mánadagur 13. februar 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Fyribils verða ongi politiskt
tiltøk sett í verk fyri at fáa
prísin
á
flogferðaseðlum
ímillum Føroyar og umheim
in, at lækka.
Tað staðfestir Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnu
málum
Annars hevur tann dýri
ferðaseðlakostnaðurin verið
eitt afturvendandi kjakevni
í føroyskum politikki og í
valstríðnum vóru tað meiri
enn ein politikari, sum gjørdi
sær dælt av at lova, at prís
irnir máttu lækkast.
Næstan hvørja ferð, prátið
kemur inn á, hvussu dýrt alt
er í Føroyum, verða prísirnir
hjá Atlantsflogi tiknir fram
sum
ein
ræðumynd
og
ferðaseðlakostnaðurin verð
ur enntá brúktur sum ein
høvuðsgrund fyri, at so fáir
útbúnir
føroyingar
flyta
heim aftur.
Eisini løgmaður hevur
róð framundir, at ein partur
av tí, ríkisveitingin hækkar,
kann brúkast til at lækka
ferðaseðlaprísin við.
Ongar ætlanir
Men Johan Dahl staðfestir, at
ongar ætlanir eru um at taka
stig til at lækka prísin.
Hansara vón er, at okkurt
flogfelag tekur kappingina
upp við Atlantsflog.
– Kemur eitt annað flog
felag á Føroyarutuna, so at
kapping verður á økinum, er
at vóna, at tað fer at trýsta
prísirnar niðureftir, sigur
Johan Dahl.
Men hendir tað ikki, er
støðan ein onnur, leggur
hann afturat.
– Kemur onki annað flog
felag, ella lækka prísirnir
ikki, hóast eitt annað felag
kemur, kann málið takast
upp aftur tá.
– Men nu haldi eg, at fríu
marknaðarkreftirnar eiga at
sleppa at royna seg í fyrstu
syftu, so fáa vit at síggja,
hvussu langt tað ber.
Men førir tað onga leið,
eiga vit at taka málið upp
aftur, leggur hann afturat.
Ikki forðingin
Johan Dahl stendur fram
vegis fast við tað, hann hev
ur sagt um, at verður ong
in kapping á flogrutuni og
lækka prísirnir ikki aftur,
eigur landskassin at keypa
einskilda partin av Atlants
flogi aftur, so at politiski
myndugleikin
kann
fáa
ávirkan á prísstøðið.
Hevði tað ikki borið til at
avtikið avgjøldini, sum eru,
fyri at fáa prísin at lækka?
– Avgjøldini eru ikki so
høg. Avgjaldið er 120 krónur
í landskassan av hvørjum
ferðaseðili og 185 krónur
til Vága Floghavn, ella 305
krónur í alt til føroyska sam
felagið.
Avgjaldið til Flogvøllin er
prísurin fyri at vit yvirtóku
hann og hava bygd hann út.
– Men eg vænti ikki, at
tað er hetta, sum forðar fólki
fólki at ferðast, sigur Johan
Dahl.
Hann sigur, at skulu hesi
avgjøldini takast av, skal
fíggingin finnast á fíggj
arlógini og tað er ikki á
dagsskránni í løtuni, sigur
landsstýrismaðurin.
aki@sosialurin.fo
Johan Dahl bíðar
eftir kappingini
FERÐASEÐLAPRÍSIR Í fyrstu atløgu verða ongi politisk stig tikin fyri at fáa prísin
á flogferðaseðlum at lækka, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður
463
krónur í avgjaldi
Hvørja ferð, tú keypir ein ferðaseðil frá Atlantsflogi,
rindar tú 463 krónur í avgjaldi til landskassan og til
flogvøllin í Vágum.
Fyri at vísa, hvat tú rindar fyri, hvørja ferð, tú
keypir ein ferðaseðil, hava vit sundurgreina prísin
fyri ein ferðaseðil úr Føroyum til Keypmanna
havnar og aftur.
Avgjøld:
Landskassin:
120 kr.
Vága Floghavn:
185 kr.
Kastrup Floghavn:
158 kr.
Avgjøld tilsamans:
463 kr.
Lægsti ferðaseðlaprísur er sostatt: 1.770 krónur,
sum Atlantsflog fær fyri ferðaseðilin, umframt
ymisk avgjøld upp á 463 krónur, ella tilsamans
2.233 krónur.
Dýrasti ferðaseðilin kostar sostatt 5.150 krónur,
sum Atlantsflog fær í sín kassa, umframt ymisk
avgjøld upp á 463 krónur, ella tilsamans 5.613
krónur.
Afturat hesum koma avgreiðslugjøld til bíleggj
aran. Atlantsflog sigur, at verður ferðaseðilin bí
lagdur umvegis heimasíðuna hjá Atlantsflogi, er
avgreiðslugjaldið 75 krónur, men tað kemur heilt
upp í 250 krónur, alt eftir hvaðani bílagt verður.
Sostatt kostar tann bíligasti ferðaseðilin ímillum
Føroyar og Keypmannahavn, íroknað avgjøld og
bíleggingargjald, 2.308 krónur og tann dýrasti
ferðaseðilin kosta 5.688 krónur.
Her skal eisini leggjast afturat, at Atlantsflog
roknar avgjøldini eitt sindur øðrvísi út. Atlantsflog
sigur, at ein partur av prísinum fyri ein ferðaseðil,
er eitt oljuavgjald, sum verður hækkað og lækkað,
alt eftir, hvussu oljurprísurin er. Beint nú er
oljuavgjaldið 560 krónur, men av tí, at hetta eisini
fer í kassan hjá Atlantsflogi, hava vit lagt tað
afturat vanliga ferðaseðlakostnaðinum.
Standa sína roynd
Johan Dahl vil heldur lata fríu marknaðarkreftirnar sleppa at standa sína, áðrenn
talan kann verða um nøkur politisk fyri at fáa prísin á ferðaseðlum niður
Førir tað onga leið,
eiga vit at taka málið
upp aftur, leggur hann
afturat
Eg vænti
ikki, at tað
er hetta,
sum forðar
fólki fólki
at ferðast