan er, at tey 1 pro
sent ríkastu sjálvi ynskja ójavnan. Eitt
nú við lógum ið tryggja skattalætta
fyri kapitalvinning. Monopolir og
semimonopolir hava altíð vera ein týð
andi kelda til ríkidømi, líka frá John
D. Rockfeller til Bill Gates. Ríkidømi
elvir til meiri ríkidømi, sigur Joseph L.
Stiglitz, búskaparfrøðingur og Nobel
virðislønartakari í Vanityfair blað
num. Hann hevur víst á, at peningur
er at heimta hjá teimum allar ríkastu.
Tí verður ein sonenvdur ríkmanna
skattur uttan iva á dagsskránni undir
forsetavalstríðnum. Vit eru sostatt
komin aftur til klassiskar fordeilings
spurningar og politiskan etikk.
Spurningurin er hvussu góðan møgu
leika vanlig fólk hava at flyta seg í
samfelagnum og klatra upp eftir sam
felagsstiganum. Grundleggjandi sálar
frøði og øvundsjúka er eisini partur
av søguni; fólk spyrja seg sjálvi um
ovurhondsstórur vinningur frá fíggjar
spekulatión, veruliga hevur uppiborðið
so stóra løn og samsýningar. Serliga
ikki um talan ikki er um nakra veruliga
virðisskapan ella nýskapan, men bert
flyting av nøkrum fiktivum virðum
ella skuld.
Tess betri búskapurin gongur undir
einum givnum forseta, tess betri eru
møguleikarnir fyri at endurvinna for
setaembætið hava fleiri kanningar
víst. Tí er ivasamt er um Obama hevur
neyðuga viðvindin um ikki eitthvørt
óvæntað hendir í búskapinum. Men
spurningurin er, um politisku fortreyt
irnar eru so nógv broyttar, at kandi
daturin ið best kann sannføra um
arbeiðsskapandi tiltøk hevur besta
møguleikan. Tí at búskapur er nú ein
spurningur um hvussu tað gongur »on
the ground« sum amerikanarar plaga
at taka til.
mynd: polfoto
1 prosent stýra 40 prosent av landsins ríkidømi; hini 99 prosentini mugu býtast um rest