Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-10, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2012síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Steypafinalur í hondbólti Leygardagurin er ein av stóru hondbóltsdøgunum í árinum. Tá verða steypafinalurnar hjá bæði monnum og kvinnum spældar í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Hjá kvinnum dystast Stjørnan og VB, og hjá monnum spæla Neistin og H71. Steypafinalur í hondbólti Ítróttarhøllin á Hálsi Leygardagin 11/2 frá kl. 13.30 baksíðan... Eru pengarnir so mistir? Tap av partabrøvum í gamla Eik Banka staðfest eik.fo Stór familja! Tvíbururin hjá Mjólkarvegnum avmyndaður klárt Vagaportal.fo Tey spæla bert 26 dystir Dysturin EB/Streymur-ÍF í Vodafonedeildini avlýstur Fsf.fo So er at lurta væl! Hans Fróði talar til suðuroyingar Portal.fo Hvar er samanhangurin? Tað ljóðar, at minkar ganga leysir í Hirtshals, men teir eru óynsktir í Føroyum. Portal.fo Í ranga strúpan lagt til rættis: Eyðun Klakstein Fótbóltsbrak Tað eru nógvir stórir dystir í enskum fótbólti, men tað verður ikki nógv størri, enn tá ið Manchester United og Liverpool bresta saman. Og tað gera tey bæði stórfeløgini í Norðuronglandi leygardagin. Seinast, liðini hittust, vann Liverpool í steypakappingini. Nú snýr tað seg um landskappingina. Manchester United-Liverpool Premier League Leygardagin 11/2 kl. 12.45 Sveinur live á DR Í kvøld skal Sveinur Gaard Olsen fyri fyrstu ferð syngja live í X Factor í Danmark. Kappingin er nú komin so langt, at tey seinastu 9 skulu nú syngja live komandi fríggjakvøldini. Føroyingar kunnu eisini atkvøða í X Factor kappingini í kvøld. X Factor á DR1 Fríggjakvøldið 9/2 kl. 19.00 – Eg trúgvi, at Gud hevur altíð verið við mær, og eg havi hildið nógvar »fundir« við honum í mínum lívi. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í EM finaluni í Gøteborg, fór eg, í staðin fyri at renna rópandi av gleði inn á vøllin, avsíðis eina lítla løtu fyri at takka Gudi fyri sigurin. Tað skuldi bara mangla! Richard Møller Nielsen um EM fótbóltssigurin við Danmark í 1992 (Kristeligt Dagblad) Kom her, fitta rotta! Tað verður sagt, at grasið ikki altíð er grønari hjá grannanum, men tað hava vit hug at halda. Vit, sum mugu sita á afturpartinum og skriva og framleiða bløð. Kringvarpið veit at siga, at rottugransking skal staðfesta bakteriu, og granskari er farin undir at savna rottur kring landið. Vit siga bara, at altíð er tað onkur annar, sum fær tær stuttligu uppgávurnar! Gransking kann hjálpa okkum at fáa eitt betri samfelag í breiðari merking og gera okkum klókari uppá okkum sjálvi og okkara samfelag Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið Eg ætli mær at koma langt, og hevði eg nátt finaluni, so hevði tað verið super. Hinvegin verði eg glaður, um eg bara ikki verði tann fyrsti, sum verður sendur heim Sveinur Gaard Olsen, føroyskur X Factor luttakari