Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Runt um í landinum ganga sálarsjúk fólk og eru til ampa bæði fyri seg og onnur. Tey gan­ga oftast so, tí tey eru giv­ in við at taka heilivágin, sum tey hava fingið fyri sjúkuna. Summi teirra eru harðlig, og onnur fólk ræðast tey. Tey avvarðandi eru ráða­ leys, um sjúklingarnir ikki skilja, at teimum tørvar hjálp. Og tað er ikki sum at siga tað at fáa lagt slík sjúk fólk inn á psykiatrisku deild móti teir­ra vilja. Men nú er ein lóg á veg, sum loyvir, at heilivágur kann verða noyddur í tey. Løgtingið hevur týsdagin, í morgin, 2. viðgerð av ríkis­ lógar­tilmælinum um at seta í gildi fyri Føroyar ”forskellige love om ændring av lov om anvendelse af tvang í psykiatr­ien”. Treytir fylgja við Í hesum liggur m.a. at heimild skal vera fyri at seta í verk tvungna uppfylging, eftir at sjúk­lingar eru út­ skriv­að­ir. Ávís­ar treytir skulu tó vera til staðar, áðrenn hetta verð­ur sett í verk. Mill­ um ann­að at tað við støði í tí aktuellu innlegg­ing­ini er ein grundaður illgruni um, at sjúklingurin steðgar við at fylgja teirri viðgerð, ið er al­ neyðug fyri sjúklingin. Eisi­ni er tað ein treyt, at sjúk­ling­ ur­in tey trý sein­as­tu árini undan aktellu innleggingini er vorðin tvingsilsinnlagdur í minsta lagi tríggjar ferðir. Rósa Samuelsen er for­ kvinna í løgtingsins trivn­ að­ar­nevnd. Hon ger vart við, at nevndin er einmælt samd um at seta lógina í gildi. Hon veit um sorgarleikir, sum hava staðist av álvars­ liga sálarliga sjúkum fólkum. Fyri teirra egna besta Sinnisbati hevur havt lógar­ upp­skotið til ummælis og tek­ur fult undir við tí. - Tað eru fleiri sálarliga sjúk fólk, sum eru full av ang­ist. Tey skilja ikki, at tey mugu hava hjálp, tí tey duga ikki at síggja, at nakað er galið við teimum og geva sam­felag­num skyldina. Tá er tað, at tey sláa frá sær. Hetta eru ofta flogklók fólk, men tey eru paranoid, síggja og hoyra yvir seg. Tí er tað gott við hesi lógini, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnis­ bata. Ein hjálp til tey sálarveikastu Um stutta tíð fer at bera til at noyða heilivág í tey fólk, sum eru so sálarsjúk, at tey ikki sjálv fata, hvussu nógv teimum tørvar viðgerð Randi Jacobsen Fyri eini viku síðan bórust tey tíðindi, at ein nýggj seyða­sótt varð staðfest í Hol­ landi og Belgia. Sóttin hevur við sær vanskapt lomb, og í Danmark verur fylgt væl við, at sóttin ikki kemur inn í landið. Um Landsdjóralæknin held­ur fast við sína støðu, skul­di eingin vandi verið fyri, at sóttin kemur til Føroya. - Sum meginregla er sam­ bært ES-reglum loyvt at innflyta sey og onnur kría­ túr, men tað ber til at nokta tí, um vandi kann vera fyri sjúk­u­m, og tað er tað, tí í hin­um londunum eru fleiri djóra­sjúkur vanligar, men hes­ar eru ókendar í Føroyum, sig­ur Birna Mørkøre, lands­ djóra­lækni. Í 60-árunum varð seyður innfluttur m.a. úr Skotlandi, og seinni eru komnar geitir, lam­ur og neyt til landið. - Men fyri at verja hava vit valt at nokta innflutningi av hes­um kríatúrum. Nakrar um­sókn­ir komu, vit sýttu og hava síðan einki hoyrt aftur, sig­ur Birna Mørkøre. Jústinus Olsen, djóra­læk­ ni er púra samdur. - Um vit bara lata vera við at innflyta seyð, koma ikki slíkar sóttir til landið. Tað er eisini óneyðugt, tí tey sum fegn vilja hava kríatúr til land­ið, ætla tað bara til stutt­ leik­ar. Tað hevur einki við vin­nu at gera, sigur Jústines Olsen. Kortanei til at flyta inn seyð Av ótta fyri fremmandum sjúkum loyvir Landsdjóralæknin ikki nøkrum at innflyta seyð, neyt, geitir og lamur Í ávísum førum verður heimild til at geva sálarsjúkum heilivág móti teirra vilja Fyri at verja seyðin í Føroyum móti fleiri sjúkum, er ikki loyvt at innflyta seyð